, , , ,

Heilsukostur

Hjørdis Eide hevur verið á fleiri skeiðum í heilsugóðum mati, bæði her á landi og í Danmark, hevur havt kvøldskúla í heilsugóðari matgerð í Havn og hevur hildið smærri skeið ymsastaðni í landinum. Í hesari bókini gevur hon øllum áhugaðum vitan um, vegleiðing í og - ikki minst - uppskriftir til heilsugóðan mat.

50,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Handan fyri havið,

Ein skaldsøga um rithøvundin Tonni. Hann hevur glæsiligar ætlanir, men hansara argasti fíggindi, drykkjuhugurin, setir í heilum fót fyri hann. Vovin inn í hesa frásøgn er søgan um uppvøkstur høvundsins og um Havnina í krígsárunum. Hetta er ein bersøgin bók. Hon er hugtakandi, stundum stuttligur, og frá byrjan til enda vælskrivaður lesnaður.

160,00 kr.
Vís meira
, ,

Hall

Samtíðarskaldsøga, fyrsta útgáva í 1984 og onnur útgáva í 1985. Steplið

60,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Grønlendsk Dagbókabløð

Gerandislívið hjá einum grønlendskum veiðimanni í teksti og tekningum. Ljósprent av tí handskrivaða grønlendska tekstinum við samsøgdum teksti á føroyskum.

120,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Góður er gamalur í ráðum

Frásagnir eftir Hans Petur Hansen í Heimistovu á Glyvrum

140,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Fylkislæknin

Stuttsøgur eftir átta kendar høvundar - Ivan Turgenjev, Leo Tolstoj, Alexander Solsjenitsyn, Erskine Caldwell, Sigurd Hoel, Alphonse Daudet, Ivar Lo-Johansson og Jack London. Aftast í bókini eru frágreiðingar um høvundarnar.

10,00 kr.
Vís meira
, ,

Føroyski mentunarpallurin

Bókin er savn av greinum og ummælum av føroyskum bókmentum.

125,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Føroysk songløg

85 songløg hjá einum av Føroya virknasta tónaskaldi í 20. øld.

100,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Føroysk fólkamenning

Ritgerð um føroysku fólkamenningina og hvørji ytri kor hava ment og ávirka vinnulívið. Greitt verður frá sambandið á ymsum økjum, m.a. umstøður, fólk, jarðarbrúk samferðsla og hátíðarhald.

25,00 kr.
Legg í kurv
,

Føroyar í tølum og talu

Ein bóklingur um lønarviðurskifti og onnur búskaparlig mál sum eru nógv frammi í almenna kjakinum.

42,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Føroya biskupa-, prósta- og prestatal

HEsin bóklingur verður sendur út sum eitt lítið minnisrit tey 406 árini frá 1557 til 1963, sum eru farin síðan seinasti Føroya biskupur fór av landinum, og til vit nú aftur fingu føroyskan biskup á odda fyri kirkjuni í Føroyum.

16,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Fólkanøvn

Málnevndarrit 1. leiðbeinandi lista við føroyskum fólkanøvnum, einum 1000 til samans. Bendingin er lýst við hvørt navn.

40,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Ferðafuglur

Um atburð fuglanna undir flyting, og um hvussu stóran týdning umhvørvið hevur fyri henda partin av náttúru okkara. Evni, ið verða viðgjørd eru: Ferðir og vetrarvist hjá fugli. Hon er ætlað øllum, sum hava áhuga fyri og undrast á, hvar fuglur okkara fer og hvørja leið, hann flýgur ta longu ferðina í millum summar- og vetrarvist.

40,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Felagssangbókin

Henda útgávan er tann nýggjasta í røðini av fráhaldssangbókum.

90,00 kr.
Legg í kurv