Sagt verður frá einum smádreingi, sum lærarin einki væntaði sær av, men sum longu 12 ára gamal tók teir vaksnu á bóli. Sum ungur var hann altíð millum teir bestu ella bestur at fiska á skipi í sjálvdrátti. Sum skipari var hann altíð millum teir fremstu, og hann veiddi ta størstu nøgdina, nakað føroyskt snøriskip fekk eftir einum ári. Hann var 22 ár, tá hann fyrstu ferð førdi skip.
Um forlagið Bókadeild Føroya Lærarafelags. Greitt verður frá teimum 50 árunum, sum eru liðin, síðani Bókadeildin varð stovnað. Um barnabókmentir, bókaútgávu, bókaklubba, Mína jólabók og barnablaðið Strok.
Um tær 14 hálvkirkjurnar, ið vóru bygdar í tíðarskeiðinum 1856-1879. Tekningar, greinir, søgurbrot o.a.
Um tær 18 kirkjurnar, ið vóru bygdar í tíðarskeiðinum 1920-1957.
Um tær 10 kirkjurnar, sum vóru bygdar í Føroyum í árunum 1829-1847, og sum enn standa uppi.
Skipsvanlukkur. Norðurhøv. Sjóvanlukkur
Kærur og kunngerðir
Bókin er ein dokumentarfrásøgn frá flogvanlukkuni í Mykinesi 26. september í 1970, tá 8 fólk doyðu. Vit fylgja ferðafólkunum og manningini, bæði dagarnar undan vanlukkuni, í flogfarinum til Føroya, og eftir vanlukkuna.
Stjórnartilgongd
Tey fyrstu barnaárini minnast vit yvirhøvur bert í einstøkum brotum.
Sagt verður, at føroyingar tosa nógv um veðrið, og í heyst kemur út ein bók við hagtølum um veðrið í Føroyum í 120 ár. Saman við hagtølunum, sum eru fingin til vega, mánað fyri mánað í einum ári, eru tíðindastubbar og myndir,sum onkusvegna mánaðirnar og árini. Forvitnislig og áhugverd bók fyri fólk, sum hava áhuga fyri veður og vindi og afturlítandi tíðindum Finnbogi Ísakson stóð fyri tíðindapartinum Allan Brockie fekk myndirnar til veg
Í bókini fortelur Durita um lívið í bygdini, um fólkini, teirra søgu, sermerki og náttúru. Um upplivilsini sum standast av at liva millum fólk við eini heilt aðrari mentan enn henni, sum vit eru von við.
Stovnanin av føroyskum fiskimannafelagi. Um fiskiveiði og viðurskiftum fiskimanna.
Stovnanin av føroyskum fiskimannafelagi. Um fiskiveiði og viðurskiftum fiskimanna.