Tann kendasta av bókum Kochs man vera kjakframløgan Hvat er demokrati, sum í sínum essayformi setur spurnartekn við m.a. rættarsamfelagið og ta nógv brúktu atkvøðugreiðsluna.Í einum fólkaræði er tað sambært Koch ikki skilabest, tá ið ein er noyddur at atkvøða um málini. Harvið hevur ein í roynd og veru prógvað, at fólkaræðið ikki virkar, sum tað átti, heldur Koch. Tað er samrøðan, ið skal vera miðdepilin.
Søgur um ull gevur íblástur til undirvísing í handaverki og skapandi virksemi – bæði við børnum, ungum og vaksnum. Bókin lýsir føroyska ullarmentan. Hon gevur eisini neyva leiðbeining um, hvussu tú loysir úr lagdi, rotar skinn og handfert ull.
Her eru øll tey nevnd, sum eru fødd í Norðstreymi í hesum tíðarskeiði, og tí ber til at síggja nær tey eru doypt, hvørjar gubbar og gummur tey hava, hvørjum tey eru konfirmeraði saman við, nær og við hvørjum tey eru gift, hvørji børn tey hava fingið, og nær tey eru deyð og grivin.
Vága kirkjubók 1797-1892 er eitt nágreiniligt avrit við nútíðarskrift av teimum kirkjubókum, sum prestarnir í Jansagerðibí Miðvági hava skrivað um vága- og mykinesmenn í hesum tíðarskeiði. Her kann síggjast hvørji børn vórðu doypt, foreldur og faddrar teirra, nær tey vórðu fermd, nær tey giftust og nær tey doyðu. Viðhvørt stendur nær tey eru flutt úr prestagjaldinum.
Við hagayvirliti vísandi hagastødd, áseyðatal, seyðamark, eigarar/festarar/røktarar og hagakort umframt vísandi: tær 85 markatalsbygdirnar og 481 matr. hagarnar í tølum vístar á kortum við áseyðatali og pr. mørk og pr. km² allar viðkomandi lógir og kunngerðir fjallatindar í Føroyum flokkaðar eftir hædd og eftir oyggj og í hvørjum haga teir liggja og hvør stendur fyri haganum forvitnislig grein hjá Eyðfinni Magnussen um føroysku haruna og veiðitøl v.m.
Í ár eru 50 ár liðin, síðan Jóan Pauli Joensen fór undir sítt virki sum fólkalívsfrøðingur. Tað byrjaði tann dagin, hann fekk bræv frá Christiani Matras, sum heitti á unga studentin um at koma heim at savna tilfar og granska í føroyskari siðsøgu og og føroyskum fólkaleiki. Einki slit hevur verið á tí arbeiðnum síðan.Í hesari bókini eru tríggjar áhugaverdar ritgerðir frá ymiskum tíðarskeiðum í hesum granskingarlívi.
Nú Vestmanna kirkja fyllir 125 ár, er hon at síggja til ikki sama kirkja, sum hátíðarhelt 100 ára dagin í 1995. Hon hevur broytt útsjónd uttan sum innan.Stórar hátíðarløtur var hon vorðin ov trong, og tí varð hon longd vestureftir. Uppískoyti, sum er í vøkrum samljóði við gomlu kirkjuna, er týðiliga frámerkt við gamla múrinum, sum skorið er ígjøgnum, so gamla laðingin sæst sum eitt vakurt mark millum farna og nýggja tíð.
Henda bókin er søgan í myndum um, hvussu føroyingar livdu, tá ið koronusmittan rakti landið, hvussu gerandisdagurin varð ávirkaður, og hvørjar avleiðingarnar vóru.
Norðoya kirkjubók 1760-1892 er eitt nágreiniligt avrit við nútíðarskrift av teimum kirkjubókum, sum prestarnir í Ónagerði á Viðareiði hava skrivað um norðingar í hesum tíðarskeiði. Her kann síggjast hvørji børn vórðu doypt, forledur og fadrar teirra, nær tey giftust og nær tey doyðu. Viðhvørt stendur nær tey eru flutt úr prestagjaldinum. Henda bók er tann triðja í ritrøðini, sum fer at fevna um níggju bøkur.
Tann fyrra er Eysturoyar kirkjubók fyri árini 1687-1832, og er hon 533 blaðsíður. Hin er Eysturoyar kirkjubók fyri árini 1832-1892, og í henni eru 892 blaðsíður. Fullfíggjaða yvirlitinum yvir persónnøvn og staðarnøvn ber til at nýta bøkurnar sum handbøkur. Eysturoyar prestagjald var tað størsta, og nú tað er komið út, er ætlanin at fáa øll hini prestagjøldini við
Historien om den færøske nutids oprindelse. En fornemt afbalanceret og samtidig levende og bevægende skildring af færingernes lands stormfulde udvikling og dets stærke - og stærkt uenige - hovedskikkelser. »Færingernes land burde minde danske læsere om, at det er et privilegium for os at få lov til at være en del af deres historie.«
Lógirnar eru helst seinasta verkið, sum Platon greiddi úr hondum. Tríggir gamlir menn ganga ein heitan summardag á Kreta. Teir eru á veg til Idafjallið og Zeushellið, har Zeus á sinni gav kretoyingum tær fyrstu lógirnar. Meðan tir ganga, skifta teir orð um, hvussu jørðin skal verða býtt sundur, hvørji fólk skulu búgva har, hvørjir stovnar og embæti tørvur verður á.
Nólsoyar-Páll, man hava verið bæði ágrýtin og charmerandi, men eisini sjálvráðin. Hann fýrdi ikki fyri at fara lætt um lógir og avtalur. Bragdið var at smíða skonnartina, Royndina Fríðu. Hann ætlaði at fiska við bátinum, men lítið kom burturúr. Hann gjørdi fimm túrar uttanlanda. Bókin byggir á upprunaligt keldutilfar, og leggur heilt nýggjar síður av søguni fram.
Í hesi bókini, sum er fyrra bind av tveimum, verður greitt frá forsøguni, áðrenn Havnar Handverkarafelag var stovnað, og síðan frá teimum fyrstu 30 árunum í søguni hjá felagnum. Og her er nógv at greiða frá.
Greitt verður frá, hvussu tað eydnaðist Havnar Sjónleikarfelag at fáa bygt Sjónleikarhúsið, og søgan um virksemið í húsinum verður fylgd gjøgnum bæði ringar og góðar tíðir, bretska hersetingin og mangt annað fram til 1951, tá ið formaðurin Hans Andrias Djurhuus doyði. Um tíðina eftir 1951 greiða fyrrverandi formenn og onnur frá sínari tíð í Havnar Sjónleikarafelag. Aftast í bókini er yvirlit yvir leikir.
Í bókini er blandað tilfar frá og um Gjógv: Yrkingar, frásagnir, stubbar, søgur, brøv o.a.