AUTO - altíð til tænastu er eitt 50 ára minnisrit um bilstøðina Auto og um hýruvognskoyring í Tórshavn og út frá býnum.
Brotamyndir úr gerandisdegnum tíðliga í 20. øld.
Rættur, Skattur og Olja
Um føroyskan búskap eftir kreppuna í 90unum.
Um barnaárini á Tvøroyri, sum tá var ein hin virknasta bygdin í Føroyum. Lesarin fær innlit í skúlagongd, barnadagar við gleði og sorg, og eisini alt tað nógva virksemið, sum var í bygdini.
Brotamynd úr gerandisdegnum tíðliga í 20. øld.
Bókin er um gamalt føroyskt bátasmíð og lívið kring bátarnar í Føroyum í tíðini fram til umleið 1930. Bygt verður á søguligt heimildartilfar og frásagnir frá fólki, ið kendu róðrarbátatíðina av egnum royndum og róðrarbátarnar í dagligum yrki. Framløgan er skipað í tríggjar partar.
Brotamyndir úr gerandisdegnum tíðliga í 20.øld.
Verk til teirra, ið ætla sær at kunna seg um íslendskar søgutekstir og siga nakað um tær á yrkiskønan hátt. Gott amboð hjá lærarum á hægri lærustovni.
Bygdin er so mikið ung, at fólk, sum minnast niðursetufólkini, ommu- og abbabørn teirra, eru á lívi og hava dugað at sagt frá, so partar av bókini eru beinleiðis frásagnir.
Barnavernd, samverurættur, pápar.
Samsagdur tekstur á enskum og føroyskum. Fyrr við titlinum: Heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða um mannarættindi
Í hesi bók, fær ein eina fyrstuhonds vitan um tað, sum fyrifórst, tá lunnar vóru lagdir undir okkara verandi vælstand.
Áður prentað í Roðanum, 7.-8. árið 1977-1978. Ferðafrágreiðing.