HAS varpar ljós á nakað av tí, sum kritiska bíbliugranskingin er komin eftir.
Við 768 lagafrábrigdum hevur Marianne Clausen gjørt eina fulfíggjaða mynd av tí andaliga vísusanginum, so sum hann hevur ljóðað frá 1902 til í dag.
Apokrýfisku bøkurnar eru tær, sum ikki eru mettar so heilagar sum kanóninskar bøkur, og tí heldur ikki við í øllum bíbliuútgávum.
Um tær 14 hálvkirkjurnar, ið vóru bygdar í tíðarskeiðinum 1856-1879. Tekningar, greinir, søgurbrot o.a.
Um tær 18 kirkjurnar, ið vóru bygdar í tíðarskeiðinum 1920-1957.
Um tær 10 kirkjurnar, sum vóru bygdar í Føroyum í árunum 1829-1847, og sum enn standa uppi.
Tað finst altíð ein orsøk til, at menniskju falla frá Guði. Orsøkirnar kunnu vera nógvar t.d. freistingar, synd, mótloysi, ikki at koma til Guðs orð, misrøkt bønarlív, lesa ikki Guðs orð o.s.fr. Men óansæð hvat hendir, so ber til at koma aftur til Harran, játta sínar syndir, og fara víðari við Guði.
At bøn hevur alstóran týdning í lívi hins trúgvandi, er vónandi ongin í iva um. Tá vit hyggja í Bíbliuna, síggja vit; hvussu ómetaliga stóran týdning menn og kvinnur løgdu í bønina og hennara stóra virði í lívi teirra. Hví so ein bók sum henda? Jú, tí eg trúgvi, at vit ongantíð verða liðug at viðgera evnið bøn og tess týdning í lívi hins trúgvandi. Tað evnið fyri bøn, ið vit tosa um í hesari bókini - er um tungutaluna og hennara stóra týdning sum hjálp og amboð hins kristna.
Fornkirkjulig skrift, ið vanliga verða tíðarfest til millum ár 60/70 og 180. Talan er einamest um brøv, søgubrot, eina prædiku, eina opinbering, eina dóps- og kirkjulæru umframt eina pínslaváttafrásøgn.
Katekismus er um teir grundleggjandi kristnu trúarspurningarnar og teir spurningar, sum okkara nútíð reisir um teir.
Inngangin skrivaði Hans J. Joensen
Myndasøgan um menniskjusonin, grundað á tey fýra evangeliini.