, ,

Han satte hende fri

Dette er uden tvivl en af de allerbedste bøger af en kristen forfatter jeg har læst.Jeg ønskede ikke at den skulle slutte.Svein Askildsen har med en dybdegående granskning i Bibelens tekster bearbejdet og berørt et emne,som mange,af den ene eller and en grund,går i en stor bue udenom.Jeg sidder tilbage med en fornemmelse af at jeg har været på en rejse;en rejse hvor bølger skubber Bibelens kvindefrigørende budskab frem i en sammenhæng og et harmonisk flow.

250,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Altardúkar (50)

Í hesum bóklingi eru nýggj mynstur og leiðbeiningar til átta altardúkar, fýra broderaðir altardúkar, ein heklaðan altardúk, ein bundnan altardúk og tveir altardúkar, sum eru seymaðir í klútaseyming (patchwork).

150,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Skapanarverkið

Hugsar tú nakrantíð um, hvussu heimurin er skaptur? Hvør hevur skapt allar litirnar og øll djórini? Hvør hevur myndað skýggini? Tað er Gud, sum hevur gjørt alt tað, sum vit kunnu síggja og meir enn tað! Les bókina og finn út av, hvat annað hann hevur skapt!

99,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Kirkjuklæði (8)

Paulina M. K. Eliasen hevur gjørt eitt stórt siðsøguligt arbeiði at skráseta kirkjuklæði í øllum kirkjum og bønhúsum í fólkakirkjuni: tað søguliga, hvør hevur gjørt klæðini, hvussu gomul tey eru, hvussu tey eru gjørd og hvussu tey verða nýtt. Nógvar frálíkar myndir lýsa vakra handverkið, sum er eitt satt prýði í kirkjunum kring landið.

450,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Vestmanna kirkja (16)

Nú Vestmanna kirkja fyllir 125 ár, er hon at síggja til ikki sama kirkja, sum hátíðarhelt 100 ára dagin í 1995. Hon hevur broytt útsjónd uttan sum innan.Stórar hátíðarløtur var hon vorðin ov trong, og tí varð hon longd vestureftir. Uppískoyti, sum er í vøkrum samljóði við gomlu kirkjuna, er týðiliga frámerkt við gamla múrinum, sum skorið er ígjøgnum, so gamla laðingin sæst sum eitt vakurt mark millum farna og nýggja tíð.

348,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Guds undurfulla orð (25)

Guds undurfullu orð er ein spennandi barnabók, har lagt verður upp til, at børnini eru virkin. Her ber bæði til at lesa, tekna og klistra og tí kann bókin brúkast av fleiri aldursbólkum; ja foreldrini kunna eisini vera við :-).

169,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Hvar er Gud í einum heimi við koronavirusi ?

Vit liva í einum heilt serstøkum tíðarskeiði, ið fer at hava stóra ávirkan á okkara framtíð. Uttan mun hvørja framtíð. Uttan mun til hvørja heimsáskoðan ella trúgv vit hava, so er nógv av tí, sum vit mettu at vera púra vist og trygt, ikki soleiðis longur. Um tú ert kristin ella ei, so er koronavirusfarsóttin ørkymlandi og ger okkum ótrygg. Hvussu kunnu vit hugsa gjølla um hetta, so at vit fara at klára okkum ígjøgnum kreppuna?

95,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Platon Lógirnar

Lógirnar eru helst seinasta verkið, sum Platon greiddi úr hondum. Tríggir gamlir menn ganga ein heitan summardag á Kreta. Teir eru á veg til Idafjallið og Zeushellið, har Zeus á sinni gav kretoyingum tær fyrstu lógirnar. Meðan tir ganga, skifta teir orð um, hvussu jørðin skal verða býtt sundur, hvørji fólk skulu búgva har, hvørjir stovnar og embæti tørvur verður á.

380,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Frits (9)

Hetta er ein øðrvísi listabók. Ein bók við myndverkum, sum opnu fyri opnu lýsa tættir í ævisøgu málarans. Frá dreingjaárum, sum eru sveipt í dreymakent tám, til árini, hann roynir seg sum málari við íblástri frá øðrum, til hann torir at ganga sínar egnu leiðir og sættast við sítt egna lag. Hetta lagið bregdar tónlist og myndlist saman, og hesir báðir tættir mynda Frits læraran, kórleiðaran, málaran og bygdarmannin.

298,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Stjórnarskipan athenaranna

Í fornøld var Grikkalandi býtt sundur í býarstatir, sum hvør hevði sína stjórnarskipan. Stjórnarskipan Athenaranna er ein av teimum 157 lýsingunum av hesum stjórnarskipanum,sum Aristoteles og næmingar hansara á skúlanum, Lyceum,savnaðu saman og góvu .Tær fóru allar fyri skeytið, men tann hjá Athen, sum fyri okkum er tann týdningarmesta, varð funnin aftur á nøkrum papýrusrullum, sum British Museum í London hevði fingið fatur á úr Egyptalandi.

198,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Morgunlestrar (9)

Tað er oss alóskiljanligt,men bíblian sigur,at longu áður enn grundvøllur heimsins var lagdur,havdi Guå búgvið hjálpina til.Og við fylling tíðarinnar kom hann sjálvur til jarðar og var frelsari vár.Sá,sum allir lutir eru skapaðir fyrir fátækt sína at gera oss ríkar.Nú reiknar Guð ikki framar við oss,nú reiknar hann við honum,sum sagdi:"Krevjið av mær".Hann er gingin inn í ætt vára sum maður meðal manna,sum hin annar Ádam,svá at hann megi taka burtur tað vonda,sum hin fyrsti Ádam gav os í arv.

150,00 kr.
Legg í kurv