Jógvan hevur framtíðarvónir. Hann sá eina bjarta og ljósa framtíð fyri sær. Tað ræður um at hava eina jaliga tilgongd til lívið. Tað ræður um at síggja tilveruna við jaligum og bjørtum eygum, bara soleiðis eydnast lívið, og ein kann fáa eitt gott og eydnuríkt lív at liva.
Tankar um trúnna. Lestrar eftir Martin Luther
Hetta er søgan um íðin undangongufólk og virkin tænastufólk, sum hava givið av síni tíð, orku og peningi, so at gleðiboðskapurin um Jesus í orði og verki skuldi koma út til sjófólk og onnur heima og úti.
Jesu uppreisn og týdningar hennara er innihaldið í hesum bóklingi. Høvundurin knýtir seg til gomlu munnligu játtanina, sum Paulus hevur í einum av teimum elstu brøvunum í Nýggja testamenti. Jesus doyði fyri okkara syndir, hann varð gravlagdur, hann reis upp, og hann varð sæddur. Uppreisnin merkir, at vit hava eina vón, sum heldur bæði í lívi og deyða. Hetta er gott at minnast, bæði á páskum og allar ársins dagar!
Í samband við at tað í ár eru 200 ár síðan Johan Hendrik Schrøter læt Matteus evangeliið, fyrsta bíbliutýðing og týðing yvirhøvur á føroyskum, úr hondum, hava grunnurin Føroyskt Kirkjumál og forlagið Bókin, hjá Føroyska Bíbliufelagnum, útgivið bókina “Føroyskt Bíbliumál í 200 ár”.
nótar til 13 klaverstykki í minimalistiskum stíli eftir eli tausen á lava, skrivað í tíðarskeiðnum 2019-2023. bókin umfatar øll stykkini á talgildu tónleikaútgúvuni impressions (2020), meginpartin av stykkjunum á útgávuni in a field (2022) umframt eitt stykki yvir kendu vøgguvísuna " rura, rura barnið".