Ungur fór Jóhannes Haraldsen at skriva handrit til stóra bíbliuorðabók. Hann skrivaði alt handritið við hond. í arbeiðinum við bíbliuorðabókini brúkti hann Bíbliuna í týðing eftir J.Dahl og K.O.Viderø
Í bókini er eitt úrval av upprunaføroyskum og týddum sálmum við vøkrum myndprýðingum. Ætlanin við bókini er, at børn skulu fáa gleði av sálmunum, og at teir kunnu gerast ein felags mentanararvur hjá komandi ættarliðum.
Viðgerð tíðarrákið, og hvørjar avleiðingar tað hevur á kristna lívið, um vit ikki eru trúgv móti guds orði.
Bókin er ætlað tær, sum hevur mist ein kæran. Høvundurin ynskir at koma syrgjandi vini sínum til hjálpar soleiðis at ein kemur út úr sorgini sum vinnari, ikki tann, ið ongantíð rættiliga fótaði sær aftur.
Prædikur, stuttlestrar, brúðartalur, gravtala. Jesus kemur við ljósinum, troystini, friðinum og gleðini og sigur við okkum: Havið gott treyst! Tað eri eg! Óttist ikki!
Í bókini, sum er 256 síður til støddar, eru partar av Gamla og Nýggja testamenti myndaðir sum teknirøð í litum. Tað eru Jeff Anderson sum hevur teknað og Mike Maddox, sum hevur savnað.
Bókin er ikki um nakra einstaka samkomu, men umtalar øll endurfødd menniskju, sum samkomu Guds. Bókin svarar á ein einfaldan hátt spurningum viðvíkjandi tí, sum Bíblian lærir um samkomuna og um samkomulívið.
Kjarnin er Káta hornið hjá Teiti Lassen. Tilfarið er í 4 tættum. Tættirnir eggja næmingunum at viðgera sangtekstirnar ymiskliga og síggja ymsu løgini, ið sangtekstur kann hava í sær, eisini hóast hann er bæði stuttur og gerandisligur.
Henda bókin snýr seg um, hvat ið vísíndi eru, hvussu vísindi virka, og hvønn leiklut tey hava í samfelagnum; bókin viðger serstakliga hugvísindi og samfelagsvísindi.
Ungdómsverkið hjá Thomas Aquinas. Tað snýr seg rætt og slætt um tað sum er. Og um hvat tað sum er, er. Øðrvísi sagt: um hvat tað vil siga at vera, og hvat tað vil siga at vera nakað ávíst, í mun til nakað annað. So einfalt. Og so torført.
Lestrarbók. Prædikur og andakt.
Lestrar til fyrra tekstarað eftir prestar í embæti í Norðuroyggjum 1950 - 1999
Kortið lýsir tíðina heilt frá Skapanini og fram til Jesu lív á foldum. Niðast á kortinum er ein tíðarlinja við bíbliuávísingum, so tú kanst síggja og lesa meira um tey ymisku tíðarskeiðini og hendingarnar í Bíbliuni.
Ein myndabók til tey allar minstu børnini. Bókin er úr pappi, vælegnað hjá teimum smáu at blaða í. Lítil og ongin tekstur er í bókini, bert myndir.
Lestrarbók.
Kristilig skaldsøga. Søgan sigur frá, hvussu næstrakærleikin kann broyta tilveruna hjá fólki og vinna á tí ónda.