, ,

Tólv árstíðarsálmar

Tólv árstíðarsálmar eru tólv inniligir sálmar, ein til hvønn mánað í árinum, sum kenda danska sálmaskaldið Lisbeth Smedegaard Andersen hevur yrkt. Sálmarnir komu út á donskum í 2008, men eru nú tøkir í nýggjari føroyskari útgávu. Nicolina Dahl týddi sálm¬arnar til føroyskt, Páll Sólstein hevur gjørt løg til sálmarnar, og Edward Fuglø hevur myndprýtt við tólv glasmálningum.

348,00 kr.
Legg í kurv
, , ,

Frásøgnin hjá Markusi um Jesus

Frásøgnin hjá Markusi um Jesus er elsti samanhangandi tekstur um lív, deyða og uppreisn Jesusar. Hjá Markusi lesa vit, hvussu nærverandi, hjartagóður og virkin Jesus var á ferðum sínum frá Galilea til Jerusalems. Jesus lærdi, grøddi sjúk og gjørdi undurverk. Vøkru permuna hevur listamaðurin Hilmar J. Højgaard myndprýtt. Í bókini eru fleiri listaverk við bíbilskum motivum eftir sama listamann, og hesi seta ein heilt serligan dám á frásøgnina. Martin Luther gav í síni samtíð út Nýggja Testamenti við endamálinum at týða í ein málbúna, sum gav vanliga fólkinum høvi at skilja tekstin. Føroyska Bíbliufelagið gav í 2017 Nýggja Sáttmálan út, har Nýggja Testamentið er týtt til gerandismál. Hetta arbeiðið hevur verið endurskoðað, og nú er fyrsta úrslitið her: ein útgáva við Frásøgnini hjá Markusi um Jesus Frásøgnin er í einum gerandis málbúna og hóskar sera væl til teirra, sum ikki eru von at lesa bíbilskan tekst og til teirra, sum hava hug at lesa Bíbliuna á einum gerandis samtíðarmáli. Vit vóna, at bæði nýggir lesarar og tey, ið kenna tekstin frammanundan, fáa góðar og gevandi lesiløtur við Frásøgnini hjá Markusi um Jesus.

149,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Ein undursom bjarging (12)

Í teimum 288 síðunum eru 72 søgur. Tær venda sær til børn og ung, men eru eisini væl egnaðar at lesa hjá vaksnum. Søgurnar eru úr ymsum londum og eru bæði uppbyggiligar og spennandi at lesa. Tær bera ein góðan kristiligan boðskap.

250,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Lutherbókin, innb. (28)

Luthers lív og tankar lýstir við sitatum úr verkum hansara.

180,00 kr.
Legg í kurv