Triðja bók í røðini byrjar við frásøgnum, serligum tilburðum og samtíðarlýsingum av Havnini. Síðan verður grind í Havn viðgjørd fram til dagin í dag. Kongligi handilin frá 1816 og til fríhandil, har gongdin frá halli til avlops verður lýst.
Tá ið Mostafa, býttlingurin í flokkinum, fær fatur á einum gandakeppi, vendist lív hansara fullkomiliga á høvdið. Knappliga dugir hann at svara øllum spurningum, og eftir einum degi verðu hann kendur í sjónvarpi. Men framgongdin hevur sín prís.
Ungdómsverkið hjá Thomas Aquinas. Tað snýr seg rætt og slætt um tað sum er. Og um hvat tað sum er, er. Øðrvísi sagt: um hvat tað vil siga at vera, og hvat tað vil siga at vera nakað ávíst, í mun til nakað annað. So einfalt. Og so torført.
Dentur hevur í fyrsta lagi verið lagdur á at lýsa missiónsvirksemið, sum Elsa hevur verið við í. Í øðrum lagi verður givin ein lýsing av Etiopia, landi og fólki. Í triðja lagi verður Etiopia lýst undir tí kommunistiska stýrislagnum 1974-1991.
Í tíðarbilinum frá 1856 til 1940 vaks fólkatalið í Klaksvíkar kommunu úr umleið 280 upp í umleið 2200. Henda bókin er um hetta skeiðið. Beck og Sønner, Kjølbro og brøðrasamkoman.
Bókin er eitt savn av rímum og ramsum, skjaldrum og sangum, og tilfarið er lagt til rættis serliga við máli og málmenning í huga. Ætlanin við bókini er, at øll, sum eru um børnini, brúka hana og á henda hátt stimbra málmenningina hjá børnunum.
Føroya nývaldi kvinnuligi løgmaður verður skotin, tá ið hon skal tendra jólatræið á Vaglinum. Stutt seinni verða tvey fólk brend inni umborð á einum báti á Vestaruvág. Norðlýsi er sætta bókin um blaðmannin og ráðgevan Hannis Martinsson.
Savnið lýsir og viðgera áhugaverd og týdningarmikil - klassisk og nútíðarlig - hugtøk í bókmentafrøði. Savnið ber dám av hevdvunnari almennari bómentafrøði, tó so at roynt er at hava nýggj hugtøk eins væl og føroysk evni og tilvísingar við.
Konuni til vildar er um tvær kvinnur, fátæka og ríka, ið ein maður stendur ímillum. Søgan fer fram í Havenpool út móti Ermasundi og sigur frá óeydnu, sum stendst av blindari lagnu - og av at trýsta sín vilja ígjøgnum uttan fyrilit fyri øðrum.
Greinasavn - m.a. frá Kvinnutíðindi, 14. September, Tingakrossi og Búgvin.
Katla og Stina hava gjørt sína egnu detektivstovu. Tær smáu bláu, halda tær, er eitt gott navn, og áðrenn tær vita av, hava tær fingið sítt fyrsta mál at loysa. Kettan hjá grannakonuni er horvin, og Tær smáu bláu taka sjálvandi málið!
Dísa følir, hvussu hjartað dukar í bringuni, og hon er um at gráta. Hon skal síggja vinirnar fyri síðstu ferð. Hon skal til Íslands, og har kennir hon ongan. Til alla lukku hittir hon Kamban har, og tey gerast bestu vinir.
Dísa og pápin eru á veg til Tey svørtu slottini. Hetta er ein long og vandamikil ferð. Dísa heldur svávulsóljuni tætt inn at sær. Nú ræður um at finna systrina og at bjarga henni. Men við heimsins enda er um at verða galið.
Huldufólkini bjarga Dísu undan at doyggja í kavarokinum. Men stríðið ímóti tí ónda byrjar nústandi. Dísa lovar sær sjálvari, at hon skal gera alt fyri at fáa hendur á svávulsóljuni og bjarga klovninum, sum er gandaður.
Lestrarbók. Prædikur og andakt.
Savnið inniheldur 31 yrkingar í ymsum stíli. Skift verður millum siðbundnar yrkingar, ið bera uppá rím og eisini óbundnar yrkingar. Temuni fevna víða, frá heimspekiligari undran til gerandisligar staðfestingar.