Tey í sætta er ein røð, sum er um nakrar gentur og dreingir í einum púra vanligum sætta flokki. Men hóast púra vanligur, já so hendir kortini ymiskt, sum eftir eini lítlari løtu kann venda øllum á høvdið. Tað er ikki altíð so lætt at vera tólv ár!
Hon er um ein drong um 14 ára aldur, sum alt lívið hevur ansað eftir sær sjálvum. Síðan hann var 7 ár, er hann rýmdur undan myndugleikum og harkaliðum. Einki er, sum tú heldur tað vera, og sum lesari verður tú alla tíðina tikin á bóli.
Heini fer í hesum bindi saman við tveimum skúlafeløgum eina dólgaferð eystur um hav til Noregs, m.a. til arbeiðis niðri í gomlu silvurnámunum langt undir jørð í Kongsbergi og til Bergens at lesa.
Yrkingarnar hjá Karsteni eru løddar av einum skapandi hugflogi, sum fær sál og náttúru at syngja hvør í aðrari. Hann søkir miðvíst hesa lýrisku kraft og er tilvitandi um, hvussu hann sleppur fram at náttúruni.
Popptónleikur úr Vittula er skaldsøgan um dreingirnar Matti og Niila og uppvøkstur teirra í bygdini Vittulajänkkä í Norðursvøríki. Søgan fer fram í 60'unum og 70'unum, tá ið nýggja tíðin umsíðir kemur til fjarastu avbygdirnar í Svøríki.
Juan Preciado lovar mammu síni, sum liggur fyri deyðanum, at fara at leita upp pápa sín, Pedro Páramo. Hann fer aftur til bygdina Comala, haðan mamman rýmdi fyri nógvum árum síðani. Men Comala vísir seg at vera ein avtoftað bygd.
Orðálvur er eitt borðspæl um navnorð til børn og vaksin. Spælast kann í fleiri stigum, soleiðis at øll kunnu spæla saman.
Mín jólabók við 24 ymsum søgun, yrkingum og ítrivum. Ítrivini snúgva seg í stóran mun um kavamenn, men smákøkur og jólavættrar sleppa sjálvandi eisini upp í part. Og so hava vit hugsa um fuglarnar hesaferð; hví ikki geva fuglunum mat, sum minnir um jól?
Í arbeiðsbókini eru uppgávur til tríggjar teir fyrstu partarnar í næmingabókini: Lív og náttúra, Lívið undir sjóneyku, Mannakroppurin. Til hvønn partin eru fýra uppgávusløg: venjingar við vegleiðingum, minnist tú?, hevur tú skilt? og uppgávur.
Skjaldratingið verður hildið undir heitinum Fótatraðk – ein skjaldratingsseta. Fylgiskjølini eru 89 í tali, umframt eina fløgu við viðmerkingum og upplestri.
Til børn í barnagarðsaldri. Søgurnar snúgva seg um ein drong og eina gentu, sum ein morgunin vakna og eru hitt kynið. Javnstøðunevndin hevur tikið stig til útgávuna fyri at skapa orðaskifti um kynsleiklut og javnstøðu.
Í bókini kanst tú lesa allar tær bestu teknirøðirnar við Børki, ið áður eru útkomnar í Dimmalætting og Strok. Bókin hóskar væl til bæði børn og vaksin.
Hóast Nólsoy hevur fostrað fleiri skrivandi og søgufróð fólk, so hevur hon onga heildarsøgu fingið í bók fyrr enn nú. Styttri og longri søgubrot eru skrivað í ymsum spjaddum verkum. Men nú fáa nólsoyingar søgu sína í tveimum bindum í senn.
Søgan fer fram í Havn um aldamótið og er um kærleika av ymiskum slag: millum gentu og drong, tilkomið fólk og móður og barn. Men eisini um hin dreymakenda longsulin eftir horvnu mammu síni - og um droymandi tráan menniskjans eftir ævinleikanum.
Hetta verkið ber av øllum tí, ið Taylor Caldwell hevur skrivað. Hon arbeiddi í fjøruti ár við hesi skaldsøguni um læknan og evangelistin Lukas.
Ernestine greiðir frá søguni hjá tí, sum tá varð kallað ein av Føroya vakrastu skonnartum. Dávur úr Gerðum, skipari, hevði sæð hana undir Íslandi. Honum dámdi skipið so væl at hann og bróðurin, J. F. Kjølbro, keyptu Ernestine úr Fraklandi í 1927.