Henda bókin snýr seg um, hvat ið vísíndi eru, hvussu vísindi virka, og hvønn leiklut tey hava í samfelagnum; bókin viðger serstakliga hugvísindi og samfelagsvísindi.
Skemtisending. Í røðini verður hugt at Føroyum og føroyingum úr einum nakað øðrvísi, og kanska eitt sindur meira skemtiligum sjónarhorni enn vanligt.
Debutfløga við Peter Hentze Niclasen við 16 sangum. Harav umleið helvtin er føroyskir sangir. Eisini er nýskrivað lag til sang og guitar eftir Bjarna Restorff, ið skrivaði lagið til yrkingina 'Fýra bjarkir' eftir Carl Jóhan Jensen.
13 sangir. Fólka/vísutónleikur. M.a. Á trappuni hjá Lenu, Eftir 1001 nátt og Medistari í karry.
Lítla skrímsl vil ikki lata upp fyri Stóra skrímsli, tí hann spælir við Loðskrímslið. Stóra skrímsl heldur tað ikki vra petti stuttligt at fara á seiðabeg, eta matpakka og sparka bólt einsamallur. Nú er synd í Stóra skrímsli.
Krimisøga fyri børn. Um tvey systkin, tveir vinmenn og ein málning, sum verður stolin úr Smiðjuni í Lítluvík.
Søgan lýsir viðurskiftini á bygd um ár 1920, tá høvundurin á fyrsta sinni fór til skips, og lívið við slupp undir Íslandi.
Tíðarritið nr. 57 telur 212 síður og rúmar 15 greinar. Ritið inniheldur seks hugvísindaligar og níggju náttúruvísindaligar greinar.
Norski høvundurin Johan Harstad hevur skrivað søguna um unga gartnaran Mattias, sum er sera hugtikin av astronautinum Buzz Aldrin, sum var annar maður uppi á mánanum. Eins og Buzz Aldrin vil Mattias vera nummar tvey - hann vil vera ókendur.
Barnabók um flugulív, skrivað av námsfrøðinginum og lívfrøðinginum Herborg Nyholm Debes. Eitt flugulív er bæði viðkomandi og áhugavert, um tú fert at granska tað nærri, og ikki bert ilskast inn á summ, ssuuummm frá flugunum.
Nói er ikki nakar djarvur sniffil, men tá ein av elstu vinum hansara, áarsveimið Unda, er í deyðavanda, fer hann kortini út á eina vandamikla ferð ígjøgnum tann kavaklædda Dalin. Annar partur í røðini um tær smáu verurnar, ið búgva undir brúnni.
Isabella Swan flytir til Forks, ein vátan og keðiligan bý, og hon væntar sær heldur ikki annað enn regn og keðsemi. Men so hittir hon gátuføra Edward Cullen, og brádliga fer ein undursom og djúpt ørkymlandi broyting fram í lívi hennara.
Fimta bókin er um handil og fiskivinnu, Fabrikkina hjá Østrøm í Rættará og demografisku menningina 1816-1909 og kommunal viðurskifti sama tíðarskeið. Eisini eru yvirlit yvir kommunustýrislimir 1866-1909 og limir í ymsum øðrum almennum nevndum.
Frásøgnir, serligir tilburðir og samtíðarlýsing av Havnini. Bókin lýsir annars Skansaverkið 1812-1865, Havnar skúla 1812-1912 og Havnar traðasøgu fram til 1909 við nágreiniligum yvirliti yvir traðir í Húsahaga og Flatnahaga/Álakershaga.