AT KOMA TIGANDI TIL ORðANNA Heitið Dumbfilmarnir fær teg at hugsa um teir fyrstu dumbfilmarnar, har fólk komu tigandi til orðanna. Myndirnar renna tær til hugs, tá ið tú lesur tær sni›fundigu og stuttorðaðu lýsingarnar hjá Gyri Elíassyni.
Savnið fevnir um 48 danskar, norskar og svenskar yrkingar, sum eru týddar til føroyskt. Ikki so fáar teirra eru klassiskar yrkingar eftir eitt nú H.C.andersen, Steen Steensen Blicher, B.S.Ingemann, J.L.Heiberg, Kaj Munk, Christian Richardt, Peter Silve, Johan Skjoldborg og Christian Winther. Valdar eru yrkingar, sum eru væl yrktar og hava í sær góðar orðmyndir og hava nakað at siga okkum nútíðarlesarum.
Ver glaður fyri hvønn ein dag og fyri lívsins sømd og lag Tí lívið lutar forløg mong og mangur svangur fer í song Ver glaður kæri vinur mín at Føroyaland er gáva tín Ver glaður um hvat fyriferst av góðum og ei klaga bert Ver glaður fyri tað tú fært og brátt eitt annað ljós tú sært Ver glaður tú og gávur gev og tú skalt kenna lívsins stev
Eina ódnarnátt í november verður meistaraverk hjá Mikines stolið á Listasavni Føroya. Stjórin Sára Emmudóttir stendur fyri skotum og má stríðast fyri starvinum og savninum. Tá ið loynidómar og rossahandlar koma undan kavi, avdúka teir skitið spæl í listaheiminum og í politiska umhvørvinum. Turrlagdi arbeiðsmaðurin Jón Amos, sum eitt skifti hevði sítt egna gallarí, drekkur sterkt kaffi á skeinkistaðnum Kroysuni og fær illgruna um, at alt er ikki rætt vorðið.
Tann innhugsna Gentan í verðini er og ferðast hjá abbanum og ommuni á bygd onkuntíð seinast í trýssunum. Hon er mest saman við teimum vaksnu har í húsinum – abbanum, sum hon ikki ræðist, sjálvt um hann hevur stutt fjús og ofta trampar av øði, ommuni, sum ræðist gjóstur og helst situr inni og leggur kabal, tí ungu og forkelaðu mostrini, sum í heilum er í Havn og vitjar gubba sín, og gummuni, sum hevur verið húshjálp hjá teimum í ein mansaldur.
Gerandisdagurin við øllum tí gerandisliga. Gerandisdagurin við sínum tankameldri um alt hugsandi. Gerandisdagurin við sínum afturlitum og vónum og undran. Í øllum ymisleikanum finnur tú vinalag, forvitni, og mangan er eini darrandi órógv botnur í yrkingini. Alt latið í ein hóskiligan, málsligan gerandisbúna.