Fjøtraður orion
148,00 kr.
Ver glaður fyri hvønn ein dag
og fyri lívsins sømd og lag
Tí lívið lutar forløg mong
og mangur svangur fer í song
Ver glaður kæri vinur mín
at Føroyaland er gáva tín
Ver glaður um hvat fyriferst
av góðum og ei klaga bert
Ver glaður fyri tað tú fært
og brátt eitt annað ljós tú sært
Ver glaður tú og gávur gev
og tú skalt kenna lívsins stev
Rithøvundur: Christian Fróði Djurhuus
Fleiri upplýsingar
Undir tittul: Fjøtraður orion
Frágreiðing:
Evni:
Forlag: FORLAGIÐ JADA
Útgávuár: 2025
Síður: 132
Myndir: Nei
Bókaklubba: Nei






