Frásøgumaðurin, sum er ein miðaldrandi tíðindamaður, hevur ásannað, at hann fær ongan mun gjørt í verðini. Síðan hann var barn, hava brotasjógvar og hvirlukøst avbart land hansara, og nú er vorðið ilt verri, tí veðurlagsbroytingar hótta við at oyða klótuna. Hann leitar eftir vónini, men allastaðni finnur hann bara frásagnir um ta stóru vanlukkuna fyri framman, ið menniskjan sjálv er atvold til.
Í eini gamlari arabiskari læknabók verður sagt, at hjarta mansins verður býtt í tvey innrúm, annað eitur eydna, hitt eitur ørkymlan. Hvørjum skalt tú trúgva? Av tí at rúmini eru tvey, ber til at elska tvey menniskju samstundis. Kroppurin gevur okkum henda møguleika. Men samvitskan stríðir ímóti, og hetta kann gera lívið torført at liva.
Gyrðir Elíasson (1961) hevur givið út eina røð av yrkingasøvnum, stuttsøgusøvnum og skaldsøgum á íslendskum. Stílurin er altíð myndríkur og lýriskur. Yrkingar og søgur hansara eru eyðkendar og lýsa á heilt serligan hátt dreymar og veruleika, tað fantastiska og tað triviella. Samstundis hava lýsingar hansara mangan ein farra av magiskum útsagnum, har hann yrkir um samanhangin millum hugsan og nátúr
Í eina hálva øld hevur Martin Joensen glett okkum við sínum tekstum og løgum. Við tónleiki og tekstum, ið hava nomið so inniliga við føroysku fólkasálina. Nú eru verkini sáldað og savnað og borðreidd saman við nótum til sangirnar.
Bókin fer fram í Týsklandi eftir seinna heimsbardaga. Fimtan ára gamli Michael Berg verður sjúkur ein dagin, hann er í skúla. Hanna, eitt gátuført og eiggiligt konufólk, farið um tey tríati, tekur sær av honum. Tað gerast væl og meira enn tað – tey njóta og øsa svangliga hvørt annað kynsliga. Brádliga ein dag er hon horvin og letur ongan vita hví.
Í eystri er nú ein heilt, heilt veik rond av ljósi. „Kom, vit mugu ganga skjótari,” sigur Agnas knappliga. „Koma vit ikki yvir um Lambafelli, áðrenn tað av álvara lýsir, kunnu vakmyndatólini saktans varnast okkum.” Vit seta ferðina upp. Tað ber ikki longur til at njóta løtuna, bara ganga so skjótt vit orka. Lættari og lættari er nú at síggja, hvar vit traðka. Ov lætt. Tað er til at gráta um, at sólin er fíggindi okkara.
Samhugaprógvið er ein kollveltingarkend tøkni. Kanningar staðfesta, at tað er merkingarberandi samsvar millum andsamfelagsligan atburð og tað at vera máld ella máldur undir lágmarki á mátistokkinum hjá samhugapróvnum. Allir einstaklingar hava í boði at fara til próvtøku, og um royndin er staðin merkja seg í eina almenna protokoll hjá Sálarfrøðingafelagi Íslands og soleiðis prógva fyri samfelagnum, at tey eru álítandi.
Bókin snýr seg um at ganga, oftani í lendinum kring Havnina og á Suðurstreymoynni, har høvundurin býr. Hon endurvitjar grótbrot, Húsahaga, ið er eitt tyrvingarpláss fyri allan høvuðsstaðin. Bókin er fylt við stillum og sansandi fotomyndum av t.d. lendinum og skipanum og strukturum við grótbrotum og byrgingum. Hon siterar Andrei Tarkovsky: ”men vit ganga ikki beint fram her. Vit ganga ein umveg”. Hon skrivar um seg sjálva, men eisini um pápa sín.
Hvat er heimspekin hjá fiski? Náttúrusøgan hjá kombikkinum? Hvør er menniskjans støða í mun til náttúruna? Hava soppar umsorgan fyri okkum, sóu trøini okkum, tá vit vóru børn? Hvørjar søgur siga vit um okkum og um tey, sum vit hava mist? Í fýra pørtum setir savnið sjóneykuna á alt tað, sum fer millum fingrar okkara, og ikki minst gleðina við at venda sær móti heiminum, okkara húð, midum, virusum og tí meldrinum av bakterium, ið er lívfrøðiliga grundin undir øllum livandi.
Í einari fjarskotnari pólskari bygd suður ímóti kekkiska markinum býr Janina. Hon hevur eyguni eftir summarhúsunum har um leiðir, sum standa tóm um veturin. Annars dámar henni best at sita við stjørnutýðingum, at týða yrkingar eftir William Blake og at eygleiða villinidýr. Greitt er, at henni dámar betur dýr enn menniskju. Beisk í huga sær hon veiðimenn drepa hesi ediligu dýrini frá hond. Brádliga doyr ein veiðimaður fyri og annar eftir undir heilt løgnum umstøðum.
Jón eigur eingi børn, hann er einsamallur, 47 ára gamal og fer lítið hugaður niðan á vatnið saman við pápabeiggjanum at seta gørn. Hann er tónleikari og hjálparlærari. Hann arvar fiskasmáttuna og rættindini at fiska á vatninum. Hann hevur ongantíð fingist við slíkt og hevur ongan áhuga í tí. Nú skal hann læra at fiska, hvussu og hvar og nær, at røkja stovnin, at hagreiða fongin og gera burturúr. Pápabeiggin hevst alla tíðina at honum. Hví fært tú tær ikki gentu, Jón?
Ben Arabo hevur gløggan og lættan penn. Evnini fevna millum annað um tað innantóma lívið, marglætistilveru, grammleika og materialismu, øvundsjúku, snobbarí og sjálvgóðsku. Samfelagið verður lýst sum kalt og kyniskt og hevur eittans fyri eyga: at misnýta øll og alt. Søgurnar eru óhátíðarligar, skrivaðar á løttum talumáli, og tær eru fjøtrandi.
Høvundurin er føddur í Lamba í 1946. Hann greiðir livandi og skemtiliga frá sínum barnaárum, sínum unglingaárum og sum vaksin. Hann er góður frásøgumaður og leggur við hesari bókini eitt klípi aftrat, hvussu tað var at vera barn í fimmtiárunum, hann lýsir hjartalagið í fólki á smáplássum, hvussu tey dugnaðu hvør øðrum, hvussu tey hjálptust við lítið, hvussu bjartskygnið setti dám á sekstiárini, og við tí sum støði lýsir hann eisini sítt arbeiðslív seinni, einamest sjólívið.