Í bókini fylgja vit gerðum, tankum og kenslum hjá høvuðspersóninum frá tí, hann gongur í 5. flokki, tll hann verður konfirmeraður. Hvussu hann støðugt metir seg sjálvan, serliga við atliti til sínar javnaldrar, floksfelagar og onnur. Vit fáa eisini eina lýsing av dagligdegnum og fólkum - bæði veruligum og fiktivum - í eini bygd á Skálafjørðinum seinast í 1960- og fyrst í 1970-árunum.
Eg havi sett kavarósurnar í gluggan. Og tendrað kalendaraljósið. Tað er rørt í gamla pottinum. Og kryddað er við nýggjum tilfari. Hetta er mín heimagjørda uppskrift. Jólagløgg. Sangir, ið hava yvirlivað frost og myrkur. Einsamøll løg, sum góðir einglar hava sitið uppiyvir. hetta eru míni dansandi vetrarbørn.
Songbók Føroya fólks kom út fyrstu ferð í 1913 og hetta er ellivta útgáva. Støðið er úrvalið, sum Thorben Johannesen gjørdi til níggjundu útgávu í 1997. Sangirnir eru nú 547, í fyrstu útgávuni vóru teir 221. Tey, sum ritstjórnaðu tíggjundu útgávuni vóru Malan Marnersdóttir, Turið Sigurðardóttir og Eivind Weyhe. Í hesi ellivtu útgáva eru prentvillur og upplýsingar rættaðar. Løgini til sangirnar í hesu útgávu standa í lagabókini hjá Zachariasi Sørensen Løg til Songbók Føroya fólks.
Eg hoyri hana framvegis siga tað finst bara eitt slag av kærleika eginkærleiki! Hetta segði hon sum hvønn morgun kykaði gav sirrunum og borðreiddi fyri sínum fólki. Var tráðurin skoyttur till øll pløggini hon bant hevði talan verið um einar tveyhundrað kilometrar av spunnum tógvi veit ikki hvussu nógv tað er í eygum siggi fyri mær ein heilan himmal við ullrandaðum glómum.