Jógvan hevur framtíðarvónir. Hann sá eina bjarta og ljósa framtíð fyri sær. Tað ræður um at hava eina jaliga tilgongd til lívið. Tað ræður um at síggja tilveruna við jaligum og bjørtum eygum, bara soleiðis eydnast lívið, og ein kann fáa eitt gott og eydnuríkt lív at liva.
Ein bergtakandi søga um ættarbond og kærleika, um eystur og vestur, siðvenju og nútíðarrák eftir ein av nútíðarinnar stóru frásøgumonnum.
Staklutirnir er ein skaldsøga við fýra persónlýsingum og túsund staklutum, um tumlaðar fikkubøkur, psykedeliskan dans og nøtrandi fjáltur. Hvat er tann perfekti millenniumkjólin? Kann eitt elskað menniskja veruliga hvørva? Og hvør er tað í roynd og veru, sum skal myndast, persónurin á myndini ella tann, sum heldur á penslinum?
Laki Sarris nærkast teimum fjøruti, hann er giftur við Lenu og pápi ein drong, sum er fýra. Lívið verður endavent, tá ið hann verður fullkomiliga burtur í aðrari kvinnu – ein so ógvisligur kærleiki fær vald á honum við einum longsli, sum ger, at skilvísi er óhugsandi. Laki er ótrúgvur, men fær ikki gjørt seg leysan av húskinum. Hann elskar bæði konu sína og ta nýggju kvinnuna. Í tíðini, sum nú kemur, rannsakar hann seg sjálvan gjøgnum ótrúskap og kærleikans mongu streingir.
Anja flytur aftur til Føroya við soni sínum, og tey royna at fóta sær á bústaðarmarknaðinum í høvuðstaðnum. Seinni vísir tað seg, at vandar liggja og lúra. Teir hótta tann nýggja kærleikan í hesi søguni um broytingar, strembanir og brotsgerðir.
August (Auggie) Pullman er føddur við einum andlitsfráviki, sum forðar honum í at ganga í vanligum skúla – tað vil siga til nú.Tí nú skal hann í fimta flokk á Beecher Prep; og hevur tú nakrantíð roynt at veranýggi næmingurin, so veitst tú, hvussu strævið tað kann vera.Í grundini er Auggie bara ein vanligur drongur við einum heilt serligum andliti.Men kann hann sannføra sínar nýggju floksfelagar, at hann er akkurát sum teir, uttan mun til hvussu hann sær út?
Hannis Martinsson er eftir skurðvigerð komin á Hvíldarheimið. Hann fær at vita, at ein maður, sum hevði samband við bumbuatsóknina móti løgtingshúsinum í septembur 1945, bleiv myrdur á stovninum stutt aftaná. Ein lívshættisligur leikur fer nú í gongd
Stjørnuløtur - Kærleikin gloymir ei er ein syngið við fløga, sergjørd til fólk við demens. Tí er fløguhúsin ein bóklingur á 64 síður við sangteksti, nótum, akkordum og fittum tekningum. Akkordirnar er skrivaðar meira einkultar soleiðis at sum flest kunnu spæla við.