Lívsins aks er stórfingin og skelkandi frásøgn um ein griman og ringan barndóm. Lívsins aks myndar tað ósannlíkasta lendið, har eitt tað besta skaldið í Svøríki varð gróðursett.
Høvuðsleikarin í skaldsøguni er miðaldrandi kona, sum samstundis livir trý sambond: sambandið við foreldrini, sambandið við mann sín og sambandið við serbiska elskaran.
Ein veitsla í Dublin trettandakvøld beint eftir 1900. Søgan lýsir tvídráttin millum lív og deyða, mann og kvinnu og millum tað upprunaliga Írland og tað upplýsta mentunarrákið í Dublin.
Løgreglumaðurin Schmied er um at avdúka ein brotsmann, sum tann sjúki Bärlach kommiserur hevur jagstrað ein mansaldur. Men brádliga verður Schmied funnin skotin. Tann .. geniala og spennandi uppkláringin skal ikki avdúkast her.
Johan Mortesen hevur áður givið yrkingasavn út. Í hesum savninum eru stuttar yrkingar, hittinorð og speirekandi, ófrættakendar myndir.
Bókin er um jantesamfeløg, sum í miskunnarleysari smábýarhugsan kyrkja einstaklingin og køva búning, vøkstur og menning. Fólkini standa fyri sleygi, bakbiti og meinfýsni.
Persónligar og filosofiskar, fyri ikki at siga daprar og bondskar, yrkingar, sum í fyrra savninum hjá Rúna Janusson.
Um ungu Karin Blom og hennara margháttiligu skyldfólk. Í heimi Karinar sveima hugflog og veruleiki saman í eind, næstan ógáað. Hon sigur frá, oyðileggur, argar og tølir - meðan øll onnur kring hana miðvíst stevna inn í einsemið.
Savn við yrkingum, stuttsøgum, greinum og myndum. Flestu tekstirnir í savninum hava ikki áður verið útgivnir á føroyskum. Dentur er lagdur á, at tilfarið umboðar allar tættir í listarliga verki Williams.Tekstirnir eru í fullari longd.Bókin er býtt í í trý evni: Fólk og samfelag, Lívgevandi máttur og Tilverufatan. Bókin er givin út í sambandi við 100 ára føðingardag William Heinesens.
2 fløgur. Kvæðabókin hjá Tróndi á Trøð.
Sára verður gift í eina bygd í Norðoyggjum, og hon er góð við mann og børn, men so kemur beiggi mannin av langfaraleiðum, og hon gerst góð við hann. Tá maðurin doyr, finna Sára og beiggin saman, men tey mugu goyma tað.
Tað er eitthvørt Lisa í Leikalandi yvir frásøgnini, og líka frá fyrstu byrjan hevur lesarin ein av varhugan av, at hetta ikki er tann vanligi veruleikin, men ein ævintýrkendur.
yrkingarnar eru minni enn so bara speiskar – hóast eisini tað – men ímillum longri tekstir, sum taka tøk við tilveruna og portrettyrkingar standa tey fínligastu haiku
Um drongin Páll, ið veksur upp millum tey sjúku á bróstsjúkrahúsinum í dalinum fagra - Hoydalar.
Eitt yrkingasavn, sum á bersøgnan hátt viðger teir døpru partarnar av lívinum.