, ,

Vegurin at ganga

Jarnfrystu vetrarmánaðirnar um árskiftið 1944-45 flýggjar eitt lítið norskt húski undan krígnum. Illa sperd og í dýrastu neyð fara tey til gongu tvørtur um norðurnorsku fjøllini móti trygdini handan svenska markið.

149,00 kr.
Vís meira
, , , ,

Meðan løtur líða 1

Brotamyndir úr gerandisdegnum tíðliga í 20.øld.

220,00 kr.
Vís meira
, ,

Koparskrínið

Mattas er á seiðabergi úti á Byrgistanga í Hoyvík, tá ið hann kemur fram á eitt lítið helli. Inni liggur beinagrind og koparskrín. Í skríninum er ein rúgva av skrivibókum, sum Mattas setur seg at lesa í.

160,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Snæbjørn

Okkara stuttu, kláru søgn um húskallin Snæbjørn, sum vaks til mans í Hvalba, sum legði ástir við ungu arbeiðskonuna, sum segði yvirvøldini ímóti og noktaði at fara í bergið eftir dúvuungum kenna flest øll. Yvirvøldin hevndi seg inn á Snæbjørn og feldi seinni dóm yvir hann. Men Snæbjørn bardist fyri sínum, sló fútan so meint, at hann doyði, tá ið hann hevði dømt hann til Bremarhólm, og tók til rýmingar. Hann var útlagin leingi, men kláraði seg, tí hann var so frágera raskur og hegningur.

68,00 kr.
Vís meira
, ,

Blóðroyndir

Í hesum savni verður orðið, eygleiðingin, hendingin loftað, samansjóðað og ofta snarað á, so at gerandisfatanin rillar.

120,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Veingir

Hetta er eitt savn av týðingum. Úrvalið fevnir frá Homer til íran Seamus Heany, og serliga sonettin hevur eitt stórt pláss.

180,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Kreutzer-sonatan

Svartsjúkur hjúnafelagi, sum drepur konu sína, tí hann hevur illgruna um, at hon er skotin í einum øðrum. Lýsingin er bersøgin um kynslig sambond og er eitt álop á vanliga, stirnaða hjúnalagið.

149,00 kr.
Vís meira
, , , ,

Mánadags Mortan

Barnasangir við føroyskum teksti.

60,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Anna, Hanna og Jóhanna

Meðan Anna situr og vakir yvir móður síni, trákkast hon eftir at skilja hana og eisini ommuna Honnu, sum hon ongantíð rættiliga kendi. Anna ger av at smíða heild burtur úr fortíðarbrotum.

188,00 kr.
Vís meira
, ,

Eydnufelagið

Jing-mei veksur upp í tveimum mentanum, amerikanskari og kinesiskari. Bókin er forkunnug lýsing av sambandi millum móður og dóttur, hvussu tað er at liva fjart frá sínum upphavligu rótum, og hvussu tað kenst at fáa nýggjar røtur at festa seg.

188,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Søga og stev 6

Í høvuðsheitum kvæði úr 6. og seinasta bindi av Føroya kvæðum, við blandaðum innihaldi. Kvæði, ið einans eru varðveitt í Føroyum.

200,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Rás Sár

Bæði tittul og perma leggja upp til fleiri tulkingar, tí ein rás, ein leið í tilveruni, kann, stavað aftanífrá, gerast eitt sár.

90,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Fjúrtan dagar fyri frostnætur

Knut Holmen hátíðarheldur einsamallur fjørutiáradagin á eini matstovu. Onkustaðni á leiðini er eitthvørt skeiklað.Tað snýr seg um ótta fyri myndugleikum og lívsangist, sum hava røtur í barnaheimi við ongum eymleika og ongum trúnaði.

169,00 kr.
Legg í kurv