Advent er søgan um seyðamannin, Benadikt, sum hvørja advent leggur til brots inn millum fjøllini at leita eftir seyði, sum hevur ligið eftir á rakstrinum. Á hesum vandaferðum hevur hann tveir fylgissveinar, hundin, Leo, og geldseyðin, Eitil, ið er slóðarin góður.Á 27.undi ferðini kemur kavarok og stormur av tí frekasta á hann, so tað stendur um lív. Meistarliga greiðir høvundin frá, hvat ið rørist í huga Benadikts uttan at fella í fátt berjist fyri lívinum í stormi og dungaroki.
Skaldsøgan fer fram í Havnini stutt eftir aldaskiftið 1900, og tær sosialu og søguligu rembingarnar verða beinleidis brúktar í søgugongdini.
Bókin viðgerð nágreiniliga skaldsøguna Barbaru eftir Jørgen-Frantz Jacobsen. Lagt verður fyri við at fortelja, hvussu skaldsøgan kom í, hvussu móttøkan var og hvørjar søguligar hendingar, ið búgva aftanfyri.
2. yrkingasavn hjá Sigri er ein ljós kvøða til lívið, sjálvt um skuggaløtur ikki verða fjaldar.
Í hesi bók, fær ein eina fyrstuhonds vitan um tað, sum fyrifórst, tá lunnar vóru lagdir undir okkara verandi vælstand.
Boð verða send eftir Wallander, tá hjúnini Lövgren gerast offur fyri sera ráum og óhugnaligum dupultdrápi. Einasti tráður, løgreglan hevur at ganga eftir, eru síðstu orðini hjá gomlu konuni: Útlendsk.
BLANKAN FELD OG STERKAR LABBAR er ein brennandi heit kærleikssøga ímillum eina unga, verjuleysa gentu og ein aldrandi akademikara í svárari lívskreppu.
Skaldsøgan er søgan um Pasqual Pinon, hansara tort og eyðmýkt, men eisini um hansara kærleika, tí andlitið á tí konufólki, hann ber í enninum, livir sítt egna kenslulív í hansara kroppi.
Keisarin av Portugáliu (1914) er ein hjartanemandi søga um fátæka smámannin Jann Andersson í Skróbyrgi og hansara markleysa kærleika til dóttrina Kláru Fínu Gullborg.
Skemtiligar kærleikssøgur úr Italia í 14. øld.
Yrkingasavn, ið spyr ógvuliga ungar spurningar, og við ungdómsins óvikandi fullvissu lýsir høvundurin tað, ið er uttan um hann - stundum troyttur av øllum, ungdóminum so líkt.
Søgnin um tey bæði Hábarð og Signu og so um Tíðrik av Bern og hansara kappar.
Alheims sagnir og halgisøgur í orðum og myndum. Um gudarnar í Ásgarði, um Romulus og Remus, um riddararnar við runda borðið, um fílagudin, um kattagudinnuna, um ormin í fjøðurhami, um dreymatíðina og um mangt, mangt annað. Litmynirnar gera sgnirnar spennandi og øðrvísi. hvør er hvør í gudalærunu stendur aftast í bókini.
Viðger skaldskapin hjá Gunnari Hoydal. Kjarnin í viðgerðini eru søgu- og frásagnarsavnið Av longum leiðum, yrkingasavnið Hús úr ljóði og skaldsøgan Undir suðurstjørnum.
Ein dagin kemur ein einsamallur bókavørður fram á gloymdar søgur handan 200 ára gamla altartalvu. Frásøgur um undrið, um kærleika og longsil, hugmóð og tølan. Tá ið bókavørðurin fer undir skjølini úr Vatikaninum, verður úrslitið lagnukviðið.