Tað, sum ikki eigur at henda, verður veruleiki ein dagin á Víkingaskúlanum. Ein skjútti stendur goymdur á einum vesi og fer at skjóta beint inn í matsalin. Ein køkshjálp og næmingar verða raktir.
Bókin roynir at svara spurninginum, hví føroysku kvæðini ikki fingu somu lagnu sum í grannalondunum, og í hvønn mun kvæðini standa í samband við føroyskan samleika og tjóðskap.
Onkur stjelur diamantar hjá gullsmiðinum Muhammed Karat. Alt bendir á, at talan er um eitt av starvsfólkunum - Siv Flennander, Tóra Díki ella Líggjas Klikk. Løgreglan stendur á berum. Tí noyðist hon at senda boð eftir ungu detektivunum Lassa og Maiu.
Skaldsøgan snýr seg um ein ungan mann, ið nevnist Ádam Guðmundsson, men kallar seg Ikaros Ð. Hann er eitt neyðardýr, ið líður av – tvørt at siga – bæði lívsleiði og stórlætisørskapi.
Ó- tað ódeyða, tað óútrokniliga er holdbundið í Bænadikti Chonradsen, keypmanni. Har, hann ber við, fer alt av lagi. Trúgv, vón og kærleiki missa sítt gildi. Trúboðin, Matthias J. Danielsen, halgar hinvegin sítt lív til Guð, men trýr ikki upp á hann.
Søgulig skaldsøga um viðurskiftini hjá føroyingum fyri 100-200 árum síðani, árini fyri og eftir fríhandilin og fram til slupptíðina. Um hesa tíðina var ikki óvanligt, at menn settu jørð í veð fyri brennivín, meðan familjurnar livdu í armóð. Men hjálpsemi, áræði og gudstrúgv gjørdu, at fólk hóast alt megnaðu at fóta sær aftur
Um uppvøkstur og vaksna lív Salku Valku í lítlu útróðrarbygdini Ósoyri við Akslarfjørð í eini tíð, tá nýggjar politiskar og sosialar hugsanir uttaneftir vinna fram millum bygdarfólkið.
Olav H. Hauge var bæði klassisistur og modernistur; Spennið og skaldsliga flogið í yrking hansara, frá tí staðbundna til tað almenna, frá tí samansetta í formi og innihaldi til tað leyshenta, hevur svarað so væl aftur hjá bæði leikum og lærdum, at hann verður mettur at vera millum mætastu norsku yrkjarar í nýggjari tíð. Modernistur var hann tó ikki mettur at vera, fyrr enn yrkingasavnið Dropar i austavind kom út í 1966.
Russiska samfelagið mitt í 1800-talinum. Fedrar og synir umboða tvær ymiskar áskoðanir á samfelagið. André Niclasen hevur skrivað fororð.
Bókin er ein hjartanemandi, lívsjáttandi frásøgn um vanlig menniskju og leitan teirra eftir eydnu og tilverugrundarlagi, um viðrák og mótrák og um at fóta sær í einum heimi, sum alsamt broytist.
Tá ið tvey ung, bretsk umhvørvisfólk verða funnin deyð millum hvalirnar á oljukaiini í Havn, fær tað felagsskapir um allan heim at fara í hernað móti Føroyum.
Við vanligum spei og skemti ger høvundurin myndir í huganum á lesaranum, sum bæði fáa hann at smílka og hugsa seg um.
Opinskáraður sum altíð, tekur høvundurin hesaferð støði í skúlaárum í Sankta Frans Skúla í Havn. Skaldsøgan sigur frá fimm lagnum úr sama klassa, fimm dreingir, sum allir doyggja á ungum árum.
Skaldsøgan sigur frá kvinnulagnum frá undan seinna heimsbardaga og til í dag. Hvussu tilvildin ger seg galdandi, og lagnur umskarast.