Í yrkingasavninum verður dentur lagdur á fyrr og nú og uppvøkstur á bygd mótvegis tilveruni í størri umhvørvi. Heima og úti setast upp ímóti hvørjum øðrum, hvussu burturferðin veitir tær øðrvísi perspektiv, hvussu tú vinnur og missir.
Hetta savnið eftir Tórodd Poulsen víkur eitt sindur frá høvuðsrákinum í undanfarnum søvnum. Tað er ein modernistiskur dámur yvir mongum av tekstunum, sum í poetiskum myndum smúgva seg inn og úr medvitinum og gera óvanlig sambond.
Í havsins hjarta er skaldsøga um tíðina frá jólafundinum gjøgnum tjóðskaparrørslu, heimsbardaga, fólkaatkvøðu, kalda kríggið og stóra skædlið fram til fólkafundin á Slættaratindi. Ein søga um vónir og vónbrot í hundrað ár, sæð við eygunum á einum, sum er heima og burturi í senn, eygleiðari, droymari og samstundis luttakari.
Krimisøga. Í Havn doyr ein útvarpsmaður fyri opnari mikrofon, og ein bankarænari beinir fyri sær. Hetta fær blaðmannin Hannis at vísa áhuga fyri einum prædikumanni og reiðara, sum hevur samband við italska brotsmannaheimin.
Savnið er býtt upp í tríggjar partar - Innansjónir, Líkindi og Sindr. Yrkingarnar eru heimspekiligar hugmyndir, ið verða lýstar bæði speiskliga, skemtiliga, hugvekjandi og romantiskt. Spegilsmyndir er annað yrkingasavnið hjá rithøvundanum.
Í savninum eru bara seks tekstir, men flestu hesir eru drúgvir og býttir í fleiri partar. Í øllum yrkingunum er ein dyrkan av estetikkini í forfallinum, og at tað finst ov nógv av tí harða, keðiliga veruleikanum og ov lítið av fantasieggjandi dreymum
Hetta vakra yrkingasavn er myndprýtt við grafikki eftir høvundan, sum sær sjálvur líkur gløgt spælir við orðum og týdningum.
Yrkingar á fløgu. Upplisið av Carl Jóhan Jensen.
Sagt verður frá einum smádreingi, sum lærarin einki væntaði sær av, men sum longu 12 ára gamal tók teir vaksnu á bóli. Sum ungur var hann altíð millum teir bestu ella bestur at fiska á skipi í sjálvdrátti. Sum skipari var hann altíð millum teir fremstu, og hann veiddi ta størstu nøgdina, nakað føroyskt snøriskip fekk eftir einum ári. Hann var 22 ár, tá hann fyrstu ferð førdi skip.
Yrkingarnar í Á langbylgju kunnu sum heild sigast at vera eksistentialistiskar og takast við teir stóru spurningarnar í tilveruni.
Onnur bókin um drongin Julian. Í hesari bókini er onkur eftir Jim og vil gera seg inn á hann, tí at hann hevur slatrað, og tað kann Julian ikki lata henda, tí hann og Jim eru vinir.
Ein bók um Varg Veum, ein bergensk útgáva av tí harðkókaða privatdetektivinum: fátækur, vónbrotin, men við einum hjarta av gulli – og einari fløsku av akvavitti at verja seg ímóti einseminum við.
Tummas Napoleon, sum í táttaryrking nevndi seg Tonglatummas, skrivaði yrkingar, tættir, gjørdi søguligar ljóðmyndir og var ofta at hoyra í skemtisendingum í útvarpinum. Hansara yrkingar eru ofta inniligar lýsingar av bráðkomnum og viðkvomum kenslum.
Tummas Napoleon, sum í táttaryrking nevndi seg Tonglatummas, skrivaði yrkingar, tættir, gjørdi søguligar ljóðmyndir og var ofta at hoyra í skemtisendingum í útvarpinum. Hansara yrkingar eru ofta inniligar lýsingar av bráðkomnum og viðkvomum kenslum.
Yrkingasavnið er uppbygd sum ein krevjandi fortættað tematisk umferð av evnum, ið fænomenologiskt arbeiða seg um tað ósagda, tað ósigiliga og kennir til sína egnu kreppu í hesum arbeiðinum.
Skaldsøgan Hvør var Nimrod? fer fram í Havnini, har tað verður lagt mitt í vaðið við einum ferðsluóhappi á Vaglinum, har ein ung kvinna doyr.