Savnið er sum tey undanfarnu hjá høvundinum nýskapandi í føroyskum bókmentum, men eisini humoristiskt-spottandi.
Skjótt gongur tíðin. Men Kular Røtur eru ikki gularøtur. Tær spillast ikki eins og vanligar røtur og plantur, og tíðin hevur víst, at sangir sum “Hon er omma mín”, “Karin”, “Vera” og “Tey kalla meg Babe” eru vorðnir fólkaogn. Í sangbókini við gyltari permu eru 29 sangir við nótum og besiffringum, sum Magni Husgaard hevur gjørt. Edward Fuglø hevur sniðgivið og myndprýtt og prentvirkið Cre8 hevur brotið um og greitt bókina til prentingar.
Høvundurin ferðast heimkunnigur ímillum øll hugsandi sløg av lyrikki og evnar skaldskap til, sum er ímillum tað dyggasta í okkara landi.
Ein av okkara virknastu viðmerkjarum og ummælarum roynir seg nú sum yrkjara. Av temum kunnu nevnast stórbýurin, útlegdin, hin ferðandi og fremmandagerðin av tí einstaka.
Søgulig skaldsøga. Sebastians hús fevnir frá 1890'unum til 1950'ini og sigur frá lívi og lagnu hjá teimum, sum eru knýtt at húsunum á Skálatrøð.
Rithøvundurin hevði upprunaliga ætlað at skriva eina filmsøgu til sjónvarpsframleiðslu. Men av tí at hann ikki væntaði, at filmurin fór at verða framleiddur í bræði, valdi høvundurin at skriva handritið umaftur, nú sum eina skaldsøgu.
Í søguni verður varpað ljós á eitt tíðarskeið við fátækradømi, armóð og hungursneyð, men eisini hvussu gudsótti, hjálpsemi, gávumildni og næstrakærleiki, vunnu á øvund og óndsinni, harumframt eru romantikkur og kærleiki eru við til at gera søguna sera spennandi.
Kærleikin er sum ikki einaferð kjarnin. Tað eru tær duldarfullu leiðirnar hjá ástarhuganum, hvussu hann festir seg á fólk, sum eingin hevði gitt, at hvørki maður ella kvinna høvdu fullið fyri.
Umframt lív og deyða, sum verða lýst speiskliga hvørt um annað, so er ein høvuðstráður í yrkingasavninum tann nýggi skapningurin.
Yrkingasavn fyri børn og barnsligar sálir. 35 stuttligar yrkingar og vakrar myndprýðingar.
Samrøður við kvinnur í aldursbólkinum 23-70 ár. Bókin er skrivað sum eitt íkast at lýsa viðurskiftini hjá nøkrum kvinnum í okkara tíð.
Skaldsøgan sigur søguna hjá einum húsum í Havn. Frá tí tey verða bygd í 1890’unum og fram til miðskeiðis í 1950’unum, tá ið frásøgufólkið skal flyta úr teimum.
Egnu yrkingar høvundans eru pointeraðar lívsroyndir blandaðar upp við speisom prik til bæði Tórodd Poulsen og háfjallsólmentanina.
Heildarsavn, ið fevnir um upprunayrkingar og týddu yrkingar Christians. Yvirlit, ið vísir, nær hvør einasta yrking er yrkt, somuleiðis eru broytingarnar skrásettar.
Sum ikki einaferð fevnir hann víða og týðir líka frá klassiskum grikskum høvundum um William Shakepeare til eina drúgva yrking eftir russarin Alexander Blok.