Magnus Musikus er stak heppin, tá ið hann av tilvild kemur inn í eina tónleikahøll, har symfoniorkestrið venur. Magnus, ið er ein mús, kennist við menniskjatónleikin frá reypinum hjá langabbanum. Nú sleppur hann sjálvur upp í part.
Skaldsøga. Tema við slankum er samansett av søgum, sum snara uttan um gentuna og kvinnuna, sum alt lívið situr handan rimar.
8. bókin um detektivarnar Lassa og Maiu. Válavíkarblaðið er farið at skrivað undarligar greinir um íbúgvarnar í Válavík, sum Maia og Lassi ikki fáa seg sjálv at trúgva. Tí seta tey sær fyri at finna fram til, hvør tað er, ið skrivar greinirnar.
Hetta er fín, lítil gávubók til tann vaksna. Ein ær verður spurd um, hvat hon heldur vera eydna. Ærini nýtist ikki langa tíð at grunda yvir henda so týðandi spurning. Hetta er ein stuttlig bók, sum eisini kann nýtast sum gáva.
Triðja bókin um Sofíu gevur eina livandi mynd av einari ungari kvinnu og stríðnum móti fátækdømi og órætti, av kenslum og vanlagnu hennara í einum av heimsins fátækastu londum.
Samuel F. Samuelsen skrivaði alt sítt lív. Ljós verður varpað á tíðina frá 1852 til 1930 við Havnini sum miðdepli og lívinum hjá einum, ið livdi tá sum tænastu-, traðar- og útróðrarmaður. Bókin er á tremur av myndum frá tíðini.
Á donskum. Skaldsøga um drongin Páll, sum veksur upp millum tey sjúku á bróstsjúkrahúsinum í dalinum fagra. Søgan tekur við um várið 1924, tá ið gentan Sigrid kemur í dalin, og endar summarið eftir, tá ið hon verður førd úr aftur dalinum.
Høvundurin er ávirkaður av fasismuni, sum tók seg upp í Europa í árunum undan 2. heimsbardaga, og moralskir spurningar settu í stóran mun dám á skaldskapin hjá Lagerkvist í 1930 og 1940árunum. Snýr seg um tíðarleysa óndskapin.
Heini Olsen hevur strokið víða í sínum lívi og hevur stóran part av ævini virkað millum fólk, sum eru okkum ógvuliga fremmand. Nú hevur hann í hyggju at taka okkum við sær og endurliva sínar mongu ferðir kring knøttin í orðum og myndum.
Lívrám er í tveimum pørtum. Helvtin av bókini vendir rætt, meðan hin vendir á høvdinum. Tískil kann hon lesast frá báðum síðum, men hon kann eisini lesast úr einum enda í annan, alt eftir, um lesarin vil hava hana at enda væl ella illa.
Kristilig skaldsøga. Søgan sigur frá, hvussu næstrakærleikin kann broyta tilveruna hjá fólki og vinna á tí ónda.
Tilburðir úr lívinum hjá Hjørdis. Hjørdis lýsir eisini Havnina í 1920-num við myndum, soleiðis sum hon minnist høvuðsstaðin, tá ið hon var ung.
Ein beinagrind, sum verður funnin í Hoyvíkstjørn er byrjanin til krimigátuna hjá Jógvani hesuferð. Jógvan Isaksen hevur pallsett eina krimisøgu í okkara heimliga umhvørvi, sum er á hædd við tað frægasta, sum annars verður skrivað í hesari sjangruni.
Á sumri í 1997 lendir Jennifer Henke í Vágum. Við sær hevur hon ein seðil, við nøkrum fáum nøvnum á familjuni í Føroyum. Hon vónar hetta fer at hjálpa henni at finna familjuna hjá pápa hennara, ið sum ungur maður, fór til skips og ongantíð kom aftur.
Samansett av vøkrum og kenslubornum tekstum, har høvundurin við gløggskyggni tekst við grundleggjandi spurningar í tilveruni. Hon setur orð á upplivingar og kenslur, sum vit øll kenna sum menniskju, og hon setur tær í perspektiv.
84 bakiuppskriftir til m.a. lagkøkur, rullukøkur, desertir, ísar, smákøkur og bakstur úr gerdeiggi.