Yrkingarnar hjá Karsteni eru løddar av einum skapandi hugflogi, sum fær sál og náttúru at syngja hvør í aðrari. Hann søkir miðvíst hesa lýrisku kraft og er tilvitandi um, hvussu hann sleppur fram at náttúruni.
Popptónleikur úr Vittula er skaldsøgan um dreingirnar Matti og Niila og uppvøkstur teirra í bygdini Vittulajänkkä í Norðursvøríki. Søgan fer fram í 60'unum og 70'unum, tá ið nýggja tíðin umsíðir kemur til fjarastu avbygdirnar í Svøríki.
Juan Preciado lovar mammu síni, sum liggur fyri deyðanum, at fara at leita upp pápa sín, Pedro Páramo. Hann fer aftur til bygdina Comala, haðan mamman rýmdi fyri nógvum árum síðani. Men Comala vísir seg at vera ein avtoftað bygd.
Hóast Nólsoy hevur fostrað fleiri skrivandi og søgufróð fólk, so hevur hon onga heildarsøgu fingið í bók fyrr enn nú. Styttri og longri søgubrot eru skrivað í ymsum spjaddum verkum. Men nú fáa nólsoyingar søgu sína í tveimum bindum í senn.
Søgan fer fram í Havn um aldamótið og er um kærleika av ymiskum slag: millum gentu og drong, tilkomið fólk og móður og barn. Men eisini um hin dreymakenda longsulin eftir horvnu mammu síni - og um droymandi tráan menniskjans eftir ævinleikanum.
Hetta verkið ber av øllum tí, ið Taylor Caldwell hevur skrivað. Hon arbeiddi í fjøruti ár við hesi skaldsøguni um læknan og evangelistin Lukas.
Ernestine greiðir frá søguni hjá tí, sum tá varð kallað ein av Føroya vakrastu skonnartum. Dávur úr Gerðum, skipari, hevði sæð hana undir Íslandi. Honum dámdi skipið so væl at hann og bróðurin, J. F. Kjølbro, keyptu Ernestine úr Fraklandi í 1927.
Vit hitta Hávarð frá Telemark, sum giftir seg við einkjuni Rannvá. Hon er vøkur og fleiri bøndur har í bygdalagnum høvdu ætlað sær hana.Uttanbíggjarmaðurin fær bæði konu og garð, og verður lagdur undir hatur. Hann er komin inn á øki, ið hevur verið teirra í øldir. Nøkur vísa honum beinleiðis, hvussu tey hata hann, onnur eru listinlærdari í sínum óndskapi. Ein lagnuskaldsøga um óndskap, smásinni og ómegd
Vit fylgja nøkrum ungdómum við ymsum meiningum og við ymiskari sosialari bakgrund - teirra práti, skemti, kenslum og vónum. Kærleikin er søtur og samstundis beiskur partur av lívinum, eisini hetta kvøldið. Vit hitta hjúnini Sólrun og Jógvan, foreldrini hjá einum av ungdómunum,ið kenna seg ikki sørt fremmand framman fyri uppvaksandi ættarliðnum – og sær sjálvum, hvør veit?
Søga um fimm lagnir úr sama flokki, fimm dreingir í Sankta Frans skúla í Havn, sum doyggja á ungum árum.
Savnið er fylt við vøkrum yrkingum, sum um somu tíð nerta við tann álvarsliga partin av tilveruni, men eisini við alt tað, sum fyllir ein við gleði.
Tóroddur leitar bæði aftur í tíðina og inn í seg sjálvan. Yrkingarnar taka støði í egnum lívsroyndum, umframt list og bókmentum. Interart-perspektivið er týðiligt, og heitið Útsýni avdúkar, at yrkjaran vil brúka málið til at síggja alt av nýggjum.
Skaldsøga. Um unga drongin Høgna og lív hansara sum sjómaður. Høgni mennist og fær at enda Gunnvá, sum hann hevur droymt um frá barnsbeini av.
Triðja bók. Skaldsøgurøðin Á ferð inn í eina óendaliga søgu sigur frá uppvøkstrinum hjá Hugini, frá hann er 3 ára gamal, til hann er eini 30 ár og byrjar at skriva skaldsøguna. Hann veksur upp í samansettari familju og fjølbroyttum bygdaumhvørvi.
Stuttsøgusavn við 12 stuttsøgum.
Stuttsøgur. Við at lýsa ymiskar persónar í Krabbaurð gevur høvundurin eina mynd av føroyska samfelagnum í seinnu helvt av 20. øld. Fyrra savnið við skemtiligum og hugvekjandi søgunum um rekamannin Sámal Mattias, Jens Fjallatind og øll hini í Krabbaurð.