Tekstirnir eru kenslubornir og snúgva seg í høvuðsheitum um kærleika, og hvørja ávirkan hann hevur á frásøgufólkið.
Í savninum eru sekstan stuttsøgur, sum lýsa forelskilsi og kærleika, og ikki bara tann tú vilt taka ímóti, men eisini tann tú helst vildi verið fyriuttan.
Kehlmann skrivar um lívið hjá tveimum úrmælingum, longsul teirra og veikleikar. At máta heimin er eitt raffinerað spæl millum søguligar sannroyndir og skaldskap; ein heimspekilig, ævintýrakend skaldsøga við framúrskarandi hugflog og mátti.
Skaldsøga um ein sinnissjúkan, ungan mann, ið verður frískur, tá hann møtir kærleikanum.
Kjarnin er Káta hornið hjá Teiti Lassen. Tilfarið er í 4 tættum. Tættirnir eggja næmingunum at viðgera sangtekstirnar ymiskliga og síggja ymsu løgini, ið sangtekstur kann hava í sær, eisini hóast hann er bæði stuttur og gerandisligur.
Fimta savn í røðini. Týddar yrkingar - allir yrkjarar eru føddir fyri seinna heimsbardaga. Hini søvnini eru: Lógvalestur, Anadyomena, Veingir, og Ariel.
1. føroyska grafiska skaldsøga. Tað er summarið, tá ið alt tað besta og tað ringasta hendir. Dávið og Tomm eru forelskaðir í Lisu. Lisa velur Dávið, men ger tað liðugt við hann stutt eftir, at tey hava skeldast. Síðan hvørvur Lisa á gátuføran hátt.
Norski høvundurin Johan Harstad hevur skrivað søguna um unga gartnaran Mattias, sum er sera hugtikin av astronautinum Buzz Aldrin, sum var annar maður uppi á mánanum. Eins og Buzz Aldrin vil Mattias vera nummar tvey - hann vil vera ókendur.
Barnabók um flugulív, skrivað av námsfrøðinginum og lívfrøðinginum Herborg Nyholm Debes. Eitt flugulív er bæði viðkomandi og áhugavert, um tú fert at granska tað nærri, og ikki bert ilskast inn á summ, ssuuummm frá flugunum.
Nói er ikki nakar djarvur sniffil, men tá ein av elstu vinum hansara, áarsveimið Unda, er í deyðavanda, fer hann kortini út á eina vandamikla ferð ígjøgnum tann kavaklædda Dalin. Annar partur í røðini um tær smáu verurnar, ið búgva undir brúnni.
Dentur hevur í fyrsta lagi verið lagdur á at lýsa missiónsvirksemið, sum Elsa hevur verið við í. Í øðrum lagi verður givin ein lýsing av Etiopia, landi og fólki. Í triðja lagi verður Etiopia lýst undir tí kommunistiska stýrislagnum 1974-1991.
Í tíðarbilinum frá 1856 til 1940 vaks fólkatalið í Klaksvíkar kommunu úr umleið 280 upp í umleið 2200. Henda bókin er um hetta skeiðið. Beck og Sønner, Kjølbro og brøðrasamkoman.
Føroya nývaldi kvinnuligi løgmaður verður skotin, tá ið hon skal tendra jólatræið á Vaglinum. Stutt seinni verða tvey fólk brend inni umborð á einum báti á Vestaruvág. Norðlýsi er sætta bókin um blaðmannin og ráðgevan Hannis Martinsson.
Konuni til vildar er um tvær kvinnur, fátæka og ríka, ið ein maður stendur ímillum. Søgan fer fram í Havenpool út móti Ermasundi og sigur frá óeydnu, sum stendst av blindari lagnu - og av at trýsta sín vilja ígjøgnum uttan fyrilit fyri øðrum.
Savnið inniheldur 31 yrkingar í ymsum stíli. Skift verður millum siðbundnar yrkingar, ið bera uppá rím og eisini óbundnar yrkingar. Temuni fevna víða, frá heimspekiligari undran til gerandisligar staðfestingar.
Heini fer í hesum bindi saman við tveimum skúlafeløgum eina dólgaferð eystur um hav til Noregs, m.a. til arbeiðis niðri í gomlu silvurnámunum langt undir jørð í Kongsbergi og til Bergens at lesa.