Vit eru í 1930´num við búskaparligari kreppu og byrjan til heimskríggj. 25 ára gamli Magnus Meyer er eftir fimm ár og ein blóðigan tilburð á amerikanska meginlandinum týddur aftur ril barndómsbýin í Danmark - bara fyri at finna útav, at elskaði yngri bróður hansara, tann kenslusami idealisturin Mads, er farin til Spania í borgarakríggj í parti við Fólkafylkingini.
84 lættar og leskiligar uppskriftir breyð og bollar Supanir Forrættir og Smárættir Høvuðsrættir Salat og nátturðarættir Afturvið Omaná
Í 1960’unum giftust fleiri ungar føroyskar kvinnur blaðungar við amerikomonnum, sum vóru í Føroyum í sambandi við útbyggingina av Loranstøðunum. Onkrir av hesum monnum starvaðust innan hervaldið, aðrir innan telefyritøkur.Dagny Joensen skrivar í innganginum, at hon mangan hevur hugsað um hesar kvinnur,sum hvurvu úr gøtumyndini eins og nógv ungfólk í okkara tíð. Hetta kom millum annað av, at sambandið millum USA og Føroyar ikki var so høgligt tá sum nú.
Fyrsta fløga hjá feðgunum Reinert.
Bókin er býtt upp í tær fýra árstíðirnar. Til hvørja árstíð eru matupprskriftir, ítriv og hugleiðingar. Eisini eru frásøgur um at vaksa upp í Sveis og at koma til Føroya at búgva. Bókin er sprenfull av flottum myndum, sum bæði eru privatar myndir hjá Moniku, og nýggjar myndir, sum Kristrfríð Tyril hevur tikið til høvið.
Frásøgukvinnan í skaldsøguni er miðskeiðis í trýssunum og sannkennir av álvara, at tann stytsti teinurin í lívinum er eftir. Sagt verður frá mammuni, sum er á ferð úr lívinum, og samstundis í brotum, hvussu tilveran hevur verið fyri hana og dóttrina.