, ,

Tað, vit kunnu standa við

Í hesari bókini hugleiðir Geir Lippestad um virðini, sum hava stýrt hansara verjuarbeiði at verja hópdrápsmannin Anders Breivik. Á botninum liggur eitt óvikandi álit á mannvirði, fólkaræði og rættartrygd. Rættarsamfelagið má fevna um øll.

198,00 kr.
Vís meira
, ,

Ferð mín móti himli

Hetta er ein serlig søga um, hvussu tað góða roynist, og hvørji kor tað hevur í einum heimi, sum er súrgaður av synd. Høvuðspersónurin, sum er ferðasølumaður, er frelstur maður. Hann er eirindaleysur í síni tráan eftir at gera rætt og vera rættvísur

169,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Tíðin við víkjandi ljósi

Ættarskaldsøgan er sett saman av tjúgu pørtum, ið røkka frá 1952 til 2001 við einum níti ára føðingardegi 1. okt. 1989 sum snúningsdepli. Hvør partur er ein søga, sæð úr sjónarhorninum hjá einum av persónunum. Søgurnar flætta seg hvør inn í aðra.

188,00 kr.
Legg í kurv
, ,

16 Tættir (20)

Í hesi bók eru savnaðir sekstan tættir eftir eitt av teimum nýggju táttaskaldunum, sum sóu dagsins ljós í V4-sendingunum hjá útvarpinum í sjeytiárunum.

50,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Brahmadellarnir, fløga

Søgan byrjar í Havnini í 1846. Hon er um teir tríggjar brahmadellarnar og um onnur hampafólk, sum livdu tey árini, tá so nógv broyttist í Føroyum. Hetta er eisini ein søga um harðskap, svik og politikk í 1990unum.

299,00 kr.
Vís meira
, , , ,

Brahmadellarnir, MP3

Søgan byrjar í Havnini í 1846. Hon er um teir tríggjar brahmadellarnar og um onnur hampafólk, sum livdu tey árini, tá so nógv broyttist í Føroyum. Hetta er eisini ein søga um harðskap, svik og politikk í 1990unum.

299,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Hvat hjálpir einum menniskja..

Hetta er eitt sansandi savn av tekstum og yrkingum við hørðum og melankolskum myndum, ið ganga teirra egna veg bæði tá tað kemur til at bróta við genrur og tá tað kemur til at víðka hugtakið um hvat eitt savn- ella yrkingasavn kann vera. V Við at blanda persónligar minniskendar upplivingar við søguligari lívfrøði, stjørnufrøði spælir náttúran ein annaðleiðis leiklut gjøgnum hetta savn, líkasum tíðin og tilvitið um at alt endar.

178,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Máni Máni

Søgan um Skarðsmenn, tá ið teir fóru eftir mánanum, soleiðis sum hon er skrivað í Anthologi V.U.Hammershaimbs.

148,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Daphnis & Chloe

Hetta er ein skaldsøga um erotikk og seksualitet. Daphnis og Chloe verða løgd út í hagan og fostrað av ávikavist eini geit og eini ær. Tey vaksa upp, og kærleikin og girndin vakna í teimum. Men tey koma í neyð, tí ongin hevur lært tey kunstin at elska. Opinskárað og hugtakandi verður fortalt, hvussu tey læra henda kunst.

298,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Prædikarin (23)

Ein kvinna verður funnin deyð í einum vørubili, og skjótt vísir tað seg, at drápið hevur samband við kvinnur, sum doyðu fyri tjúgu árum síðani. Tá blivu skriftstøð úr Prædikaranum funnin í nánd av teimum deyðu, og soleiðis er eisini nú. Skansadeildin við Williami Hammer á odda verður biðin um at kanna tey gomlu andlátini. 300 bls. 2013

280,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Stuttsøgur

Her eru søgur um kærleika, um menniskju, sum hóra undan trongum korum – og eisini um tey, sum mugu lúta. Barnið, ið ikki skilir vaksnamannaheimin, andsagnir millum upprunafólk og niðursetufólk. Útlegd og heimferð.Framtíðarstuttsøgur, skemtisøgur og halgisøgur. Meira millum himmal og jørð, enn tað, sum vanligu sansirnir fáa greiðu á. Summar av søgunum eru eftir kendar rithøvundar, aðrar ókendar. Men felags fyri tær er, at tær geva lesaranum okkurt at hugsa um.

188,00 kr.
Vís meira
, ,

Offurmorðið (16)

Antropologurin, Alisa, fer til Kolumbia at granska kynsímyndir í tí stak mansliga tarvafektaraumhvørvinum. Ein dagin sær hon eitt møguligt morð, sum hon sían saman við tarvafektaranum, Javier Cortés, roynir at avdúka. Áðrenn tey vita av, enda tey langt inni í frumskóginum í hóslag við bæði indianarar, paramiliter herlið og kommunistiska uppreistarherin, FARC.

298,00 kr.
Legg í kurv