Ein bólkur av yrkingum er stuttorðaðar ofta haiku-kendir tekstir við mangan dyggum sannleikum. Savnið verður lokað við meiri vanligum yrkingum, har beiskir sannleikar um tilveru okkara á fold verða lagdir fyri lesaran.
Dávur og familjan eru og ferðast í London. Tað er ein hugnaligur túrur, til ein gamal kunningur biður um hjálp. Men Dávur ivast í, um tey áttu at hjálpt honum, tí knappliga enda tey í einum gomlum lík-kjallara. Og annars er tað ikki bara kjallarin, sum er vandamikil.
Sum skaldið sjálvur sigur, er yrkingin øðrvísi og drúgvari enn tær, hann fyrr hevur skrivað, og hon man, tá ið kvæðini eru frá, vera ein hin longsta, sum er upprunayrkt á føroyskum. "Tað orðið" er í mangar mátar ein programmyrking, har høvundurin sigur frá síni lívslongu leitan eftir tí rætta orðinum í tí røttu løtuni. Tað er ein rannsókn at finna akkurát "tað orðið", sum passar og er í samljóði við tað, sum lýsast skal.
Bókin er um viðgitna og máttmikla katólska biskupin Jón Arason (1484-1550) Hon sigur frá barndómi og ungdómi Jóns, samlívinum við Helgu Sigurðardóttir, kirkjuliga embæti hansara og ógvisliga stríðnum, sum tók seg upp seinastu árini av lívi hansara.
Søgnin um kópakonuna sigur okkum, hvussu fólk ímyndaðu sær eitt og annað í gamla bóndasamfelagnum. Søgnin kann eisini takast úr hesum søguliga samanheingi og knýtast at vanligum royndum, sum nútíðarmenniskju gera sær.«Kópakonan» leiðir okkum inn í girnd, kærleika,kærleika, at vera øðrvísi, at vera noydd at skapa sær annan samleika, sakn og sorg, fyrigeving og revsing.
Sum heitið skipar til, er bókin ein lýsing av íverksetaranum og vinnulívsmanninum Jógvan Fríðrik Kjølbro frá tí at hann gjørdist handilsleiðari hjá faktorinum í 1909, og fýra ár seinni keypti sítt fyrsta skipa saman við bróðrinum, Dáva, til fyritøka hansara nærum hálva øld seinni kom á aðrar hendur.
Bókin um tað góða er søgan um tann rúmliga trýss ára gamla prentaran K., sum ein várdag í 2011 ásannar, at hann hevur mist trúnna upp á tað góða soleiðis, sum hann frá barnsbeini er vandur upp til at skilja tað góða í einum andliga trongum umhvørvi.
Vit eru í Íslandi fyrst í 20. øld. Karitas Jónsdóttir er í stórum systkinaflokki. Pápan hava tey mist á sjónum.Ímóti allari siðvenju hevur mamman sett sær fyri, at øll børnini skulu hava útbúgving gentur sum dreingir. Hvør í sínum lag stríðast tey fyri at røkka hesum máli.Karitas hittir eina konu, sum málar. Hon sær, hvussu gávurík Karitas er, og sær til, at hon sleppur á listaskúla í Keypmannahavn á leið 1920.
Hetta eru samandráttir av teimum kvæðum, ið antin koma fyri í Føroyum og í einum ella fleiri Norðurlondum ella bert koma fyri í Føroyum. Farið varð at skriva samandráttir av øllum norðurlendskum miðaldarkvæðum um 1960. Í 1978 kom verkið út á enskum "The Types of the Scandinavian Medieval Ballad" - stutt nevnt TSB.
Yrkingarnar í Ringrás í mjørka eru ofta minnisbrot frá yngstu árum, har lívið mangan var einfalt og lukkuligt. Ein sløknað langomma ger tíðliga vart við, at deyðin er til, men hon var kortini so gomul, at tað rínir ikki ordiliga við. Tað ger tað harafturímóti, tá ið tann lítla genta eygleiðir eitt grindadráp og hevur ilt við at skilja, at teir vakru hvalirnir, skulu láta lív.
Her verður kærleikin tikin fyri í mongum brigdum: kærleikin millum makar, millum systkin, millum börn og foreldur og næstingar. Kærleikin til landið og náttúruna. Kærleikin í ymsum mentanum. Í skaldskapi og list. Hetta er ein ferð um kærleikan og kor kærleikans í tíðini,sum er, og í tíðum, sum vóru, úti sum heima. Jarðnáðir er ein bók um kærleikan og kærleikans náðir á jörðini.
Tittulin Undirfloyma stendur ikki í orðabókini, men er ein tilsiping til kenslur og rørslur, sum streyma undir yvirflatanum. Yrkjarin vil gera vart við, at tað er av stórum týdningi, at vit fáa sett orð á tað,sum bylgist inni í okkum, at vit skulu viðgera tað, so tað ikki vendir sær ímóti okkum.Í yrkingunum kemur orðamyndin "glas" javnan fyri, tí soleiðis upplivir eg'ið mangan viðurskiftini við umheimin og onnur menniskir.
Søgur upprunaliga prentaðar í jólablaðnum Følv frá 1943-1955 og 8 tættir
Messa fyri einum filmi er eitt óvanliga sterkt yrkingasavn, ið nertir við kenslurnar á lesaranum, sum hevur hugat spyrja:Var tað, er tað, veruliga so ringt? Og tað beiska svarið er: Tað var tað, tað er tað!
Nú hitta vit tann aldrandi August á Segilsfossi. Hann er enn sum áður fullur av góðum hugskotum og góðum søgum og er eins væl útborin sum í teimum fyrru bókunum. Vit fylgja honum enn einaferð í kraftamiklu framtaksroyndunum og eisini í hansara seinastu verkætlan inn í deyðan.