„Vit vóru komin niðan á Háls at búgva og vóru nú búsett uttan fyri Havnina. Vit vóru hvørki von við seyð ella neyt, men høvdu livað sorgleys í fjøruni niðri við fabrikkina hjá Østrøm millum snurriváðsbátar og saltfiskastakka,fiskasentral og jollur hjá skipasmiðjuni.Har stóð eisini eitt skeivt pakkhús.Vit kendu okkum øðrvísi her uppi í fjøllunum.Her vóru eingir handlar, og einasti maðurin undir hatti her var Hendrik hjá Amandu, sum seldi nakrar gátuførar seðlar, sum itu happadrátturin.“
Hann nærkaðist húsunum og helt seg tevja roykin av kraftamiklari súpan. Eitt andarhald fór tað ígjøgnum høvdið á honum, at nú hevði ein snapsur verið góður. Hesum vísti hann kortini beinanvegin frá sær. Tann tíð var farin, og nú snúði tað seg um at stríðast fyri Føroyum og fráhaldsrørsluni.Hann merkti ikki slagið, sum rakti hann í nakkan. Hvarv bara inn í tann endaleysa tómleikan.
Í bókini skrivar høvundurin um síni barna- og ungdómsár í seksti- og sjeytiárunum, og hvussu rembingar uttan úr heimi ávirka alt tónleika- og mentanarlív í tí skjótt vaksandi fiskivinnubýnum. Við sínum nógvu sangum og skapanarhugi hevur Steintór laðað varðar á leiðini og skrivað eina persónliga lívsbók og samtíðarsøgu um og til fleiri ættarlið.
Yrkingarnar í úrvalinum eru sera ymiskar, har eru álvarsligar, stuttligar og sjálvspeiskar eygleiðingar.Tær surrealistisku yrkingarnar eru uppøstar sum í erotiskum dreymi,meðan kroppurin aðra staðni verður fataður á ein um somu tíð kliniskt patologi sansaligan hátt.
Desemburmorgun er konseptuel yrking, ið verður flutt yvir í náturyrking, ið ikki er heilt vanlig í føroyskum bókmentahøpi.Við endurtøkuni noyðir høvundurin lesaran at merka, at sansa, soleiðis er inspiratónin handan savnið foto- og konseptlist, men eisini jassur og minimalistiskur tónleikur, ið endurtekur eitt tema við variatiónum.
Savn við 12 stuttsøgum. Tilveran kann eta teg upp, um tú ikki tekur røttu avgerðirnar. Ógvuliga forvitnisligir tekstir, har evnini eru tikin úr nútíðini, og lesur tú væl, lata tær seg upp fyri tær.
Savnið er annars sett saman av natúrlýsingum, hugleiðingum um málningalist, hvat tey deyðu gera í sínum fríløtum, menn undir hatti, busstúrar og mangt, mangt annað. Yrkingarnar eru grundandi, skemtingarsamar og bersagnar alt í senn. Tann seinasti teksturin endar við hesum reglum um sólina: "sum støkkur upp hvønn morgun / sum var hvør dagur tann fyrsti". Eini ráð, sum lesarin kanska átti at gjørt til síni egnu:
60 skaldaspírar royna sítt flog í hesari bókini. Sendingin Góðan morgun Føroyar dró hesar skaldaspírarnar fram í ljós veturin 2014. Hetta var livandi og áhugaverdur bókmentatáttur.Ein bundin uppgáva varð sett, til dømis:Tú stendur á eini tokstøð tokstøð saman við onkrum, tú kennir. Knappliga sært tú í vindeyganum í einum toki, at … Ella: Hurðin smelti harðliga í aftan fyri hana … Ger so væl! Legg høvdið í blot og bregda eina søgu saman burtur úr hesari byrjanini.
Røntgenmyndir, karbontíðarfesting og DNA-bygnaðir vísa saman við nýggjum keldugranskingum ein heilt annan mann enn tann, Snorri skrivaði um.Hetta er frásøgnin um ein annan Ólav enn hann, vit kenna. Ein maður, sum kemur undan kavi sum leiguhermaður í Onglandi fyrst í 1000-árunum.Samstundis snýr henda bókin seg um trúgv og vón í miðøldini, um eina máttuga kirkju, umbýtt lík og um loynidómar, sum hava ligið goymdir hjá dómkapitlinum í Niðarósa.
SVØLTUR er úr enda í annan ein tennandi ferð inn í tilveruna hjá einum menniskja, sum gongur og melur í einum stórbýi á markinum at verða týnt av kørgum korum og tí eirindaleysa dystinum at fáa fótafestið aftur í lívinum.
Sveimarin sjálvur, Rolandsen fjarritari, er ein góðslig kempa, sum við síni sjarmu hevur tak á konufólki.Vit koma inn í umhvørvi hansara og fylgja honum í hansara stórlætisdreymum, einum djúpum, moralskum falli, men eisini heilt upp aftur á eydnutindarnar.
Óvitin í hesari sjálvsævisøguligu skaldsøguni verður drigin inn í religiøsa heila-spunan hjá sínum sunnudagsskúlalærara. Sunnudagsskúlalærarin vissar hann um, at tað mesta av tí, hann ger og hugsar, er synd, og verður hann ikki frelstur, er hann æviga fortaptur og fer til helvitis. Hvussu hann so roynir, lýkur óvitin ikki treytirnar fyri at verða frelstur.
Oddfríður tekur soleiðis til í formælinum: Vit eru eitt tigandi fólk, føroyingar. Tøgnin hevur nógv at siga. Og tá ið vit tosa, eru vit fámælt. Mær dámar ótrúliga væl tað stutta og sigandi orðið. Tað rámandi og tætta orðið. Slitið í orðunum. Gloppið í sekundunum millum orðini. Tað beinrakna orðið, ið eyðkennir okkum føroyingar.