, ,

Her ruggar ikki rætt

Skilnaðarskaldsøgan hjá Martinu Haag lýsir bæði vónloysið og øðina við at missa tann, ein elskar, men eisini at tá ið myrkast sær út, kemur tú kortini upp aftur í vatnskorpuna. Hon fer burtur og roynir at skriva seg burtur úr støðuni, men hon borar seg bara djúpari og djúpari niður í reyðpunt­uta jakkan hjá fyrrverandi manni sínum.

248,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Bónusyrkingar

Yrkingarnar eru hittinorðaðar og stuttligar. Tað ger, at atfinningin og tann staðiliga ávaringin móti tí oyðandi ávirkanini frá vørumentanini og sølulýsingunum, sum liggur aftanfyri, ikki er so herskin, at lesarin kastar bókina frá sær, men heldur at hann steðgar á og hugsar seg um.

69,99 kr.
Legg í kurv
, ,

Sláið ring 3.útg. 2017

Henda fitta bókin, ætlað børnum, sum kom út í 1. útgávu í 2015, er nú komin í 3. útgávu. Í henni eru nógv vøkur, spennandi og stuttlig kvæði og skjaldur, bæði gomul og nýggj, sum ofta verða kvøðin í barnadansi. Millum tey gomlu er Ormurin langi, millum tey nýggju eru t.d. Kongadóttirin í Nólsoy og Risin og Kellingin.

100,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Djúpini, yrkingar

Savnið fevnir um eitt samdøgur, frá tí sólin rísur til hon setur.Yrkingarnar eru býttar sundur í sjey partar.Hvør partur byrjar við einum prosalyriskum,náttúrusansandi broti,har yrkjarin heilsar sólini,havinum,manntóma landslagnum,urtagarðinum og húsinum, alt eftir hvar á degnum,vit eru stødd.Hvør partur snýr seg um tað sama:at vera tætt at menniskjum,sum eldast ella skulu doyggja,men snýr seg samstundis eisini um náttúruna,um málið,um ljósið,um myrkrið og um mynstrini,sum finnast alla staðir

198,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Hevndin úr havsins dýpi (24)

Tað er góðveður um alt Føroya land, og seks bindiklubbakonur hava leigað eini góð hús við Gjógvará, har tær skulu njóta eitt hugnaligt vikuskifti. Sama leygarmorgun verður í tíðindunum sagt frá, at ein út­róðr­arbátur hevði fingið ein gummistivla hjá einum eftirlýst­um sjómanni á línuna. Hetta átti ikki at ávirkað útferðina hjá kvinnunum úr Norðvík

278,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Bláni á Reyðafelstindi

DUNGANSVÍK her spældi eg mær barnaár við stein og dungansklett og aldist upp í dýrdarvár tá sólin ei var sett og minnir koma fyri meg og kalla á sín fund tí kyknar mær í sálini eitt smíl á summarstund

148,00 kr.
Vís meira
, ,

Føroysk sagnasøga

Sagnasøgan var ætlað ríkisborgarum, sum vóru ókunnigir í føroyskum máli, men áhugaðir í føroyskum viðurskiftum, og hon er eitt stytt úrval av serligum søgnum, sum kann geva hugmyndir av samfelagsligum viðurskiftum og fólksligum umstøðum her norðuri í gomlum døgum.

198,00 kr.
Vís meira
, ,

Leitingin eftir Sjúrði Jorsalafara (14)

Øystein Morten gongur somu leiðir sum Sjúrður Jorsalafari og roynir at endurskapa bardagarnar, hann var í. Ein av teimum øtiligastu bardøgunum var í einum fjalshelli á sponsku oynni Formentera, har høvundurin klívur í gjáum og gjótum fyri at skilja, hvussu Sjúrður kundi basa fíggindanum við skipum hundrað metrar oman fyri vatnskorpuna.Øystein Morten ger norsku og útlendsku keldurnar um Sjúrð livandi og setur tær inn í nýtt samanheingi.

198,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Sælkvinden (14)

Historien om sælkvinden fortæller os om folks forestillinger nogle hundrede år tilbage i et gammelt fisker- og bondesamfund.»Sælkvinden« fører os ind i betydningsrum der vedrører begær, kærlighed, at være anderledes,at være nødt til ar skabe en ny identitet, sorg og savn, tilgivelse og straf.Herudover formidler sælkvindesagnet mange forskellige meninger og betydninger for os i dag, ligesom det nok også har gjort for mennesker i 1800-tallet, dengang sagnet blev skriftligt optegnet.

198,00 kr.
Vís meira
, ,

Ævisøga- Dagbók- Brøv

Ævisøgan, er søgan um ein sjálvan, sum ein annar skrivar. Eg vildi skriva um ein annan, men hann var eg.Eg helt fram við dagbókini, sum er skrivað til sín sjálvs! Hon skal ikki hava nakran lesara. Hon er ­privat. So skrivaði eg brævið, sum vendir sær beinleiðis til ein annan, bara ein. Eg hevði skrivað til mín sjálvs í dag­bók­ini, og so vaks „tú“ fram. Brævið er ein tú-bók, og henda bókin er ein bøn.

248,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Tann lítli drongurin og beinag

Eftir at pápi var deyður, dugdi eg ikki at seta orð á mína støðu, men royndi kortini. Eg varð noyddur at lýsa meg sjálvan sum okkurt annað; alt annað var ov torført.Summar dagar var eg eitt svart hol, aðrar dagar hevði eg einki heiti,og av og á var eg krabbameinið, ið drap pápa.Eg hevði eisini krabbamein, men eitt øðrvísi slag. Eingin sá, at eg var sjúkur, uttan eg.Mítt krabbamein hevði nøkur ávís eyðkenni. Tað skapaði fleiri svørt hol í mær. Tað hvarv og kom aftur, áðrenn eg visti.

148,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Tíggjundi maðurin

Í seinna heimsbardaga í Fraklandi verða nakrir menn tiknir og tveittir í eina fangalegu.Ein dagin sigur týski fangavørðurin við teir,at tríggir teirra verða skotnir í lýsingini,og teir skulu sjálvir gera av,hvørjir teir tríggir skulu vera.Teir kasta lut,og múgvandi advokaturin Chavel verður ein teirra.Men heldur enn at geva seg undir lagnuna selur hann ognir sínar til ein annan fanga,tann blóðfátæka Janvier.

198,00 kr.
Vís meira
, ,

Tær bestu (20)

Hesar stuttsøgurnar eru allar meistaraverk. Kjell Askildsen hevur sagt, at hann er langrøkjutur, skrivar tepurt og knapt, oyðslar ikki við orðum. Hvør einstakur setningur lokkar sítt framhald fram. Hann kennir ikki søguna frammanundan, men letur ein setning taka annan setning við sær, og soleiðis sprettur søgan.

248,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Jákupslon

Jákupslon er til og er á sama stað sum í skaldsøguni. Tað var har, faðir rithøvundans (Abbas al Aswany, sum eisini var kendur rithøvundur) hevði sína skrivstovu, og har hevði Alaa al Aswany sjálvur sína fyrstu tannlækna­stovu.Men ikki alt líkist. Heldur enn at vera „háklassisk í evropeiskum sniði, við svalum, prýddum við grikskum andlitum høgdum í stein“, er lonin eitt sera stásiligt dømi um art deco, uttan feril av svalum.

248,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Hjarta myrkursins

Hjarta myrkursins er ein illkøld og skak­andi frásøgn um ræðuleikar, ið fara fram í ­Kongo tað tíðarskeiðið, tá ið hjálanda­veldi koma í hæddina í 19. øld. Søgan viðger ta ørkymlan, sum búskapar-liga, samfelagsliga og politiska eyðræningin í-Afrika hevur við sær.Samstundis fáa vit innlit í ta skelkandi framferðina, sum hetta elvdi til.

198,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Drotningarringurin (25)

Kavarin hekk fastur. Blýbeltið var komið um eitt skrúvublað. Hann royndi at førka seg eitt sindur aftureftir, so hann fekk smoygt beltið av blaðnum. Tá hoyrdi hann ljóð innan úr skipinum. Motorurin bleiv startaður, og hann royndi sum ein óður at gera seg leysan. Tá fór skrúvan at mala, og hann mól við.

298,00 kr.
Legg í kurv