So normal og tó ikki
Bókin er skrivað yvir fleiri ár.Hon byrjar í 2009 og endar í 2016. Hon er sett saman av dagbókabrotum, sangum, matuppskriftum, men serliga av frásøgum um, hvussu tað er at liva sum ung kvinna við autismu.Hvørjar avbjóðingar kunnu vera, og hvussu trupult lívið kann vera. Hon er eisini um alt tað positiva í lívinum, kærleikan til familjuna, hjálparfólk, sum Birita er blivin góð við, tónleikin, bøkurnar, handarbeiðið.
Albert
Fimtan skemtiligar og samanhangandi søgur um tann stillføra bankamannin Albert og innara stríð hansara við at koma til sættis við sína alt annað enn samanhangandi ytru samtíð. Í søguni sleppa vit við Alberti til sálarfrøðing, á leiðsluskeið, niðan fjøllini, til talvkapping, til bókaframløgu og mong onnur støð, og vit møta tolnu konu hansara, tí uppblásta poppsangaranum, tí barmføgru Tinu, tí reyðbeinta bókavørðinum og fleiri øðrum av skaparans undursomu skapningum.
Vi, der er færinger
Over 22.000 privatbiler triller i dag rundt på de forblæste klippeøer, på vejnet der ikke fås bedre ret mange steder og med finmasket net af tuneller, der binder øerne sammen. Fiskeindustrien udgør mere end 95 pct. af eksporten, men Færøerne er i dag mere end fiskeri, der er rigt og nuanceret kultursamfund med en overvældende natur, hvis lige ikke findes andre steder i Norden.
Alt, eg ikki minnist
Alt, eg ikki minnist er ein ógloymandi kærleiksfrásøgn um okkara tíð og prísin, vit menniskju rinda, fyri at liva saman.Hon er eisini søgan um ein rithøvund, sum við at fylla holini út í søguni um Sámal roynir at finna sannleikan um seg sjálvan.Tí tá ið samanum kemur, hvat verður eftir av øllum okkara minnum, sum so skjótt fjara burtur? Hvat liggur fjalt í øllum tí, vit ikki minnast? -Og hvat eru vit, annað enn frásagnirnar hjá øðrum um okkum?
Úrtíð, yrkingar
Savnið er um, hvussu menniskju í úrtíð koma í støður, sum gera tey til tað, tey eru. Tey gerast foreldur og skulu byggja sína tilveru sum foreldur, og ongin veit, um hetta eydnast, fyrr enn tú hevur roynt tað í nøkur ár, og tá traðka minnini til. Hetta savnið er um, hvussu royndir og minni gerast poetisk fyri betur at skilja verðina.
Sær er siður á landi
Millum tað handaliga og andaliga lívið verður altíð ein samvirkan soleiðis, at tey kor og tey viðurskifti, maður livir undir, seta síni merki.Henda samvirkan setur síni eyðkenni á tíðina og fólkið, sum livir í tíðini, og tá ið lívskorini og viðurskiftini broytast, kemur nýggj tíð.Hesi tíðarskifti merkja søgu okkara.
Bommhjarta (15)
Bommhjarta er framhald av Brahmadellunum frá 2010, og søgan tekur við, tá ið Tóvó sleppur úr fongslingum í Horsens, har hann hevur sitið í mong ár fyri tær gerðir hann framdi í tí undanfarnu bókini. Søgan flytir seg aftur og fram í tíð, men kjarnin er allatíðina Eigil og hansara uppruni í Sumba. Hvussu tað harðrenda altíð fylgir honum, tó at hann mangan vil nakað annað.
Harra Petur Arabo
Ja, ja, so haldi eg, at Hansara nøs skal siga Honum tað, tá ið fólkini fyrstu ferð fara at tváa ull í Hansara prestagarði. Síggja tygum, ein tunna við tí slagnum stóð í garðinum, og Kristoffur tók og rendi madammuna so væl og virðiliga har niðurí og tváaði hana so avbera væl, at hon fekk at síggja, at hann væl kundi brúkast til at tváa ull reina.“
Jens Christian Svabo
J. C. Svabo varð føddur í 1746 í Jansagerði í Miðvági. Fór í latínskúla í Havn, síðan til Keypmannahavnar at lesa náttúruvísindi og búskap. Meðan hann las, skrivaði hann um ábøtur á føroyskan landbúnað. Tað varð ikki lurtað eftir honum. Í 1770?-?árunum væntaði hann sær stóra uppgávu frá myndugleikunum. Vinmaður hansara fekk hana.Seinni fær hann høvi, fer til Føroya í 1781?-?82 og savnar tilfar til eitt stórverk. Tað varð ikki prentað.
Glasgentan (14)
Bókin sigur frá,hvussu ógvisliga blóðskemdargerðir í barndóminum kunnu ávirka eitt lív. Bókin er sjálvævisøgulig og lýsir m.a. eina drúgva sjúkugongd við á leið 70 innleggingum á psykiatriskar deildir í 17 ár, men eisini hvussu Karin eftir hesi mongu ár aftur varð frísk.Hon skaddi seg sjálva, men bókin er ikki ein sjálveymkandi frásøgn. Hon er heldur eitt hugfangandi innlit inn í lívið í skipanini.
Frá reyðvíni til marathon (30)
Eg eri alkoholikari. Tað merkir, at drekki eg rúsdrekka, missi eg tamarhald á lívinum. Men eg havi fingið skynsemi aftur og livi í dag eitt betri lív enn nakrantíð. Hetta er ikki ein yrkisbók um -alkoholismu,kropsliga heilsa ella sálarfrøði. Eg eri hvørki rúsevnisserfrøðingur, lækni ella sálarfrøðingur. Hetta er ein persónlig søga. Hevur tú ongan áhuga í fyrsta parti, sum viðger rúsdrekka og mína tíð á botninum, kanst tú halda fram við øðrum parti.
Deyðin fer í bindiklubb (24)
Tað er ein vanligan mikudag í november, at ein 42 ára gamal maður verður funnin dripin í einum gomlum húsum í Norðvík.Borðreiðast kann við tíðindum í heimsklassa, tá seks kvinnur hittast til bindiklubba-kvøld hjá Anitu, konu løgreglumannin,ið skal loysa óhugnaligu gátuna.Ein kenningur frá skúlatíðini og ungdómsárunum er myrdur. Vinkonurnar eru illa við av brotsgerðini. Men teimum kemur ikki til hugs, at tær sjálvar eru orsøk til stóra sálarpínu og eiga sín lut tí ræðuliga, sum nú hendir.
Havnarmaður og gøtuskuri 2 (24)
Her verður lagt nakað væl aftrat teirri krýnku við frásagnum frá spennandi ferðum of summarfrítíðum ymsastaðni í Føroyum í fimmtiárunum og forkunnugum uttanlandsferðum við skótum, skúlabørnum og fótbóltsspælarum fyrst í sekstiárunum eins og einasta túri Jógvans til skips.Áhugamálini vóru ymisk.Spældi bæði bortennis og fótbólt og fylgdi væl við ítrótti úti sum heima.Gjørt verður upp, hvussu ítróttarlívið vignaðist.
Aftanáðrenn (20)
Mestsum alt tykist sinniskloyvt, øll sambond millum persónarnar eru skeiklað og tvíbýtt, hugkloyvd og perverterað og løgin. Júst tað ger søgurnar áhugaverdar. Tær løgnu speglingarnar, tað løgna framrákið og tær undarligu loysnirnar fanga hugin. Syndarligar lagnur, útskot, horur og onnur ólukkudýr saman við øðrum sálarliga illa sperdum karakterum erta nýfiknið.
Stjørnustundir í skugga (26)
Foreldrini fara frá hvør øðrum, og gongdin er hatsk og pínufull. Ringi hýrurin innanveggja órógvar sálarfriðin hjá børnunum. Griðstaðurin er hjá góðsligu ommuni úti á bygd. Har valdar friður og ein einfaldur gerandisdagur. Húsini bæði eru karmar um ta sálarligu órógv og ta rógv, sum skaldsøgan lýsir.
Skriftstøð, yrkingar
Fleiri av yrkingunum eru dreymakendar og onkrar eru beinleiðis dreymayrkingar, og javnan spælir skaldið sær við viðurskiftunum ímillum subjekt og objekt. Einastaðni kjakast hann við veggin hjá sær, sum vil verða við, at hann treingir til at fáa nakrar aðrar myndir hongdar á seg og annan lit. Spælið við orðum, og hvat er hvat, er altíð frammarlaga, og einastaðni hevur eitt skip fingið eitt kvæði um skrúvuna,og yrkingin endar við, at eg'ið heingir nøkur kvæðaørindir upp at ræsa.















