, ,

Heljarportur (27)

William Hammer er blivin sendur vestur á flogvøllin at arbeiða í einum ikki skipaðum starvi innan løgregluna.Fær bara at vita,at hann kann hjálpa til við trygdarkanningum av ferðafólki,og um tollararnir hava brúk fyri eini hjálpandi hond,so kann hann veita teimum hana.Myndugleikarnir í Havn vilja bara sleppa av við hann.William er fullkomiliga líkaglaður,tí eftir at unnustan hjá honum og komandi barnið blivu sprongd í luftina, ger einki honum mun.

298,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Bør Børson Jr.

Bør Børson ætlar sær at fáa nógv burtur úr lívinum. Ætlar sær at ganga nýggjar leiðir, setur sær onnur mál enn tey flestu har í bygdarlagnum. Øll eru klár at læa eftir honum, skuldi hann beklað. Hann er góðvarin, roynir at fjeppast uppi í teimum fínu, men er eitt fitt fólk við øllum teimum skavankum, fólk hava.

248,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Leikum fagurt

Leikum fagurt er ein satirisk lýsing av tí politiska lívinum í Føroyum í 30-árunum. Hon er eisini kærleikssøgan millum tann veika læraraskúlanæmingin Tórmann og ta sterku seymikonuna Elsbu. Høvuðssøgugongdin er kortini um Íhaldsflokkin, sum er ein sambandsflokkur, og Framtaksflokkin, sum er ein sjálvstýrisflokkur, og hvussu hesir flokkar, næstan sum av gomlum vana, klandrast og leypa á hvønn annan í bløðunum Dagens Emne og Bergmál.

248,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Úr vetrarskjølunum

Merethe hevur tikið húskið við sær og er flutt burtur á bygd. Her, í skrivstovuni í húsinum handan fyri bøin og vegin, millum ljósar dagar og ljósar nætur við ongum svøvni, skrivar og manar hon fram frásøgnina um Mass, sum hon livir saman við. Tað er frásøgnin um ein sterkan kærleika, ið ber av øllum. Um hvussu tað er at vera so nær einum menniskja,sum ikki altíð hevur hug at liva.Um óttan, og um at halda sær uppi hóast alt.Úr vetrarskjølunum er ein bráðneyðug og djúpt persónlig skaldsøga.

248,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Sær (16)

Aðrastaðni ella ikki aðrastaðni? Tað er spurningurin í hesi bók. Uppvaksin í Brekkugötu í Havn um miðja farnu öld í einum húsetri av andligum og kensluligum mótsetningum setur ein ung kvinna sær fyri at finna seg aðrastaðni. Avgjörd í at verða frí og leys av sínum uppruna fer hon úr Föroyum seint í hálvtrýssunum og so við og við um tvey meginlond heilt suður í tað myrka hjartað í Afrika, Kongo.

298,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Við tokka og tykki, yrkingar

Tíðirnar broytast, og vit broytast við, og mitt í hesi broyting rundan um meg hevur ein munandi betri tilvera tikið búgv innast í mær sjálvum. Eitt fríari frælsi og ein avløgd byrða, sum hevur elvt til, at tað er vorðið lættari at mynda mín hugaheim. Men hesar yrkingar og hugleiðingar eru støður, ið hava sítt upphav frá teimum mongu góðu og positivu menniskjum, sum eg havi havt gleðina av at hitt hesi seinastu tvey árini.

148,00 kr.
Legg í kurv
, ,

OG yrkingar

Og upp úr sólini kemur jørðin Sníkjandi sum ein øvutur dagur Og tey bæði fáa alt við Og vilja sleppa at dansa Dansa Og dansa meðan ongin sær

148,00 kr.
Vís meira
, ,

Tá ið trøll fara á flog

Tá ið trøll fara á flog er ein lýrisk frásøgn, sum fer fram í Føroyum. Kann líkið av einum barni fáa tvær ættir, sum leingi hava ligið í stríði, at sættast? Kunnu børn fáa fedranna fíggindskap at leggja seg?

248,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Arvur og umstøður

Tað er Bergljót, elsta dóttirin í familjuni, sum orðar seg soleiðis í teldubrævi til systrarnar, eftir eitt harðligt kjak um arvaforskot. Kjarnin í arvauppgerðini er, hvussu tvey summarhús á oynni Hvaler verða býtt teirra millum. Hesi bæði húsini hava verið týðandi partur í teirra uppvøkstri øll árini.Tvær døtur hava tikið sær av foreldrunum og summar­húsunum í mong ár. Tær skulu arva. Men tvey onnur børn eru, og tey hava kvett sambandið við familjuna.

248,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Kjak undir krígnum

Greinirnar í hesum savni hava staðið í Føroyar í dag, sum var ein teigur í Føroya Social-demokrat í 1943 og 1944. William Heinesen og Heðin Brú ritstjórnaðu og skrivaðu. Talan er um eitt heildarkent íkast til kjak um føroyskan politikk og føroyska mentan undir seinna heimsbardaga.

248,00 kr.
Vís meira
, ,

Dr.Jekyll og Mr. Hyde

Bent hevur verið á, at Dr. Jekyll er ikki persónsgerð av tí góða, men ein hampamaður, sum eins og øll menniskju rúmar bæði góðum og illum, og sum ærukærur roynir at varðveita umdømi sítt millum manna við at krógva síni minni siðiligu eyðkenni. Harafturímóti er Mr. Hyde óndskapur burturav, sloppin leysur gjøgnum tær hálvgum eydnaðu, hálvgum miseydnaðu vísindaligu royndirnar hjá Dr. Jekyll.

100,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Vøluspá

Vøluspá er eitt hitt fremsta fornnorrøna kvæðið í Eldru Eddu. Ja, helst er tað júst hetta kvæðið, sum ber av øllum hinum. Við sínum út- og dýpdarsýni og í skaldsligari dygd er hetta sjónborna skaldaverkið merkisvert meistaraverk og eitt munagott norrønt ískoyti til heimsbókmentirnar.

148,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Gudahøvd, yrkisavn

Tekstirnir eru bæði fúlir, viðkvæmir og fullir av innliti - ofta í eini og somu yrking. Einstakar yrkingar taka støði í gerandisupplivingum sum við kokkunum Brødrene Price og fara haðani niður í kenslunnar dýpdir. Fimmhundrað árið fyri reformatiónina verður hildið, og eg'ið fær vitjan av Luther og Melanchton, sum hann ikki altíð er so fegin um.

176,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Heimurin, ið var (14)

Undirgangssøgan hjá Zweig er ein ávaring til okkara egnu tíð. Henda bókin er ikki bara undirgangssøga um Evropa, men ein skakandi vitnisburður um, hvussu djúpt vit kunnu søkka - og hvussu ófatiliga skjótt tað kann ganga.

348,00 kr.
Vís meira