Ræðuliga søgan um Lítlu Hon (24)
Hetta er søgan um Lítlu Hon. Alt, hon vil, er at sleppa inn í koddarúmið og spæla við hini børnini. Men tey vilja bara lova henni við, um hon fyrst fer einsamøll upp á loftið í skúlanum. Og har siga tey, at tað spøkir ... men spøkilsi eru ikki til. Ikki ordiliga, ha? Hetta er ein ræðulig, óhugnalig og ótespilig søga. Men hon er eisini spennandi og stuttlig. Og hon endar lukkuliga. Í øllum førum fyri summi ...
Abbi og eg og abbi
Abbi og eg eru væl. Vit geva dunnunum saman, og hann lesur søgur fyri mær, og so dugir hann so væl at roksa og flenna eftir tí aftaná. Men einaferð roksar hann bara og flennir ikki aftaná. Hvat man vera hent við abba?
Jóna fer í býin (40)
Jóna og mamman skulu í býin at keypa skógvar. Hey bussur! sigur Jóna. Nógv fólk eru í býnum. Hey, hey, sigur Jóna. Í handlinum finnur Jóna nógvar vakrar skógvar. Men hvar er mamman farin? Har fer hon. Uttan Jónu!
From Faroese fjords to the wide world
The story of Bakkafrost is the story of entrepreneurs in several places in the Faoe Islands - Glyvrar, Klaksvík, Fuglafjørður, Vestmanna, Hov and elsewhere. The Group stitched together following the ISA crisis in the early 21st century is quite the patchwork, as Faroese fish farming pioneers found themselves forced to sit down with investors and bankers to find solution.
Av føroyskum firðum út í stóru verð (12)
Hendan bókin er ein roynd at lýsa hendan risan í føroyska samfelagnum í reportasjuformi. Gjøgnum vangamyndir av fólki, sum hava havt eitthvørt tilknýti til fyritøkuna, starvsfólk, samstarvsfólk og eigarar. Harafturat hava vit søguligar lýsingar av gongdini og hendingum og royna at geva eina mynd av Bakkafrost. Hetta er ikki ein bók, sum er ein endalig lýsing av søguni hjá Bakkafrost, men ein mynd, sum vónandi gevur innlit í, hvat hevur gjørt fyritøkuna til tað, hon er í dag.
Corpus Delicti (27)
CORPUS DELICTI sipar til aðalregluna, at brotsverk má verða prógvað at vera framt, áðrenn nakar kann verða dømdur fyri at hava framt tað. Bókin lýsir eitt hugsað dystopiskt samfelag í okkara øld, har prædikan um at vera sunnur og perfektur er farin út um øll mørk og hevur tikið valdið. Stak áhugaverd tankaroynd.
Om børn, træer, hvaler og andre, der har god tid (22)
Dette er en bog om at være i verden – om tid og sted, ånd og evighed. Med disse hidtil upublicerede tekster af William Heinesen får læseren adgang til hele hans livssyn og verdenssyn. Teksterne indeholder betragtninger om barndommen, alderdommen, livsværket. Der etableres omfattende forbindelser mellem bevidsthed og kosmos, poesi og religion, menneske og medskabninger, det menneskelige og det medmenneskelige.
Sandábókin (52)
Fráskildur listamálari leitar sær arbeiðsfrið í eini húsvognabygd, har hann hevur sett sær fyri at mála trø. Hann hevur verið fyri ymiskum missi, og tíðin í hesi sermerktu bygdini er á ein hátt soleiðis háttað, at her átti hann at vera førur fyri at savna tankarnar. Veruleikin er tó ein annar. SANDÁBÓKIN er fyrsta av trimum skaldsøgum, har Gyrðir Elíasson viðger skapanartrongdina hjá listafólki.
Føroysk purisma (28)
Bókin er skipað í tríggjar kapitlar. Fyrsti kapittul er ein søgulig gjøgnumgongd av purismu, har ið føroysk purisma verður sett í samband við norðurlendska og evropeiska purismu. Í øðrum kapitli verður tann føroyska purisman lýst sum samtíðarligt fyribrigdi, har ið hugburður til mál og málnýtslu verður viðgjørdur við støði í kanningum, sum eru gjørdar eftir aldarskiftið. Triði kapittul er av ástøðiligum slag. Hann snýr seg um málvariatión í føroyskum, og har verða viðkomandi ástøði umrødd.
Søgur um ull (8)
Søgur um ull gevur íblástur til undirvísing í handaverki og skapandi virksemi – bæði við børnum, ungum og vaksnum. Bókin lýsir føroyska ullarmentan. Hon gevur eisini neyva leiðbeining um, hvussu tú loysir úr lagdi, rotar skinn og handfert ull.
Pettson og Findus á ævintýraferð (6)
Í hesari savnsútgávuni eru fimm væl umtóktar søgur. Harafturat fert tú at læra meira um, hvørjir Pettson og Findus í veruleikanum eru, og so eru stuttlig ítriv. Eisini eru skitsur av tekningunum í bókini, so tú sært, hvussu myndirnar taka skap. Akkurát tað rætta til tey, ið eru forvitin at vita meira um heimin hjá Pettsoni og Findusi – og framúr gáva til allar Pettsonfjepparar, ið aldrin fáa nóg mikið av sniflum og Findusi og øðrum stuttligum verum.
Sprettur og spírar (21)
Børn kunnu fáa nógva gleði av urtagarðsarbeiði. Sprettur og spírar er full av einføldum ítrivum, sum geva øllum forvitnum, ungum gartnarum íblástur, og tað er uttan mun til, um tú eigur ein urtagarð, eina altan ella bara ein vindeygakarm. Hví ikki gera eitt terrarium í eini glaskrukku at hava í kamarinum ella skriva náttúrudagbók og fylgja við øllum tí vakra, sum hendir í náttúruni?
Bukkarnir Brúsi fara at ferðast (21)
Einaferð vóru tað tríggir geitarbukkar, sum allir itu Brúsi. Teir skuldu suðureftir at ferðast. – Eru trøll í heitu londunum? spurdi Lítlibrúsi. – Nei, segði Miðlingabrúsi. – Bara í Føroyum og kanska í Noregi. – PASSAR tað? spurdi Lítlibrúsi. – Ja, segði Miðlingabrúsi. Men Lítlibrúsi tók vatnpistólina við sær, bara fyri at kenna seg tryggan. Tú kanst aldrin vita …
Falska rósan (8)
Tygum hava biðið meg skrivað alt niður, sum eg veit um mannin, tey kallaðu Hetlands Jack. Tað skal eg gera. Eg skal siga tygum frá um harða lív hansara. Og tygum skulu fáa sannleikan at vita um, hvussu hann hvarv á løgnan hátt. Men søgan um Hetlands Jack var ikki komin at enda, tá ið faðir hansara varð funnin í havnini í Glasgow. Og nú er lagnan hjá Jack vorðin mín egna lagna. Um hetta má eg eisini skriva, hóast tað kenst svárt.
Vit eru musikantar (10)
Akkordeonið hevur verið mín fylgisneyti, líka síðan eg fór í skúla. Tað var omma mín, sum segði: „Tú skalt læra teg at spæla eitt ljóðføri! Hví ikki akkordeon?“ Eftir akkordeonskúla í Eckernförde í Týsklandi fór eg á Det Jyske Musikkonservatorium í Aarhus, har eg tók útbúgving sum tónleikari, lærari og solistur. Tú kanst hava gleði av tónleiki alt lívið, og tað gleðir meg at síggja tónleikin glógva í eygunum á mínum næmingum.
Norðstreymoyar kirkjubók 1789-1892 (7)
Her eru øll tey nevnd, sum eru fødd í Norðstreymi í hesum tíðarskeiði, og tí ber til at síggja nær tey eru doypt, hvørjar gubbar og gummur tey hava, hvørjum tey eru konfirmeraði saman við, nær og við hvørjum tey eru gift, hvørji børn tey hava fingið, og nær tey eru deyð og grivin.















