, , ,

Føroysk mállæra 3

Henda bókin er triðja bind í røðini Føroysk mállæra 1-3, har fyrsta bind er um kyn, orðmyndan og bending, og annað bind um syntaks. Bókin er sett fram soleiðis, at tað ikki er neyðugt hjá lesaranum at hava stórvegis teoretiskan kunnleika um málvísindi. Hon er ætlað fólki, ið hava áhuga fyri føroyskum generelt, og lesandi á hægri skúlum. Í hesi bókini fært tú: 1. Yvirlit yvir sjálvljóð og hjáljóð í føroyskum 2. Herðing 3. Stavilsi og fonotaks 4. Máltóna

148,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Menn í mínari støðu (20)

Eitt ár eftir Scandinavian Star-vanlukkuna í 1990, sum drap bróðurpartin av Arvidsa familju, er Turið, kona hansara, rýmd við døtrunum. Hon sendir eina vinkonu, sum enntá speirekur hann, eftir tí, hon eigur. Og so er tómt. Tríggjar fjálgar og ljósar løtur eru í skaldsøguni. Tær eru í seinna partinum og lyfta søguna út úr myrkrinum. Hvussu tað verður gjørt, verður ikki avdúkað her.

348,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Vakrasta stað, yrkingar

Eg eri ein av teimum, sum hava Down syndrom, eg eri bara fødd soleiðis, ein kærur eingil, sum ein fuglur, ið syngur.

178,00 kr.
Vís meira
, ,

Sólgarðurin

Beinir hevur fleiri ferðir mist fólk, ið hann var góður við. Hann royndi at fara til grøvina hjá teimum: “Har fann eg onkutíð frið, men eg fann eisini útav, at í summum førum kann man bara velja sær eitt stað.Ofta velur man eitt fysiskt stað, men eg trúgvi uppá, at man kann førka tað hugtakið til eitt fyribrigdi.” Í yrkingasavninum fann Beinir bæði fram til eitt fysiskt stað, ið er Sólgarðurin, og eitt inniligt rúm millum tvey góð.

220,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Fontamara (30)

Fontamara er søgan um fátæku bøndurnar í fjøllunum innan fyri Róm, sum gjørdust alsamt kroystari av teimum, sum áttu ríkiligt frammanundan, sum myndugleikarnir altíð stuðlaðu væl. Tá ið armóðin næstan ikki kundi gerast verri, løgdust teir á lívgevandi vatnið. Bøndurnir mótmæltu tað dýrasta, teir vóru mentir, og myndugleikarnir tóku ikki ímóti teimum við mýkindum.

298,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Hetta er ikki vit (40)

Pápin kemur ikki upp um morgunin. Hann ger ikki mat longur, og hann svarar næstan ikki, tá ið Sanna tosar við hann. Í skúlanum er tað ikki nógv betri, tí besta vinkonan vil ikki hava nakað við hana at gera. Men so byrjar Yousef í flokkinum, og hann hevur umleið eina millión eygnavippur og veit, hvat tað vil siga at taka myndir av verðini. Ein hørð og veruleikanær søga um umsorganarsvik.

220,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Bløðra (27)

Stina er ein trælur. Hon verður noydd at koma upp um morgunin, noydd at fara í skúla, noydd at læra seg sovorðið, sum hon als ikki hevur brúk fyri, noydd at verða eyknevnd Bløðra, noydd at brúka lættimjólk heldur enn vanliga mjólk, noydd at ganga til svimjing og noydd at syngja í tí rotna jólakórinum. Hon noyðist at ganga eftir lortareglum hjá øðrum, í einum lortabýi, í einari lortaverð.

199,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Heimsins vandamiklasta harkalið 3 (24)

Tey mugu grøða Vampýrrósuna fyri ta allarringastu sjúkuna. Tey fýra gerast sumoglímarar og finna ein deyðan mann í Illaskógi. Harafturat prógvar harkaliðið, hvat veruligt vinalag er, og tað førir tey út, har eingin grynnir. Í bókunum um Heimsins vandamiklasta harkalið eru fimm stuttar, villar og ordiliga stuttligar søgur um alt, ið kann henda, tá ið tey vaksnu ikki hava eitt vakið eyga.

198,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Mín fyrsti dagur og nátt (36)

Lær barnið at tosa og menna orðfeingið við hesari stuttligu spæli- og myndabókini. Stimbrar førleikan hjá komandi lesarum. Mennir eygleiðingarevnini hjá barninum. Myndir geva barninum størri innlit í heimin.

80,00 kr.
Vís meira
, , , , , , ,

Ganga saman

At koma saman er ikki altíð so lætt. Og at ganga saman kann vera trupult!

130,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Mira 2 Húsbátur - babba - kærleiki

Tað er stuttligt at droyma. Altso, ikki sum tú gert um náttina, men dagdroyma. Knappliga kunnu dagdreymar gerast veruleiki. vit mugu minnast til at droyma við opnum eygum. Men hóast tað er ein stórur dreymur, kanst tú væl gerast eitt sindur stúrin, um tú skalt møta pápa tínum fyri fyrstu ferð. Tí hvat nú, um tú ikki passar inn í lívið hjá honum? Ella øvut? Ella um dreymurin verður eott vónbrot? Og hvussu er tað í grundini bæði at skula vera hjá mammu síni og pápa sínum?

198,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Mira 1 Vinir-forelskað- eittárímínumlívi

Tú kanst føla teg eitt sindur einsamalla, um besta vinkona tín ger ein kærleiksklubba saman við tí kulu, nýggju gentuni í flokkinum. Tí tú sleppur bara at vera í honum, um tú hevur verið forelskað, og tað hevur Mira ongantíð verið, sjálvt um hon veruliga hevur roynt. Men hvat nú, um hon hugsar ordiliga nógv um hon dreingin í flokkinum? Altso, bara ein hálvan tíma um dagin. Verður hon so forelskað? Hvussu ringt kann tað vera?!

198,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Gosfjøll

Hvat er eitt gosfjall? Smeltað grót trýstir seg upp ígjøgnum tunnu jarðarskorpuna og verður til lava. Tað flýtur sum siroppur, og so hvørt sum tað kólnar, mennist eitt fjall til eitt gosfjall. Í hesi bókini kanst tú lesa um, hvussu eitt gosfjall verður til umframt kendar hendingar í søguni, har gosfjøll hava lagt bygdir og annað í oyði.

120,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Brá fær eitt ross

Brá elskar ross. Pápi hennara eigur eitt ross. Tað eitur Rósa. Brá hevur skjótt føðingardag. Hon ynskir sær eitt ross. Einki annað.

88,00 kr.
Legg í kurv