Glæma rýmir
Brá eigur eitt ross. Tað eitur glæma. Men ein dagin er Glæma ikki í girðingini. Hon er rýmd saman við Rósu. Brá og pápin leita. Munnu tey finna Rósu og Glæmu aftur?
Brá fer í ríðiskúla
Brá eigur eitt ross. Tað etiru Glæma. Brá og Glæma skulu í ríðiskúla Brá er eitt sindur stúrin. Tí nógv er, sum hon skal læra. Man tað fara at ganga væl?
Heykur fer í skúla
Eg eiti Lea, og hvølpurin hjá mær eitur Heykur. Eg elski hann yvir alt í verðini, sjálvt um hann ger fortreð viðhvørt. Tá ið hann bítur í fjarstýringina, verður mamma ørg. Heykur má í skúla at læra at akta.
Tornarósa
Tá ið Tornarósa verður doypt, gloyma kongur og drotning at bjóða einum sera týdningarmiklum gesti - tí einu álvuni. Sekstan ár seinni gongur ynski hjá hesi óndu álvu út...
Meira rætt ella skeivt
Eru rottur nakrantíð ákærdar fyri stuldur og hóttar við deyðarevsing í einum vanligum dómstóli? Er ein ósløkkjandi, brennandi steinur til? Eru børn fødd í rúmdini, og vóru tað vaksin, sum fyrst brúktu suttu? Her eru 14 spennandi og løgnar søgur. Les, hugsa, met um royn so at gita, hvør søga er røtt, og hvør er rong. Tann, sum ljóðar sonn, kann vera rong, og tann, sum ljóðar rong, kann verða røtt.At enda fært tú hugskot til, hvussu tú kanst gera tína egnu rongu ella røttu søgu.
Álopin av áarrossinum og aðrar spennandi søgur um dýraálop
Tá ið hann vaknaði aftur, var hann umgirdur av sera ringum lukti. Alt var myrkt rundan um hann, og hann helt, at hann var vorðin blindur. Men tað kendist so løgið, tí beinini vóru í vatni, men kroppurin kendist turrur. Turrur, men fullur í slími. Okkurt tungt trýsti á búkin og um at vita, hvat var hent, og hvar hann var, eydnaðist tað honum at lyfta hondina og føla, hvat tað var, ið var hent. Hann var fangaður í kjaftinum á áarrossinum!
Pólnátt
16 ára gamli Ilias býr í einari flóttafólkamóttøku saman við níggju ára gomlu systur síni, Amiru. Ein dagin hendir nakað, sum ger tað vandamikið at verða verandi. Systkini noyðast at flýggja út í ta myrku náttina. Vindurin er ísakaldur, og tey hava skund. Skjótt hoyra tey kavaskutaran, sum er eftir Iliasi. Hvør kann hjálpa teimum ígjøgnum ta frystu´vetrarnáttina?
Handbók fyri superhetjur 6.partur: Uttan vón
Øll í Rosenhill eru skelkað. Sjey børn eru horvin sporleyst, og fólk eru bæði bangin og ill. Hví gera løgreglan og Reyði skorturin einki? Kann býurin ikki líta á sína superhetju, nú tá tey veruliga hava tørv á henni? Í loyndum arbeiða Lisa og liðfelagar hennara hart, og tey hava funnið spor og ábendingar. men okkurt ruggar ikki rætt ...
Tá eg varð rænd aðru viku í juni (40)
Eitt ógvisligt og skeivt ævintýr um knappliga at enda í eini aðrari familju. Og hvør veit, tað er kanska ikki so galið, sum tú heldur? Tað kundi hent, at tað er tað stuttligasta, sum er hent tær í langa tíð! Familjan hjá Vilju vil onki stuttligt gera í summarferiuni. Tað stuttligasta, sum hendir, er, at tey skulu fara við bilinum at vitja ommuna. Og tað er ávegis hagar, at tað hendir. Ein rænarabilur forðar teimum á vegnum.
Hilda og Monsi (20)
HIlda og Monsi eru vinir. Men ein dagin hvørvur Monsi inn í Álvaheyggj....
Beinta - Fyrra bókin (18)
Beinta livdi um ár 1700 og hevði eina sjaldsama vakra útstráling. Sagt var, at ‘hun var kongedatter’. Søgan um Beintu, er søgan um hendingaríka lívið hjá eini sterkari og sjálvbjargnari kvinnu í eini av harðastu tíðum í Føroya søgu.
Bók um sorg (52)
Ein bróðir doyr, og Bók um sorg (Søgan um Nils í skóginum) er søgan um familjuna, ið situr eftir. Um eina mammu, sum bara grætur, um ein pápa, ið ikki er til staðar, um systkin, ið royna at skilja. Skaranger skrivar rátt og nemandi um at bjarga lívi og ábyrgd. Hon skrivar um ørkymlan og øði, men eisini um kærleika, vón og ljósið, ið er.
Grimm -grumm ævintýr søgd umaftur fyri gomlum og ungum (10)
Rithøvundarnir Kenneth Bøgh Andersen og Benni Bødker hava umskrivað tíggju tær bestu og ræðuligastu søgurnar hjá Grimm brøðrunum, so vit sleppa heilt inn í frásagnirnar og langt inn í tann vandamikla heimin, sum einaferð var til. Gleð teg til eitt savn av góðum søgum,sum um somu tíð eru bæði gamlar og nýggjar.
Fuglatemjarin (24)
Í norðara havnarbýnum fyrireika tey seg til veturin. Miranda og Syrsa hava búsett seg í húsunum hjá Lydiu, og við sama fimi, sum Miranda kavaði eftir perlum, klatrar hon nú høgt upp í smaragdkrúnurnar, har hon høggur við øks síni.Men veturin kemur tíðliga og við vetrinum óndar kreftir, sum skjótt hava tikið vald á býnum.Dagskaturnar bera seg øðrvísi at, og tær leypa á í flokki.Tá ið Iberis við tí hvíta hárinum kemur til býin, broytist tann vinaligi býurin og er ikki til at kenna aftur.















