Miðlar, Mentan og Seinmodernit
Føroyskur ungdómur hevur ikki áður verið fyrimál hjá fólki, ið granskar føroyska samfelagið. Granskingin, hvørs úrslit nú fyriliggja, umboðar fyrstu veruligu roynd at lýsa ungdómin í landinum vísindaliga.
Símunarbók
Í Símunarbók, sum bókin eitur, eru savnaðar 20 greinar, skrivaðar av føroyskum, norðurlendskum og bretskum høvundum um ymisk fornfrøðilig og søgulig viðurskifti í Føroyum og grannalondunum í víkingaøld og miðøld.
Salmiakk og spøki
Salmiakk býr úti á bygd í Norðnesi og verður altíð happaður, kanska serliga tí at hann er komin úr býnum út á bygd at búgva. Tað ringasta er, at hann ongan vin eigur at spæla við, og hetta ynskir hann sær allarmest av øllum.
Hvør fjalir seg í ferðataskuni
Vinur Viktoriu, Pinki, er pingelipongur og býr í postkassanum hjá Viktoriu. Tá ið Viktoria kemur heim úr summarferiu, fortelur hon Pinka um ein, ið fjalir seg í ferðataskuni, men Pinki trýr henni als ikki, og tey gerast óvinir fyri fyrstu ferð.
Moss Mollis´Journey (40)
Á enskum: Í søguni um Mosamollis er ongin tekstur at halda seg til. Lat títt og barnsins hugflog sveima við honum runt á ferðini og lat myndirnar hjálpa tykkum at gera egnu søgur.
Mos - Moltes rejse (40)
Der er ingen tekst at holde sig til i historien om Mos-Molte. Lad din og børnenes fantasi svæve rundt med ham på rejsen og lad billederne hjælpe jer med at lave jeres egne historier.
Ferðin hjá Mosamollis
Í søguni um Mosamollis er ongin tekstur at halda seg til. Lat títt egna og barnsins hugflog sveima við henni runt á ferðini og lat myndirnar hjálpa tær at gera tína heilt egnu søgu.
Eldsins gáta
Grunda á veruligar hendingar hjá Sofíu ið býr í Mosambik. Systurin er komin aftur úr Suðurafrika, álvarsliga sjúk. Sofía roynir at skilja, hvat er áfatt, men hon skilir ikki reiðiliga, bara hetta, at eldurin roynir at siga frá einari stórari vanlukku
Regin og barbidukkurnar
Regin dugir væl at spæla fótbólt. Men viðhvørt vil Regin heldur spæla dukkur við gentunum í barnagarðinum ella sleppa at lata seg í fínar kjólar og dansa.
GMDSS SRC og ROC VHF-lærubók
GMDSS SRC og ROC VHF-lærubók er ætlað sum frálærubók hjá teimum, sum vilja útvega sær VHF- radiopróvbræv til at passa VHF-radioútbúnað umborð á bátum og skipum.
Marita-eitt konubrot... fløga
Lýsing í orðum og myndum av menniskjanum og politikaranum Maritu Petersen, ið skrivaði søgu, tá ið hon sum fyrsta kvinna gjørdist løgmaður í Føroyum.
Baladas Épicas Feroesas
Kvæði á sponskum og føroyskum.
Grindalokkur, arbeisðsb. 1. fl
Arbeiðsbókin er eins og næmingabókin býtt sundur eftir evnum. Hvør opna í arbeiðsbókini byrjar við, at næmingarnir lýsa veðrið júst hendan dagin. Teir skulu t.d. lita hitastigini í hitamátaranum og seta ring um, hvussu veðrið annars er.
Grindalokkur, næmingabók 1. fl
Næmingabókin er bók við myndum uttan tekst. Lagt verður upp til, at næmingarnir ogna sær vitan út frá tí teir síggja á myndunum, vita frammanundan og fáa at vita frá læraranum og øðrum næmingum.
Skygni 4, avritsmappa
Í avritsmappuni eru eyka uppgávur, virknissíður og svarlisti til avritsmappuna.
Skygni 4, læraravegleiðing
Í læraravegleiðingini eru viðmerkingar til flestu síður. Har eru eisini virknissíður, tænastusíður og støðuroyndir við svarlista.















