Í lærarabókini sær lærarin, hvussu leingi ætlanin er at arbeiða við hvørjum evni. Víst verður á, hvussu til ber at arbeiða við bordanum, og upplýsingar um ymiskt í bordanum síggjast í lærarabókini.
Ískoyti til GMDSS GOC- og LRC- lærubók er ætlað sum handbók til brúk hjá næmingum til skrivligar GOC-royndir.Í bókini eru m.a yvirlit yvir GMDSS tíddir (frekvensir), senditíðir MSI gjøgnum Inmarsat EGC-skipanina og fylgisveinanummur.
GMDSS GOC- og LRC- lærubók er ætlað sum frálærubók hjá teimum, sum vilja útvega sær GOC (General Operator´s Certificate), og LRC - radiopróvbrøv (Long Range Certificate) til at passa VHF-, MF-, HF-,
Frá gamlari tíð hava 5 býlingar verið rundan um vágna og Borðoyarvík, í Vági, á Uppsølum, í Gerðum, á Myrkjanoyri og á Oyri.
Søgan um Jann Andersson og markleysa kærleikan til dóttrina Kláru Fínu Gullborg. Tá dóttirin fer til Stokkhólms og kvettir sambandið við foreldrini fer hann av vitinum og heldur dóttrina vera vorðna keisarinnu.
Bókin er í tveimum pørtum. Fyrri partur er um bankarnar í 100 ár, seinni partur er ein ferð gjøgnum samfelagsmenningina í Føroyum í tíðarskeiðnum uppundir og eftir, at Føroya Banki varð stovnaður í 1906.
Mállæran í Eg skrivi 7 byggir á tað, sum næmingarnir hava lært í teimum fyrru bókunum. Hefti við útfyllingarfyrisagnum fylgir við.
Bókin um Hervør og Høgna fylgir tvíburasystkjunum í triðja flokki, bæði heima og í skúla. Bókin fylgir árstíðini, og fleiri spennandi tættir í bókmentum eru tiknir við. Her eru til dømis sangir, yrkingar, ævintýr, sagnir, skjaldur, orðatøk og gátur.
Skaldskapur á føroyskum. Yrkingar og stuttsøgur - umsettar og á upprunamáli.
Hetta er eitt úrval av greinum og viðmerkingum, sum André í tíðini 1992-98 skrivaði í málteiginum í Sosialinum. Her verður skrivað um málsligar spurningar, og tann ráðandi málpolitikkurin verður umtalaður.
Týskt 1 er uppgávubók til byrjanarundirvísing í týskum. Í bókini eru grundleggjandi mállæruvenjingar í týskum, har dentur verður lagdur á navnorð úr gerandisdegnum og bendingarnar í nútíð og tátíð av sagnorðunum sein, haben og werden.
Dysturin við brennivínsdevulin og aðrar illar andar gerst í hesum savni drívmegin at fata borgarligu tilveruna og seta hana í glas og rammu, sum menniskja, pápi og lærari. Ein tilveruligur ivi, sum undir høgum fjøllum setur í pennin á miðjari nátt.
Í 1931 kom Verjurøða Sokratesar, Kriton, Faidon út í Havn í týðing Janusar. 1935 gav Føroyingafelag í Keypmannahavn út Symposion - Gorgias í týðing Janusar. Hesi fimm verkini eftir Platon gevur Fróðskapur nú út í aðru útgávu, savnað í eina bók.
150 ár liðin, síðani Løgtingið varð endurstovnað.
Hervør og Høgni í triðja fylgir tvíburasystkjunum í triðja flokki, bæði heima og í skúla. Í bókini Hervør og Høgni í triðja er dátufløga við upplestri og sangum.