Dals søga er í høvuðsheitum um ættarbond, sum á ein ella annan hátt eru knýtt at Dali. Frágreiðingar um lívshátt og tilburðir, og ein partur er um, hvussu tað var í Dímun, tá ið rættiliga nógv fólk var har uppi.
Eins og í undanfarnu bókum í røðini eru allir tilburðir viðvíkjandi føroyingum. Í bókini eru 14 frásagnir, sum spenna sera vítt: úr luftini, til bjarga, við skipum, álop og nógv annað.
Søgur eru m.a. um: Skúvoying sum lá óvanliga leingi á botninum í svimjihyli. Sigmund Andreassen sum bleiv hildin fangi á oynni Réunion í 9 mánaðir. Smádrongur úr Miðvági sum bjargaði restina av familjuni úr brennandi húsum.
Leon Andreassen lýsir bygdina hús fyri hús og býling fyri býling. Í bókini greiðir hann frá ognarviðurskiftum og gørðum í gomlu bygdini. Eisini sigur hann frá tilflytarum gjøgnum tíðirnar umframt at bókin hevur eitt yvirlit yvir fólkið í bygdini.
Onnur bókin er í høvðusheitum um Vágsbotnshandilin 1768-1793, kongliga handilin frá umleið 1790 til 1816, skansaverkið, hospitals- og heilsuviðurskifti, kirkjurnar, skúlarnar í Havn, og hvussu Havnin veksur og mennist fram til umleið 1816.
Frásagnir og samtíðarlýsingar av Havnini, fornfrøðiligar rannsóknir í gomlu Havnini, ting- og rættarviðurskifti, bóndagarðin Húsagarð og vinnur hjá havnarfólki, einahandilin fram til umleið 1790 og staðarnøvn innan- og uttangarðs í Havnini.
Frá gamlari tíð hava 5 býlingar verið rundan um vágna og Borðoyarvík, í Vági, á Uppsølum, í Gerðum, á Myrkjanoyri og á Oyri.
13 ótrúligar frásagnir frá føroyingum. Les um løgtingsmannin Karstin Hansen sum var neyðstaddur í bjørgunum. Um størstu bjarging í Føroya søgu, har skipari bjargaði ikki færri enn 4.423 mannalívum og nógvar aðrar ótrúligar søgur.
Fornfrøðingar funnu í minsta lagi 19 húsatoftir eystaru megin Eiðisvatn niðanfyri Argisbrekku við útgrevsturin í 1985-87, og í ritgerðini leggur høvundurin nágreiniliga fornfrøðiligu úrslitini og ber fram próvgrundir fyri, at talan er um eitt ærgi.
Lýsir hugburðin í føroyskum heilsupolitikki frá fyrst í 19. øld og fram til heimastýrislógina.
Vágsbotnshandilin 1768-1793, Kongligi einahandilin uml. 1790-1816, Skansaverkið, Heilsumál, Havnar kirkja, Skúlar í Havn, Demografisk menning í Havn.
Fyrsta og onnur bók av Havnar søgu er um tíðarskeiðið frá landnámi til 1816.
Í 6 ár ferðaðist Sigert í Sibiru, viðhvørt saman við øðrum, oftast einsamallur, á støðum, har fáur evropeari hevði sett sín fót. Hann leitar upp norðursibiriskar frumbúgvar og livir teirra ómetaliga harða lív.
Fyrstu niðursetufólkini inni á Fjørð í Vestmanna vóru Ole Zacharias Olsen, nevndur Gamli Óli og konan Maren Elisabeth Joensdatter, nevnd Nólsoyar Marin og Ole Zacharias Jacobsen, Óli í Lon og konan Anna Margretha Simonsen, Greta í Toftum. Hjúnini bæði búsettust á Fjørðinum í 1862 ella fyrst í 1863. Tað eru tey seinnu hjúnini og eftirkoarar teirra, handa bókin er um.
Fyrst í bókini eru hugleiðingar um Eiðisi bygd og so staðanøvnini.