, , ,

Í lívd undir hamrinum reysta

Bókin er søgubrot og lýsingar gjøgnum skjótt 200 ár úr Skopunar søgu.
Stórur partur av elsta ættarliðinum í Skopun kom úr Koltri og Dímun, men ættarbondini røkka líka úr Sumba til Tjørnuvíkar, so har er væl blandað.
Heitið á bókini er tikið úr mergjaða skopunarsanginum hjá Sigurdi Bærentsen, sum eisini á sín hátt lýsir baldrutu umstøðurnar, ið nógvar av frásøgunum greiða frá. Sjógvurin var álitið, og fongurin var mangan dýrgoldin og tøkini tung; men sjálvt í myrkastu løtum fall fólkið ikki í fátt, og bygdin mentist eftir ­umleið seksti árum til at gerast næststørsta bygd í oynni, og tað er hon framvegis.

348,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Átjan oyggjar (30)

Fyri seksti árum síðan var íslendska skaldið og rit­høvundurin, Hannes Pétursson, á vitjan í Føroyum.

Høvuðsørindini vóru uttan iva onnur enn at skriva eina sakleysa dagbók úr eini Føroyaferð summ arið 1965.

Úrslitið er ein framúr lýsing av Føroyum, føroying­um og føroyskum viðurskiftum um hetta mundið miðskeiðis í seinastu øld, sæð við gestsins gløgga eyga. Samanberingar hansara við íslendsk viður­skifti eru viðkomandi og áhugaverdar.

Hóast rithøvundurin er komin væl til árs, føddur 1931, gav hann á heysti 2024 eina nýggja og for­vitnisliga bók út um skaldskapin hjá Hallgrími Péturssyni.

Hannes Pétursson er annars best kendur í Íslandi sum yrkjari og hevur síðan 1955 m.a. givið út eina ørgrynnu av yrkingasøvnum, og fýra ferðir hava søvn hansara verið tilnevnd Norðurlendsku Bók­mentavirðislønina.

248,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Kongsbókin og lógir Føroyinga í hámiøld

Kongsbókin er ein lógbók, sum er samansett av tveimum skinnhandritum, har tað minna handritið inniheldur Seyðabrævið og tað størra ta norsku Landslógina, sum varð lógtikin á Gulatingi í 1274. Kongsbókin hoyrdi til løgmansembætið í Føroyum, og í henni fáa vit upplýsingar um rættarskipan og tingskipan føroyinga í há- og seinmiðøld. Lóggávan í bókini hevur evnað føroyska mentan heilt fram til okkara dagar. Kongsbókin er tí føroyskur mentanararvur og ein hin dýrmætasti fornluturin, sum vit eiga

580,00 kr.
Legg í kurv
, ,

TrapFøroyar (ensk útgáva)

Trap Føroyar lýsir føroysku náttúruna og landslagið, søgu, mentan, samfelags- og vinnulív umframt býirnar og bygdirnar. Trap Føroyar nevnir alt tað, ið hevur týdning, s.s. føroyskan dans, ólavsøku, grindadráp, Guðrun & Guðrun og matstovuna KOKS.

498,00 kr.
Legg í kurv
, ,

TrapFøroyar (føroysk útgáva)

Trap Føroyar lýsir føroysku náttúruna og landslagið, søgu, mentan, samfelags- og vinnulív umframt býirnar og bygdirnar. Trap Føroyar nevnir alt tað, ið hevur týdning, s.s. føroyskan dans, ólavsøku, grindadráp, Guðrun & Guðrun og matstovuna KOKS.

498,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Reyn, kæra Reyn (13)

Reyn, kæra Reyn er skipað sum gongutúrur við Jørleifi úti á Reyni og í gomlu Havnini sambært kortinum hjá Johan Poulsen – eisini nevndur Blikkinsláarin. Jørleif var kendur fyri so mangt, illum annað at duga væl at siga søgur og vera undirhaldandi. Eisini metti hann søgu og upphav høgt og troyttaðist ongantíð at siga sínar havnarsøgur fyri ungum sum eldri og útlendingum sum føroyingum. Frásøguhegni hansara hevði sína styrki í, at hann segði søgurnar saman við áhoyrarunum.

448,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Havnar søga 6 (6)

Sætta bók um Havnar søgu er í høvuðsheitum um tíðarskeiðið frá 1909 og fram til sekstiárini.

300,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Skakandi tilburðir 17 (21)

Vágbingur, sum var á rækjuveiðu norðanfyri Svalbard, har ísurin kleimdi skipið, so tað sakk, manningin mátti bjarga sær á ísinum, meðan ísbjarnirnar nærkaðust. Maður, sum náðileyst bleiv dripin á Jamaica, meðan hann arbeiddi hjá Højgaard og Shultz. Ungur politikari, sum hóast sín unga aldur hevur upplivað hópin av skakandi tilburðum, alt frá av óvart at hava drukkið rustloysara til at koma í havsneyð við stuttleikabáti ímillum Noreg og Hetland. Hópur av myndum og tekningar frá hendingunum.

269,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Tættir og brot úr Bíggjar søgu (6)

Óla Jákup Guttesen er ein teirra, sum hava sitið trúliga á landsskjalasavninum við kirkjubókum, fólkateljingum, skiftiprotokollum, sýsluprotokollum og tinglýsingarbókum og roynt at fingið skil á, undir hvørjum korum fólk í teirra heimbygd hava livað upp ígjøgnum tíðirnar.Nú hevur bygdin við tí vakrasta útsýninum ­fingið nakrar av sínum ógviliga týðandi táttum festar á blað, so teir ikki hjána burtur.

448,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Local Measures to Global Presures

Í bókini viðger høvundurin tað hugsjónarliga grundarlagið fyri altjóða átøkunum fyri at steðga grindadrápi, og hvussu hesi mótmæli elvdu til tillagingar av grindahvalaveiðuni.

200,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Saman tí standið (11)

Saman tí standið er minnisrit um SEV, sum Jógvan Arge letur úr hondum, nú 75 ár eru liðin síðani stovningardagin 1. oktober 1946, tá 19 kommunur í Streymoynni, Eysturoynni og Vágoynni tóku fyrsta stigið til at fáa føroyingum eitt samhaldsfast elfelag, sum enn er lívæðrin í føroyska samfelagnum. Søgan um SEV er samstundis søgan um føroyska samfelagsmenning, tí uttan eitt vælskipað elfelag høvdu vit verið eftirbátar á so mongum økjum.

350,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Gøtugjógv. Gøtu húsasøga 1 (15)

Fólk hava búð við Gøtugjógv síðani síðst í 1600 - talinum, tá ið ein bóndasonur av Húsgarði í Syðrugøtu setti búgv her. Fyrstu gott og væl hundrað árini var bara ein garður, men í umleið 1800 fór hann sundur í tvey. Næstu nærum hundrað árini vóru tveir garðar við Gøtugjógv, men móti endanum á1800-talinum øktist húsatalið, tá ið samfelagið kollveltist,og tað bar til hjá fiski-og útróðrarmonnum at seta føtur undir egið borð.

300,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Staðarnøvn í Mykinesi (30)

Í okkara tíð er øllum kunnugt, at vit uppliva eitt stórt tap av staðbundnum staðarnøvnum í munnliga siðaarvinum. Innan fyri sløk 100 ár er íbúgvaratalið í Mykinesi minkað við 150 fólkum. Í oynni eru í dag 17 fólk fastbúgvandi. Hetta hevur stóra avleiðing fyri staðarnøvnini. Tað eru færri og færri, sum brúka tey. Meginparturin av nøvnunum verður ikki brúktur eins og hann bleiv fyri 50 árum síðan. Hetta hevur so við sær, at fleiri nøvn hvørva.

300,00 kr.
Legg í kurv