Henda bók er ein kvøða til Rituvík, sum jólaaftan 2023 varð 150 ár. Bókin er í høvuðsheitum ein ættarsøga fyri Rituvík. Hon er ein roynd at greiða frá, hvørji hús standa og hava staðið í Rituvík, hvørji fólk hava búleikast í hesum húsum, og ikki minst hvat bleiv av teimum og teirra, ið fóru av bygdini – frá fyrstu átta niðursetufólkunum til okkara dagar. Onkrar styttri lýsingar og søgur, ið hava samband við Rituvík og fólk har, eru við í bókini.
Triði partur er um Akrabyrgi, Akraberg, Víkarbyrgi, Agrar og Lobra: sagnir, søgur og ættartøl.
Fyrsti parturin er um Sumba: sagnir og søgur, mentan og staðarnøvn o.a.
Bygdin Fuglafjørður hevur eina søgu, sum røkkur meira enn túsund ár aftur í tíðina. Fornfrøðiligir grevstrar kunnu vísa á húsabygging heilt aftur í víkingatíð. Hetta varð byrjanin til eitt landbúnaðarsamfelag, sum menn halda hevur havt eina lutfalsliga avbyrgda tilveru fram til endan á 1800-talinum, tá ið ídnaðar fiskiskapur fór at bera boð um nýggjar tíðir.
Fyrrverandi deildarleiðari á Landsverk, Finnleif Durhuus gevur út bókina: Soleiðis fingu vit vegir, brýr og tunlar - Føroysk vegasøga í 100 ár. Finnleif Durhuus var deildarleiðari hjá Landsverki í mong ár. Í bókini verður greitt frá 43 infrakervisverkætlanum, sum hava verið við til at knýta føroyska samfelagið saman í eina eind.