Eg fótaði mær aftur
248,00 kr.
Rithøvundur: Herdis Skorastein
Fleiri upplýsingar
Undir tittul: Eg fótaði mær aftur
Frágreiðing:
Evni:
Týðari: Pálin Olsen, Jastrid Weihe
Forlag: SPF. SPROTIN
Útgávuár: 2026
Síður: 134
Myndir: Ja
Bókaklubba: Nei
ISBN: 978-99972-1-635-9
- Vørulýsing
Vørulýsing
Herdis er fødd í Leirvík 7. august í 1945. Hon er næstyngst av 11 systkjum. Tá hon var 11 ár, fekk hon trupulleikar við vinstra knæi. Knæið versnaði so nógv, at hon var send til Danmarkar á vári 1959. Seinni sama ár varð beinið tikið oman fyri knæ. Næstu 10 árini stríddist hon við avleiðingarnar av sjúkuni og við at fóta sær aftur. Tað er hetta tíðarskeiðið, sum er fest á blað.
Í bókini lýsir hon, hvussu tað var at vera sjúklingur, dóttir, systir og ung við rørslutarni bæði í Føroyum og í Danmark í sekstiárunum. Hon greiðir frá umsorgan, hjálpsemi, mótstøðu, pínu og stríðnum at koma fyri seg aftur. Hon er bersøgin og tekur ikki synd í sær sjálvari.






