Kongsbókin er ein lógbók, sum er samansett av tveimum skinnhandritum, har tað minna handritið inniheldur Seyðabrævið og tað størra ta norsku Landslógina, sum varð lógtikin á Gulatingi í 1274. Kongsbókin hoyrdi til løgmansembætið í Føroyum, og í henni fáa vit upplýsingar um rættarskipan og tingskipan føroyinga í há- og seinmiðøld. Lóggávan í bókini hevur evnað føroyska mentan heilt fram til okkara dagar. Kongsbókin er tí føroyskur mentanararvur og ein hin dýrmætasti fornluturin, sum vit eiga
Trap Føroyar lýsir føroysku náttúruna og landslagið, søgu, mentan, samfelags- og vinnulív umframt býirnar og bygdirnar. Trap Føroyar nevnir alt tað, ið hevur týdning, s.s. føroyskan dans, ólavsøku, grindadráp, Guðrun & Guðrun og matstovuna KOKS.
Trap Føroyar lýsir føroysku náttúruna og landslagið, søgu, mentan, samfelags- og vinnulív umframt býirnar og bygdirnar. Trap Føroyar nevnir alt tað, ið hevur týdning, s.s. føroyskan dans, ólavsøku, grindadráp, Guðrun & Guðrun og matstovuna KOKS.
Reyn, kæra Reyn er skipað sum gongutúrur við Jørleifi úti á Reyni og í gomlu Havnini sambært kortinum hjá Johan Poulsen – eisini nevndur Blikkinsláarin. Jørleif var kendur fyri so mangt, illum annað at duga væl at siga søgur og vera undirhaldandi. Eisini metti hann søgu og upphav høgt og troyttaðist ongantíð at siga sínar havnarsøgur fyri ungum sum eldri og útlendingum sum føroyingum. Frásøguhegni hansara hevði sína styrki í, at hann segði søgurnar saman við áhoyrarunum.
Sætta bók um Havnar søgu er í høvuðsheitum um tíðarskeiðið frá 1909 og fram til sekstiárini.
Vágbingur, sum var á rækjuveiðu norðanfyri Svalbard, har ísurin kleimdi skipið, so tað sakk, manningin mátti bjarga sær á ísinum, meðan ísbjarnirnar nærkaðust. Maður, sum náðileyst bleiv dripin á Jamaica, meðan hann arbeiddi hjá Højgaard og Shultz. Ungur politikari, sum hóast sín unga aldur hevur upplivað hópin av skakandi tilburðum, alt frá av óvart at hava drukkið rustloysara til at koma í havsneyð við stuttleikabáti ímillum Noreg og Hetland. Hópur av myndum og tekningar frá hendingunum.
Óla Jákup Guttesen er ein teirra, sum hava sitið trúliga á landsskjalasavninum við kirkjubókum, fólkateljingum, skiftiprotokollum, sýsluprotokollum og tinglýsingarbókum og roynt at fingið skil á, undir hvørjum korum fólk í teirra heimbygd hava livað upp ígjøgnum tíðirnar.Nú hevur bygdin við tí vakrasta útsýninum fingið nakrar av sínum ógviliga týðandi táttum festar á blað, so teir ikki hjána burtur.
Í bókini viðger høvundurin tað hugsjónarliga grundarlagið fyri altjóða átøkunum fyri at steðga grindadrápi, og hvussu hesi mótmæli elvdu til tillagingar av grindahvalaveiðuni.
Saman tí standið er minnisrit um SEV, sum Jógvan Arge letur úr hondum, nú 75 ár eru liðin síðani stovningardagin 1. oktober 1946, tá 19 kommunur í Streymoynni, Eysturoynni og Vágoynni tóku fyrsta stigið til at fáa føroyingum eitt samhaldsfast elfelag, sum enn er lívæðrin í føroyska samfelagnum. Søgan um SEV er samstundis søgan um føroyska samfelagsmenning, tí uttan eitt vælskipað elfelag høvdu vit verið eftirbátar á so mongum økjum.
Fólk hava búð við Gøtugjógv síðani síðst í 1600 - talinum, tá ið ein bóndasonur av Húsgarði í Syðrugøtu setti búgv her. Fyrstu gott og væl hundrað árini var bara ein garður, men í umleið 1800 fór hann sundur í tvey. Næstu nærum hundrað árini vóru tveir garðar við Gøtugjógv, men móti endanum á1800-talinum øktist húsatalið, tá ið samfelagið kollveltist,og tað bar til hjá fiski-og útróðrarmonnum at seta føtur undir egið borð.
Í okkara tíð er øllum kunnugt, at vit uppliva eitt stórt tap av staðbundnum staðarnøvnum í munnliga siðaarvinum. Innan fyri sløk 100 ár er íbúgvaratalið í Mykinesi minkað við 150 fólkum. Í oynni eru í dag 17 fólk fastbúgvandi. Hetta hevur stóra avleiðing fyri staðarnøvnini. Tað eru færri og færri, sum brúka tey. Meginparturin av nøvnunum verður ikki brúktur eins og hann bleiv fyri 50 árum síðan. Hetta hevur so við sær, at fleiri nøvn hvørva.
Beinagrindin í bókaverkinum er gjøgnumgongd av staðarnøvnum í bygdini og tí partinum av Viðoynni, sum hoyrir til Viðareiðis bygd. Danial sigur frá søgum og tilburðum, sum knýta seg at støðunum.
Bókin er um fyrstu niðursetufólkini á Oyrarbakka. Søgan hjá hesi lítlu bygdini er livandi og hendingarrík. Fólk komu ymsastaðni frá og kundu keypa sær eina trøð at velta og at byggja sær hús á. Tað var høgligt og gott at búgva á Oyrabakka, men lívið hevði tó sínar avbjóðingar.