, ,

The Rise of Faroese Separatism (24)

Greitt verður frá, at royndir vórðu gjørdar at finna eina semju um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, og at eitt einmælt Løgting í 1922 var komið ásamt um eitt uppskot, sum skuldi slóða fyri eini føroyskari semju um hendan spurningin, men hetta miseydnaðist. Í 1923 vóru sjálvstýrisfólk farin at ivast í, um sjálvstýrisspurningurin kundi loysast innanfyri karmarnar á donsku grundlógini.

250,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Kjølbro

Sum heitið skipar til, er bókin ein lýsing av íverksetaranum og vinnulívsmanninum Jógvan Fríðrik Kjølbro frá tí at hann gjørdist handilsleiðari hjá faktorinum í 1909, og fýra ár seinni keypti sítt fyrsta skipa saman við bróðrinum, Dáva, til fyritøka hansara nærum hálva øld seinni kom á aðrar hendur.

350,00 kr.
Vís meira
, , ,

Framtíðin er okkara

Hugsjónarliga er Høgni Reistrup liberalur fullveldismaður, og hann er ein nýggj rødd á politiska vígvøllinum. Høgni greinar politisku skipanina, vísir á viðurskifti, ið avmarka okkara virkis­frælsi, og setur kós, vit eiga at halda ímóti fullveldinum Føroyum.

198,00 kr.
Vís meira
, , , ,

Bót og biti 1 & 2

Bókin er um matmentan í Føroyum frá fornari tíð til í dag. Høvundurin lýsir tað, sum hevur ávirkað matmentanina og givið henni skap. Tað, sum hevur eyðkent gamla føroyska matmentan, er tað ræsta og turra.Tað betra fólkið í Føroyum var fyrst ávirkað av fremmandari matmentan hevur føroyskar matstovumatur tey seinastu árini ment seg so nógv, at Føroyar eru vorðnar gastronomiskt áhugaverdar í altjóða høpi.

400,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Búskaparlig hugsan í søguni

Bókin er upprunaliga útgivin av einum svensk/finskum serfrøðingahópi í Finnlandi, er ein óvanliga góð gjøgnumgongd av allari búskaparligu søguni,frá um ikki steinøld, so bíbilskari tíð fram til atomøld og víðari til alnót tíðina sokallaða vitanarsamfelagið. Á stuttum teigi, manus, er ikki tað av tøkni og teori viðurskiftum og hugtøkum búskarligari menningarsøgu viðvíkjandi, sum ikki verður tikin upp til viðgerð og metingar.

180,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Frá sjálvstýri móti loysing (12)

Í politisku søgu Føroya eru eins og aðrastaðni fleiri mytur, sum stava frá eini seinni tíð. Tað hevur m.a. verið ført fram, at tilboðið frá donsku stjórnini til løgtingið um økt fíggjarligt sjálvstýri frá 1906 bert eigur at setast í samband við svikabrøgd hjá stórbrotsmanninum Peter Adler Alberti, danska løgmálaráðharranum í 1906,sum í 1910 fekk 8 ára fongsulsdóm fyri skjalafalsan og svik. Hans Andrias Sølvará vísir á, at einki er í hesi søguni.

340,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

SOS Knúkur, MP3

Bókin er ein dokumentarfrásøgn frá flogvanlukkuni í Mykinesi 26. september í 1970, tá 8 fólk doyðu. Vit fylgja ferðafólkunum og manningini, bæði dagarnar undan vanlukkuni, í flogfarinum til Føroya, og eftir vanlukkuna.

199,00 kr.
Vís meira
, , ,

Verdandi

1944 var so árið, at teir ikki komu aftur, eg var tá í Havn og lærdi at seyma hjá skraddar Debes, vit høvdu fingið at vita, at teir á Høgabóli vóru bangnir um Verdandi. Eg fór so norður, og tað var ein ræðulig sjón, ið eg ongantíð gloymi, alt var myrka lagt, so ikki eitt ljós var at síggja, tá eg kom inn til okkara, vóru bara syskin míni Jaspur og Sonja at síggja. Kona pápabeiggja mín Olaf lá í einum kamari, og mamma í teirra kamari. Tær vóru ikki farnar upp, men lógu og grótu.

200,00 kr.
Vís meira
, , ,

Missionary Campaigns and

Hetta er endaliga søgan um havnarmannin Daniel J. Danielsen, kallaður Dollin, sum í 1903 byrjaði ta tilgongd, sum í 1908 noyddi belgiska kongin Leopold 2. at lata Congo frá sær sum sína persónligu ogn. Henda søgan kom fyrstu ferð fram í 2010 í bókini Dollin, Havnarmaðurin, sum broytti heimssøguna.Men nú er talan um eina heilt nýggja bók á enskum, sum er grundað á framhaldandi kanningar av hesi søgu. Virksemið hjá D.J. Danielsen í Føroyum frá 1904 til 1916 verður eisini lýst.

200,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Breiðið krossins merki út 1-2 (13)

Tað er søga Frelsunarhersins frá byrjan av og fram til dagin í dag. Í stuttum verður farið inn á byrjan í London, og stovnararnar, hjúnini Catherine og William Booth. Síðani fylgja vit søguni, tá Frelsunarherurin kom til Føroyar, um hvussu hann hevur arbeitt her fram til 2014, alla tíðina havandi í huga, at vit eru við í einum størri samanhangi, at tað er Frelsunarherur, sum í dag arbeiðir í 126 londum um allan heim.

495,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Føroyskt Lógar Rit 8 - 2013

5 greinir um løgfrøðilig viðurskifti.

120,00 kr.
Vís meira
, ,

Kold krig

Fortællinger om den kolde krigs bygninger og anlæg i Danmark, Færøerne og Grønland.

199,00 kr.
Vís meira
, , , ,

Aristoteles Etikkin

Aristoteles sá veruleikakent upp á henda heimum og skilti ímillum stoff og form øvut av Platoni, ið sum idealistur í staðin skilti ímillum idé og fyribrigdi. Hjá Aristotelesi er etikkin eitt naturalistiskt fyribrigdi, við tað at hann ímyndaði sær, at tað liggur íborið í natúrini og harvið eisini í menniskjanum altíð at tráa eftir tí góða.

348,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Gingu burtur somu nátt

Hetta er ein bók um føroyska skipasøgu, um lokala søgu og um menniskjalagnur, sum vóru kollveltar eftir eini nátt. Tá sluppin Immanuel gekk burtur fórust 19 menn harav 11 úr Søldarfirði og onkur av Skipanesi og Gøtu. Við Lauru fórust somuleiðis 19 menn, flestir úr Suðuroy.

200,00 kr.
Legg í kurv