Í fornøld var Grikkalandi býtt sundur í býarstatir, sum hvør hevði sína stjórnarskipan. Stjórnarskipan Athenaranna er ein av teimum 157 lýsingunum av hesum stjórnarskipanum,sum Aristoteles og næmingar hansara á skúlanum, Lyceum,savnaðu saman og góvu .Tær fóru allar fyri skeytið, men tann hjá Athen, sum fyri okkum er tann týdningarmesta, varð funnin aftur á nøkrum papýrusrullum, sum British Museum í London hevði fingið fatur á úr Egyptalandi.
Jógvan er fjúrtan ára gamla hetjan í hesi spennandi søguni, sum týski fólkalívsfrøðingurin Erich Wustmann skrivaði, tá ið hann vitjaði í Mykinesi á sumri í 1938. Við Jógvani lýsir hann, hvussu hart og eirindaleyst lívið hjá mykinesfólki í tríatiárunum kundi vera. Samstundis lýsir hann sterka tilknýtið hjá menniskjunum til oynna og alsk teirra til náttúruna.
Síðst í tríatiárunum var týski fólkalívsfrøðingurin Erich Wustmann í Mykinesi og gjørdi ein fuglafilm. Meðan hann dvøldi har, skrivaði hann eina nemandi frásøgn um vandamikla og lívsjáttandi lívið hjá fuglaveiðimonnunum í Mykinesi og um blíðskapin hjá mykinesfólki. Samstundis er frásøgnin ein kvøða til vøkru náttúruna og ein áminning til okkara í dag at ansa eftir viðkvomu vistfrøðiligu skipanini.
100 ár eru í ár liðin, síðani kvinnur fyrstu ferð sluppu at velja og stilla upp til Løgtingið. Hetta er fyrstu ferð, at søgan um politisku rættindi hjá føroyskum kvinnum alment verður givin út. Í bókini eru eisini nýggjar samrøður við kvinnur, ið hava verið, og framvegis eru í føroyskum landspolitikki.
Fyrr svóvu nógv fólk í sama rúmi og minst tvey í hvørji song. Siðsøguliga er nógv broytt, tá ið tað kemur til sengur, madrassur, seingjarklæði og baðirúm. Tað er bert at velja og vraka. At sova er í dag ein partur av privatlívinum, sum onnur einki hava við at gera.
Bókin er eitt savn av søgum um 20 kvinnur, føddar frá 1890-1932, har gerandislívið í Føroyum í 20. øld verður lýst frá kvinnusjónarhorni. Kvinnurnar eru úr nærum øllum pørtum av Føroyum og hava ymiskar bakgrundir, royndir og lagnur. Bókin er forvitnisig, tí hon lýsir vanligar kvinnulagnur og gevur innlit í søguna frá einum annars lítið lýstum vinkli.
Eitt, sum hevur hugtikið okkara ættarlið nógv, eru tey mongu staðarnøvnini, sum forfedrar okkara hava nýtt bæði í bø, haga og fram við landi.Tað var av stórum týdningi í dagligari talu at kunna staðfesta tey ymisku støð-ini við navni,tá ið greitt varð frá,hvar ið ein seyður seinast var sæddur, ella hvar hann lá, og somuleiðis at kunna samskifta um ymisk onnur viðurskifti.Eisini hevur tað verið meira viðkomandi fyri føroyingin fyrr at kenna hesi staðarnøvn, enn tað er nú á døgum.
Sum smádrongur minnist eg væl, tá bókin Víkingasynir kom út í 1947. Pápi varð biðin um at selja bókina í heimbygdini. Beiggi mín og eg fóru við pápa í øll húsini og eg minnist, at bókin var seld í hvørjum húsi. Um kvøldarnar plagdu vit børn at blaða í bókini,og serliga minnist eg, hvussu vøkur vit hildu øll skipini vera,men tá pápi fortaldi okkum,at øll skipini,ið stóðu í bókini vóru søkt og næstan allir menninir vóru deyðir,blivu vit sera hugtungir.Eitt av hesum skipum var Nýggjaberg úr Miðvági
Søgan hjá Føroya Handverkarafelag er hendingarík, og onkrar rokaligar hendingar hava verið í søgu felagsins. Í 1997 tók seg upp ósemja millum limafeløgini í Føroya Handverkarafelag,sum endaðu við,at trý limafeløg tóku seg úr meginfelagnum og stovnaðu sítt egna meginfelag.Og seinni fór eitt limafelag aftrat úr gamla meginfelagnum. Føroya Handverkarafelag, sum nú ikki umboðar øll handverkarafeløgini, er tó framvegis eitt virkið fakfelag.
UTOPIA eftir Thomas More, sum kom út í 1516, hevur givið okkum orðið utopi. Bókin er tann fyrsta modernaða framtíðarvisiónin um ein vitbornan idealstat við fríari atgongd til sjúkrarøkt,sosialan tryggleika, útbúgving, mentan, stutt sagt: eitt virðiligt lív.
Ólavur greiðir frá ófatiliga harðskapinum.Manni, sum nevndist Bjarni Valdson, høgdu teir høvdið av niðan fyri eyguni, meðan kona hansara gekk undir liðini á honum og sá tilburðin. Hon svímaði skríggjandi niður yvir deyða likamið á manninum, men teir tóku um føtur hennara og drógu hana burtur, sum var hon ein deyðseyður við fótunum yvir høvdinum.
Bókin er um matmentan í Føroyum frá fornari tíð til í dag. Høvundurin lýsir tað, sum hevur ávirkað matmentanina og givið henni skap. Tað, sum hevur eyðkent gamla føroyska matmentan, er tað ræsta og turra.Tað betra fólkið í Føroyum var fyrst ávirkað av fremmandari matmentan hevur føroyskar matstovumatur tey seinastu árini ment seg so nógv, at Føroyar eru vorðnar gastronomiskt áhugaverdar í altjóða høpi.
”Árið er 2000. Á fýra dramatiskum fundum á Christiansborg tingast landsstýrið og danska stjórnin um treytirnar fyri føroyskum fullveldi.Men tað er ikki bara har, at dramatikkur er. Tí føroyingar eri tvíbýttir. Har nøkur síggja bjarta vón, síggja onnur hættisligan vanda. Úrslitið verður eitt hart, beiskt og útmaktandi politiskt stríð. Og øll eru við í tí.
Suðurstreymoyar kirkjubók 1757-1851 er eitt nágreiniligt avrit við nútíðarskrift av teimum kirkjubókum, sum havnaprestar hava skrivað um tey, sum í hesum tíðarskeiði búðu í Tórshavnar sókn, sum fevndi um Havnina, Hoyvík, Hvítanes, Argir. Syðradal og Norðadal, Kaldbaks sókn við Kaldbak og Sundi, Nólsoyar sókn, eins og Kirkjubøur, Velbastað, Hesti og Koltri.
Bókin lýsir rýtmisku tónleikasøguna í Føroyum frá frumrokki til altjóða tónleikapallin í 10´num. Bókin er skipað í tíggjuáraskeið frá fintiárunum fram til nú. Lýst verða rák, persónar, bólkar og støð, sum hava havt týdning fyri føroysku rokksøguna. Rokktónleikur hevur havt eina stóra ávirkan á samfelag, mentan og búskap um allan heim. Føroyar eru einki undantak í so máta.Hesin tónleikur hevur myndað ættarlið síðan annan verðaldarbardaga fram til í dag.