Elia er farin út at leita eftir systrini, Iris, Eldfrúgvin hevur tikið hana. Men tað er langt til Tey svørtu fjøllini. Og tíðin rennur undan. Fer Elia at finna systrina, áðrenn ov seint er? Ella doyr hon í kulda, áðrenn hon nær fram til hennara? Frost & Logar er fantasirøð um at yvirliva, dirvi og gand.
Ofelia og Bernard eru á Fingalsoy, har koyniigi felagsskapurin Krypto er. Hví vil Krypto hava, at øll sjóskrímsl skulu vera loynilig? Og hví kennist felagskapurin so kendur fyri Ofeliu? Tað tykist, sum Krypto bara sigur ein part av sannleikanum, og Ofelia ger av at kanna oynna sjálv. Men hon má skunda sær, tí stjórin á sjósavninum er á veg til oynna.
Leypur við eykatilfari til Leyp 1. Í leypinum eru Fiska kortspæl (60 kort + reglur), 55 minniskort, 6 bingoplátur, vendispæl (112 kort + reglur) og 1 vindikort.
Blokkur til styrkispælið. Blokkurin verður brúktur til styrkispælið. Hvør spælari fær eina síðu í part at seta krossar í styrkirnar, sum hann hevur fingið at vita frá hinum, sum eru við í spælinum, at hann hevur.