Býtta Ida, hugsar hon. Sum um hon bara spyr Idu. Soleiðis er tað als ikki. Hinar genturnar verða eisini spurdar. Summar av teimum. Tað er Karla sikkur í. Tí hon setur kross við nøvnini hjá teimum á listanum, hvørja ferð hon spyr.
Felagið varð stovnað í Tórshøll í Niels Finsensgøtu í Havn í 1943. Stovnarar vóru Jens Pauli av Reyni, Aksel Hansen og Leivur Trónd Hansen. Í bókini verður greitt frá øllum hesum, og lýst verður, hvussu rossahaldið og rossaalingin í Føroyum vóru fyrr. Nógv úrslit frá kappríðingum og forkunnugar frásagnir frá ólavsøkum eru eisini í bókini eins og ein hópur av søguligum myndum av kendum fólkum.
Læraravegleiðingin til Søga 6, spírar til nútíðarsamfelagið, er ætlað sum eykatilfar til læraran. Faktatekstur er til hvønn kapittul og hugskot um, hvussu arbeiðast kann við næmingabókini. Fremst er vegleiðing um netbókin, pappírsbókina og frámerki, sum eru í Søga 6, spírar til nútíðarsamfelagið. Svar er til nakrar av uppgávunum í næmingabókini, og eru tey svarini at finna í partinum, sum uppgávan hoyrir til.
Summi børn hava ordiliga nógv vinfólk. Tað eru nógv, sum ongantíð vilja vera einsamøll. Tá tey eru einsamøll, so gráta tey ella keða seg ordiliga nógv. Onnur hava slett eingi vinfólk. Og so er tað er. Hví er tað so trupult at sleppa at vera í frið? Tað undrar Fríðu. Allastaðni skulu tey vera tvey! Tey skulu ganga tvey og tvey á rað, sita tvey og tvey í skúlastovuni, og í ítrótti skulu tey altíð hita upp tvey og tvey.
Tað er stuttligt at vera í einum klubba. Serliga um hann ikki handlar um at mussast. Mira og vinirnir gera ein listaklubba, tí tey vilja nevnliga gera eina ordiliga listaframsýning. Men tá fitta systkinabarnið hjá Livu kemur, verður tað ógjørligt at hugsavna seg. Samstundis er tað ringt hjá Miru at føla seg heima hjá pápa sínum. Hon heldur, at tey bæåi eru øðiliga ymisk. Er hann veruliga pápi hennara?
Eg havi fingið nokk av hesum lortinum! Eg Hati,hati,hati tað! Mamma og babba hugsa bara um seg sjálv, og so skal eg bara gera, sum tey siga. Hundans! Nøkur lorta foreldur! Mamma og pápi Bellu skeldast. Tað er ikki til at halda út at lurta eftir. Ein dagin hendir tað, sum Bella hevur óttast mest. Foreldrini skulu skiljast, og Bella skal flyta.
Eitt vandamikið sombivirus er byrjað ar ganga. Milo er fangaður í djóragarðinum, har pápi hansara arbeiðir. Tjúkku múrarnir kring djóragarðin halda sombiunum úti. Men nú er besti vinurin hjá Milo blivin sjúkur. Hann hevur brúk fyri heilivági. Eitt apotek er í býnum. Men um Milo fer eftir heiliváginum, má hann standa andlit til andlits við sombiini.
Olivia helt seg vera eina púra vanliga gentu. Men eitt kvøldið kemur ein gátufør kvinna til hennara. Hon sigur, at Olivia skal vera verji ljósins. Hon gevur henni ein gandaring. Ringurin kann ákalla andans djór. Olivia vil ikki vera verji ljósins, men hon hevur einki val... Ljós og myrkur er lættlisin fantasysøga um gand, dirvi og vinalag.
Um náttina verður himmalin myrkur og fullur av stjørnum. Allar stjørnurnar eru eisini har um dagin, men tá síggja vit tær ikki, tí sólarljósið er so bjart. Fyri at halda skil á stjørnunum, síggja vit summar sum myndir. Tá er lættari at minnast tær og sinna tær á himmalinum. Les meira um stjørnur og stjørnumyndir í hesari bók.
Hans vil kappast við Dáva um, hvør ið dugir best at siga skemtisøgur. Vióla, Sandra og Katrin halda við Dáva. Dávur er jú skemtimeistarin! Men eitt er, sum er sera keðiligt. Hans er einki fittur, og hann ger altíð gjøldur burtur úr øðrum. Dávur upp á eina skemtisøgu. Bara eina. Men høvdið er púra tómt.
Siv hevur ilt í búkinum í skúlanum. Stóribeiggi hennara, Beinir, er illur við hana, tí hon slatraði fyri mammu. Men Beinir sleppur altso ikki at taka slanguna hjá sær út úr búrinum. King er ikki eitt kelidýr. Hann er eitt skriðdýr, sum etur lítil gnagdýr. Men Beinir kundi ikki funnið upp á at givið King dvørgahamstraran hjá Siv, ha?
Hey!-heftini eru samrøðugrundað og venda sær til vaksin, ið hava føroyskt sum annaðmál.Tey taka støði í CEFR-førleikastigunum A2 og A2+. Innihaldið í heftunum hellir seg til evnini, ið verða viðgjørd í bókini Vælkomin, ið Bergljót av Skarði skrivaði. (Ungu Føroyar gav út í 2017)
Dropar er lesibók ætlað sjeynda flokki. Hetta er fyrsta bók av trimum lesibókum, sum eru ætlaðar teimum trimum stigunum í hádeild. Í bókini finnur tú dropar av skaldskapi, vit hava á føroyskum, og sum ritstjórnin hevur mett vera hóskandi til 7. floks næmingar.
Punktum er ein handbók, sum fyrst og fremst er ætlað mállæruundirvísingini í hádeild. Hon er ein grundbók, sum tú brúkar frá 7. flokki og restina av fólkaskúlaárunum. Endamálið er at arbeiða við føroyskari mállæru, sum hóskar til ungdóm, tó at tað eisini ber til at brúka hana í øðrum samanhangi.
Lærarabók 1 hoyrir til bókaheildina Ferð á føroyskt, sum er undirvísingartilfar til føroyskt sum annaðmál. Tilfarið er ætlað næmingum í 4./5. flokki og uppeftir, umframt vaksnum, ið tosa annað mál enn føroyskt, og sum frammanundan hava lært at lesa við latínskum bókstavum. Bókaheildin fevnir um Grundbók, Arbeiðsbók, Orðahefti, ljóðfílur, Svarlista, Tekstir til ljóðfílur og Lærarabók.
Føroysk samfelagsfrøði – B-stig er fyrsta samfelagsfrøðiliga lærubók, ið er skrivað beinleiðis til undirvísing á B-stigi í Føroyum. Bókin er í høvuðsheitum skrivað av miðnámslærarum, ið kenna til málbólkin, samstundis sum hon heldur seg neyvt til innihalds- og førleikakrøv í námsætlanini.