, , , , , , ,

Mangt og hvat, sum næstan eingin veit um

Tað kennist væl at vita ymiskt, sum (næstan) eingin annar veit. Tað er sum at hava eitt loyndarmál. Tú kanst siga tað, tá ið tú vilt, ella lata vera. Í hesi bókini fært tú nógv løgið at vita, stuttligt og spennandi, sum lærarar, vinir og foreldur sum oftast ikki vita.

200,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Tjóvafamiljan og føðingardagskvettið

Tjóvafamiljan dámar at taka ymiskt, sum tey ikki eiga. Tað er næstan soleiðis, at tey ikki klára at lata vera. Í øllum førum ikki pápin Bogi, mamman Fía og lítla Ella. Men tey eru eitt sindur ørkymlað um stórabeiggjan Tóra. Hvat verður av honum? Hann tímir bara at gera sovorið, sum hann sleppur at gera, og hann tekur ongantíð nakað uttan at gjalda fyri tað. Skjótt fyllir Tóri, og tað einasta, hann ynskir sær, er tann stóri slikkipinnurin í Huldusa bommholu. Hann sær so leskiligur út!

180,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Beinagrind

Í filmum og bókum koma glitrandi beinagrindir ofta fram undan kavi fyri at loypa hvøkk á okkum. Beinagrindir kunnu vera óhugnaligar! Men øll hava eina beinagrind - uttan beinagrind høvdu vit bara verið ein bleyt rúgva á gólvinum. Hjá summum er beinagrindin á uttari síðuni á kroppinum. Í hesi bókini kanst tú lesa alt um beinagrindir - frá minsta beininum í oyranum til størstu dinosaurabeinagrindina.

148,00 kr.
Legg í kurv
, , ,

Gittarskúlin - lærubók til gittara

Gittarskúlin er ein einføld lærubók til gittara, ætlað til nýbyrjandi børn og vaksin. Bókin fevnir um grundhættir, nótalæru, akkordir og improvisatión, og harafturat hevur hon hópin av stykkjum, ið eru løgd til rættis við passandi torleikastigi. Ert tú nýbyrjandi gittaristur ella undirvísir tú gittara, er hetta bókin júst til tín.

275,00 kr.
Legg í kurv