Hettar er lærubók í alisfrøði og evnafrøði til studentaskúla og hf-skeið. Útgávan er ætlað til undirvísing á C-stigi, og kann eisini brúkast í teknisku skúlunum og í Fisivinnuskúlanum.
Náttúra og tøkni 3 byggir á bøkurnar Náttúra og tøkni 1 og 2, og er ætlað 6. flokki. Í bókini er lívfrøði og landalæra grundvøllurin. Mentan og tøkni, ávirkanin frá menniskjanum, verða tikin við, har tað natúrliga fellir inn.
Bókin Føroya Náttúra er ein støðumynd av lívfrøðiliga margfeldinum í føroysku náttúruni, og tí er hon tað besta grundarlagið, ið vit í løtuni hava fyri at meta um støðuna hjá plantum og djórum í Føroyum.
Fløgan er ætlað lærarum sum ein hjálp til at syngja enskar sangir við flokkinum. Pauli Hansen og Herluf Lützen hava lagt fløguna til rættis. Teir eru eisini tónleikarar á fløguni, og hava harumframt staðið fyri upptøkuni.
Tríggjar bøkur mynda bókaheildina Mandy on holiday: lesibók, arbeiðsbók og lærarabók. Sermerkt við hesi bók er, at hon fer fram í okkara umhvørvi. Næmingarnir læra at seta orð á tað, ið teir síggja dagliga.
Arbeiðsbókin, the workbook, til Mandy on holiday. Í arbeiðsbókini eru uppgávur, har næmingurin kann venja og menna sín førleika í enskum.
Lærarabókin er ætlað sum uppskot og hugskot til lærarar, um hvussu teir kunnu skipa sína undirvísing. Bókin viðger teir einstøku partarnar í lesibókini.
Læraramappa til Skygni 1 B. Í læraramappuni eru viðmerkingar og hugskot til næmingabókina. Haraftrat er framhald av støddfrøðiævintýrinum um fryntarnar, sum er ætlað læraranum at lesa upp fyri flokkinum. Aftast í læraramappuni eru avritssíður til ymist virksemi.
Hetta er nýggj roknibók til 1. flokk. Stórar broytingar eru gjørdar í mun til fyrru roknibókina til 1. flokk. Uppgávurnar eru umskipaðar, nýggjar tekningar eru í litum.
Handbókin er ein sameining av lærubók og uppslagsverki við evnisskrá og orðalista. Hon skapar nýtt samband millum heim og skúla, tí hon er eisini ætlað foreldrum, sum hava áhuga fyri støddfrøði, at nýta sum handbók í almennari støddfrøði
Firvaldsbøkurnar eru ætlaðar sum eykatilfar í byrjanarundirvísingini. Heftini eru ikki til eitt ávíst floksstig, men kunnu verða nýtt í eini næmingalagaðari undirvísing, soleiðis at næmingurin kann arbeiða á tí stigi, hann er á.
Lærarabók til bókaheildina Náttúru og tøkni 3 ætlað 6. flokki. Í lærarabókini er inngangur um undirvísingina í lærugreinini sum heild, og greitt verður frá mongu møguleikunum í nýggja tilfarinum.
Arbeiðsbók til bókaheildina Náttúru og tøkni 3 ætlað 6. flokki. Í arbeiðsbókini eru royndir og uppgávur til næmingar at loysa. Góðar tekningar og frágreiðingar lýsa mannagongdirnar.
Í avritsmappuni eru ískoytisuppgávur og virknissíður.