Henda heildin í støddfrøði fevnir um næmingahefti við uppgávum, SG til forskúla til og við 3. flokk og SG + FG frá 4. flokki til og við 9. flokki, og lærarahefti við nágreiniligari kunning og vegleiðingum.
Endamálið við hesi lærarabókini er at veita íblástur og hugskot, tá ið farið verður undir at arbeiða við tekstasavninum.
Nótabók til klaver. Sangløg við talseting
Hetta er nýggj roknibók til 3. flokk og framhald av Skygni 3A. Til útgávuheildina Skygni 3B eru næmingabók, læraramappa og avritssíður í Avritsmappuni 3A og B.
Til læraran er gjørd fløga við sangunum úr lesibókini. Á fløguni eru 14 sangir, ið børn og vaksin syngja. M.a. løg sum My Bonnie, Auld Lang Syne og Away in a manger. Fløgan er ætlað lærarum sum ein hjálp til at syngja enskar sangir við flokkinum.
Í avritsmappuni eru ískoytisuppgávur og virknissíður. Avritssíðurnar eru innihaldsliga knýttar at næmingabókunum og eru tískil partur av tí samlaða tilfarinum í støddfrøðiundirvísingini í 3. flokki.
Í bókini kunnu vit eitt nú lesa um keltar, víkingar og bretsku hersetingina undir krígnum. Bókaheildin um Mandy og tey er sostatt eisini ein spennandi alfrøði fyri fólk í øllum aldri.
Mandy at home er undirvísingartilfar til 5. flokk í enskum. Í lesibókini er - eins og í Mandy on holiday - fløga við upplestri av øllum tekstinum í bókini.
Í orðabókini eru fleiri enn 2600 leitorð, og hon er prýdd við stuttligum tekningum. Mín fyrsta reyða orðabók er ein góð og stuttlig hjálp hjá bæði stórum og smáum, tá ið farast skal undir at læra enskt á fyrsta sinni!
Hetta er nýggj roknibók til 3. flokk og framhald av Skygni 2B. Til útgávuheildina Skygni 3A eru næmingabók, læraramappa og avritssíður í Avritsmappuni 3A og B.
Lærarabók til Hervør og Høgna.
Bókin Súlan er ætlað sum undirvísingartilfar í føroyskum í 1. flokki. Í bókini lesa og arbeiða børnini við bókstavunum og tvíljóðunum. Hvør bókstavur fyllir eina opnu.
Hetta er nýggj roknibók til 2. flokk og framhald av Skygni 2A. Til útgávuheildina Skygni 2B eru næmingabók, læraramappa og avritssíður í Avritsmappuni 2A og B. Stórar broytingar eru gjørdar í mun til fyrru roknibókina til 2. flokk. Uppgávurnar eru umskipaðar, nýggjar tekningar eru í litum, og haraftrat er eitt støddfrøðiævintýr um fryntarnar í Fryntavík. Ævintýrið stimbrar innlæringina og talfatanina hjá børnunum.
Føroyasøga er s'ga um gøtuskeggjar, føroyska høvdingaætt, ið heiti bar eftir Gøtu í Eysturoy. Fyrstur av teimum ættmonnum, ið nevndir eru í søguni, er Torbjørn gøtuskeggi, faðir Tróndar. ið er høvuðspersónur søgunnar. Bróður Torbjarnar er Sigmundur at brøðrunum Bresti og Beini, sum vóru hirmenn Hákunar Laðajals og høvdu hálvt landið í len av honum.